týsdagur 23. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 224 - 23. november 2004
Nr. 224 - 23. november 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Kvinna við róðrið
Tann unga Radmilla Sekerinska er fyribils vald til for-
sætisráðharra í Makedonia, men nógv bendir á, at hon
verður sitandi í embætinum.
Tey politisku viðurskiftini í Makedonia hava verið
óstøðug tað seinasta árið. Fyrst doyði Boris Trakkovski,
forseti, í einari flogvanlukku, og avgjørt varð at velja for-
sætisráðharran, Branko Cevenkovski, til forseta. Í hans-
ara stað varð Hari Kostov valdur til forsætisráðharra,
men nú hevur hann brádliga lagt frá sær. Tí er varafor-
sætisráðharrin, Radmilla Sekerinska, vorðin stjórnar-
leiðari.
Keldur í Skopje siga við norska blaðið Dagsavisen,
at tað kann væl henda, at hon verður sitandi í forsætis-
ráðharraembætinum, tá stjórnin ætlandi verður
endaliga umsipað seinni í vikuni. Radmilla Sekerinska
er sosialdemokratur.
Powell í Miðeystri
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, ger nú
sína seinastu roynd at fáa ísraelsmenn og palestinar at
taka friðartingingarnar uppaftur.
Powell kom til Ísraels sunnudagin, og sambært ísra-
elska blaðnum Haaretz fer hann at leggja trýst á
ísraelsku stjórnina fyri at fáa hana at taka herin úr bý-
unum á Vestara Áarbakka, áðrenn palestinar skulu
velja nýggjan forseta í januar. Eitt annað krav er, at
ísraelski herurin skal taka fleiri vegabyrgingar niður,
og at ymsar ísraelskar avmarkingar í teimum palest-
insku økjunum skulu setast úr gildi. Palestinasku leið-
ararnir sleppa heldur ikki undan krøvum. Sum skilst fer
Powell at krevja, at teir skulu fara harðari fram ímóti
teimum víðgongdu bólkunum.
Kanningar í teimum palestinsku økjunum hava víst, at
nógvir palestinar vilja hava Marwan Barghouti at taka
við sum forseti eftir Yasser Arafat. Trupulleikin er, at
Barghouti situr í fongsli í Ísrael, men sambært amerik-
onskum tíðindastovum hava palestinsku myndugleikar-
nir biðið Colin Powell gera sítt til, at hann verður latin
leysur. Marwan Barghouti var ein av leiðarunum í Fatah-
felagsskapinum og er nógv betur umtóktur ímillum
palestinar enn eitt nú Ahmed Qurie, forsætisáðharri.
Tað ljóðar annars, at teir palestinsku leiðararnir eru
misnøgdir við, at amerikanska stjórnin hevur slept
tankanum um at stovna eitt palestinskt ríki næsta ár, so-
leiðis sum tann uprunaliga ætlanin var. Áðrenn hann
fór úr Washington, segði Powell, at ætlanin er at stovna
tað palestinska ríkið, so skjótt tað letur seg gera.
Roynir kanska aftur
Republikanski senatorurin John McCain sigur nú, at
hann fer kanska at royna at gerast valevni hjá republik-
anarunum til forsetavalið í 2008.
McCain kappaðist ímóti George W. Bush um at stilla
upp fyri republikanararnar fyri fýra árum síðani, men
tapti. Men nú sigur hann seg vera til reiðar at taka ein
dyst afturat, sjálv um hann verður 72, tá forsetaval
verður aftur.
John McCain er senatorur í statinum Arizona, og hann
hevur nógvar stuðlar ímillum republikanararnar, men
sambært amerikonskum fjølmiðlum er hann eisini væl
umtóktur ímillum nógvar demokratar og óheftar
veljarar.
Kanna harðskap
18 yvirmenn í týska herinum eru koyrdir til hús, meðan
myndugleikarnir kanna, um teir hava gjørt seg inn á
ungar hermenn.
Ákæruvaldið í býnum Múnster vil vera við, at teir 18
yvirmenninir hava farið illa við fleiri ungum her-
monnum í einari legu nærhendis niðurlendska markin-
um. Eitt nú vórðu teir ungu hermenninir slignir, spul-
aðir við køldum vatni, og summir fingu eisini elektr-
iskan stoyt.
Herleiðslan vil ikki gera viðmerkingar til málið, men
váttar, at teir 18 yvirmenninir eru sendir til hús fyribils.
Nógvir ísraelsmenn
eru í øðini, eftir at
landsins størsta blað
hevur almannakunn-
gjørt myndir av her-
monnum, sum gera
gjøldur burtur úr
deyðum palestinum
ÍSRAEL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ísraelska herleiðslan hevur
nóg mikið at takast við í
hesum
døgum.
Fyrst
noyddist Moshe Yaalon,
herovasti, í telefonina at
biðja egyptiska forsetan,
Hosni Mubarak, um um-
bering fyri, ein ein ísra-
elskur stríðsvognur hevði
skotið tríggjar egyptiskar
løgreglumenn, og nú hevur
blaðið Yedioth Aharonot
prentað myndir av her-
monnum, sum gera gjøldur
burtur úr deyðum palestin-
um.
Myndirnar, sum blaðið
hevur prentað, vísa millum
annað ein hermann standa
uppi yvir einum deyðum
palestina. Hermaðurin sikt-
ar eftir palestinanum, sam-
stundis sum hann hevur sett
annan fótin á líkið. Blaðið
sigur seg eisini hava eina
mynd, har ein hermaður
hevur sett eina sigarett í
munnin á einum deyðum
palestina.
Moshe Yaalon, herovasti,
var sjónliga illa við av
myndunum, tá hann hitti
tíðindafólk um vikuskiftið.
– Slíkt skal ikki henda í
ísraelska herinum, sum fær
umfatandi frálæru í altjóða
mannarættindum.
Hetta
stríðir ímóti okkara reglum,
og eg kann vissa tykkum,
um, at hetta verður kannað
til botns, segði Moshe-
Yaalon.
Í Ísrael eru nógv fólk í
øðini um framferðina hjá
hermonnunum, sum minier
tey um tað, sum hendi í
Abu Ghraib-fongslinum í
Irak, skrivar Reuter. Øðin
er ikki vorðin minni, eftir
at fleiri heryvirmenn hava
mælt mndugleikunum frá
at revsa hermenninar.
Sum væntað endaði
forsetavalið í Ukraina
í ruðuleika. Andstøð-
an leggur myndug-
leikarnar undir grovt
valsvik
VAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sjálvt um allar kanningar
undan forsetavalinum í
Ukraina sunnudagin vístu,
at andstøðuvalevnið, Viktor
Jusjtjenko, fór at vinna, var
úrslitið tað beint øvugta, tá
uppteljingin var um at vera
liðug í gjár.
Tá kunngjørdu myndug-
leikarnir, at valevnið hjá
stjórnini, Viktor Jankivitj,
hevði fingið 48,8 prosent
av atkvøðunum, og at Jusj-
tjenko hevði fingið 47,4
prosent. Sonevndar exit-
poll kanningar valdagin
vístu annars, at andstøðu-
valevnið fór at fá 54 pros-
ent av atkvøðunum.
Í gjár segði Viktor Jusj-
tjenko í einari røðu fyri
fleiri túsund viðhaldsfólk-
um, at tað var eingin ivi
um, at andstøðan hevði
vunnið valið, og hann bað
viðhaldsfólkini mótmæla
valsvikinum hjá myndug-
leikunum.
– Vit vunnu valið, og vit
mugu verja sigurin. Stats-
kvettið í Ukraina er longu í
gongd, segði hann og sipaði
við valsvikið. Hann boðaði
samstundis frá, at andstøð-
an fer at kæra valmyndug-
leikarnar fyri ES og evro-
peiska
samstarvsfelags-
skapinum OSCE.
Í fyrra valumfarinum,
sum var 31. oktober, stað-
festu valeygleiðarar hjá ST,
ES og USA umfatandi
valsvik. Eitt nú vísti tað
seg, at í summum valdøm-
um vóru fleiri atkvøður enn
veljarar.
Forsetavalið í Ukraina
verður mett at vera tað
týdningarmesta,
síðani
landið tók seg burtur úr
Sovjetsamveldinum í 1991.
Valevnið hjá stjórnini vil
varðveita tað góða sam-
bandið við Russland, með-
an andstøðuvalevnið vil
hava Ukraina nærri ES.
Ruðuleiki í Ukraina
Gera gjøldur burtur úr
deyðum palestinum
Tað eru myndir sum hendan, ið hava fingið øði í nógvar ísraelsmenn
Friðarligt
vikuskiftið
Løgreglan sigur, at
vikuskiftið hevur verið
sera friðarligt. Hóast
jólaforkostarnir
eru
byrjaðir, so hevur løg-
reglan ikki merkt nak-
að til hetta enn. Úr
Havn frætta vit nevni-
liga, at vikuskiftið
hevur verið sjáldsama
friðarligt.
Bilur bakkaði á
Í Klaksvík var ein
minni
ferðsluóhapp
um vikuskiftið.
Ein bilur, ið stóð
inni á einum parker-
ingsbási, skuldi avstað
og bakkaði tí út á
vegin. Júst tá kom ein
bilur koyrandi ímóti,
og hesin fekk ikki
steðga, allarhelst or-
sakað
av
hálkuni.
Vakthavandi í Klaks-
vík sigur, at báðir
bilarnir fingu nakað av
skaða, men tíbetur var
eingin persónsskaði.
Húsaófriður
Leygarnáttina
fekk
løgreglan í Klaksvík
eisini eina fráboðan
um húsaófrið. Teir fóru
á staðið, og vóru
noyddir at taka ein
mann við sær avstað.
Vakthavnadi sigur at
tað er ymsikt hvat teir
gera við mans, sum
verða tiknir við or-
sakað av húsaófriði.
– Tað kemur an uppá
støðuna.
Onkuntíð
verða teir tiknir við inn
á støðina, og verða so
blakaðir í brummuna
her. Men eru teir ró-
ligir, so kemur tað eis-
ini fyri, at teir verða
koyrdir heim til familj-
una. Tað, sum er mest
umráðandi, er bara at
fáa tey bæði bæði, sum
eru farin til hendurs,
so langt burtur frá
hvørjum øðrum sum
gjørligt, sigur vakt-
havandi í Klaksvík.
Rúsdrekka-
koyring
Av
politistøðini
á
Tvøroyri frætta vit, at
ein bilførari var tikin
fyri at koyra rús-
drekkakoyring. Vakt-
havandi sigur, at bil-
førarin varð tilvildar-
liga steðgaður í Vági,
og tað vísti seg so, at
hann var ávirkaður av
rúsdrekka. Promillan
var tó ikki nakað
serliga høg, hóast hon
var yvir markið, sigur
vakthavandi.
– Eys –
Nýggja fløgan hjá
Eivør kemur út týs-
dagin, og í tí sam-
bandi fara Eivør og
Bill Bourne at hava
konsertir týskvøldið
og Mikukvøldið. Bill
Bourne fer eisini at
hava konsert hós-
kvøldið í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði
Týsdagin 23. nov kemur
nýggja fløgan hjá Eivør
Pállsdóttir út.
Í hesum sambandi fer
Eivør at hava konsert í
Müllers
Pakkhúsi
týs-
kvøldið kl. 19.30. Men av
tí, at hendan konsertin
longu er útseld, verður ein
eykakonsert í Pakkhús-
inum,
mikukvøldið
kl
19.30.
Billettir til mikukvølds-
konsertina fáast í Kunn-
ingarstovunum í Runavík
og í Havn.
Fyrireikararnir siga, at
nógv er gjørt burturúr at
gera
Müllers
pakkhús
hugnaligt og spennandi at
koma inn í. Millum annað
er pallurin prýddur við
meiri enn 100 guitarum.
Nógv er eisini gjørt fyri at
skapa góðan stemning við
ljósi og ikki minst við góð-
um ljóði.
Eivør Pálsdóttir og Bill
Bourne komu til landið
mánadagin, og saman fara
tey nú at fyrireika seg til
útgávukonsertirnar.
Eivør fer longu avstað
aftur hósdagin, tí hon er á
palli í Reykjavík hvørt
fríggjakvøld og leygar-
kvøld í Hafnarfjarðarleik-
húsinum, har leikurin, ið
byggir á gomlu Úlfhams-
sagaina framvegis verður
framførdur. Eivør hevur
gjørt tónleikin til leikin, og
virkar sum frásøgufólk, har
hon syngjandi sigur frá
søgugongdini.
Bill Bourne, ið tey flestu
munnu kenna frá G! Festi-
valinum og »Mær leingist«,
steðgar ein dag longur, og
fer at hava konsert í Ment-
anarhúsinum í Fuglafirði
hóskvøldið.
– eys –
Í døgunum 23.-27.
november, fara 124
næmingar á Musikk-
skúlanum til royndir.
Royndirnar eru sjálv-
bodnar og verða
hildnar ymsa staðni í
landinum
Hesa
vikuna
skipar
Musikkskúlaskipanin fyri,
at næmingar, sum eru í
Musikkskúlaskipanini,
sleppa upp til roynd, um
teir ynskja tað.
124 næmingar úr øllum
landinum hava tikið av
tilboðnum um royndina.
Næmingarnir
spæla
á
ymisk ljóðføri.
Tað er enski metingar-
stovninum
Associated
Board
of
The
Royal
Schools of Music, ið kemur
at døma støðið hjá ungu,
føroysku tónleikarunum.
Próvdómari hesaferð er
Eileen Field, sum er út-
búgvin pianistur og sangari
á Royal Academy of Music
eins og á Royal Schools of
Music. Eileen Field hevur
drúgvar royndir sum lærari
í klaveri, fylgispæli og í
sangi og hevur stjórna
nógvum kórum og bólkum.
Í løtuni skrivar hon
undirvísingartilfar
fyri
Boosey and Hawkes, og
herfyri kom út eitt savn við
"20th Century Easy Song
Collection", sum hon hevur
lagt til rættis.
Umboð fyri Musikk-
skúlaskipanina siga, at tað í
ár eru heldur fleiri næming-
ar á hægru stigunum enn
árini
frammanundan.
Royndin er tí ætlað sum ein
liður í menningini av ljóð-
førisspælinum.
Royndir eru á hvørjum
ári í Føroyum og til ber at
taka prógv á byrjanar- og á
konservatoriistigi.
Royndirnar verða hildnar
í Havn, Klaksvík og í
Vágum í døgunum frá 23.
til 27.november.
– Eys –
Savnsmynd
Nakrar mammur at
gentum við etingar-
ólagi, hava í eina tíð
møtst at práta um
síni viðurskifti. Nú
vilja tær gera fundir-
nar til ein fastan tátt,
og bjóða øðrum av-
varðandi við
Stuðulsbólkurin fyri av-
varðandi hjá fólki við et-
ingarólagi, sum er anoreksi
og bulimi, ætlar nú at fáa
fundirnar í eina fasta legu
og at bjóða øðrum avvarð-
andi við.
Sum er, eru tær bert
nakrar mammur, ið hittast,
men tær vilja fegnar hava
foreldur, systkin, menn,
konur, vinfólk ella á annan
hátt avvarðandi at fólki við
etingarólagi við í stuðuls-
bólkin.
Fundur verður í felags-
skúlanum á Oyrabakka
leygardagin 27. november
kl 16.00.
Á fundinum fer Alis
Jacobsen, foreldur at barnið
við etingarólagi, at tosa um
evnið: »Mytur um ano-
reksi«. Síðani verður prátað
um, hvussu tað er at vera
avvarandi, hvørjar spurn-
ingar ein setur sær og um
tær ymisku royndirnar, sum
fólk hava gjørt sær.
– eys –
Eivør Pálsdóttir útgávukonsert
Royndir
í musikk-
skúlanum
Kennir tú nakran við etingarólagi?
C
M
Y
K
3
2