Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. november 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 224 - 23. november 2004 Nr. 224 - 23. november 2004 5 Hvør minuttur og hvør tóni var eitt satt njótilsi. Tey umleið 600 fólkini, ið høvdu leitað sær í Kelduna fríggjakvøldið til stórslignu útgávu- konsertina hjá sang- bólkinum, Salt, fingu sanniliga nakað fyri peningin. Við eina- standandi vøkru røddum sínum og breiða songúrvalin- um fingu tey rættiliga áhoyrararnar við sær KONSERT Orð og myndir Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Hóast koyrilíkindini ikki vóru av teimum bestu fríggjakvøldið, so høvdu parkeringsvørðarnir við samkomuhúsið hjá Kelduni úr at gera við at finna pláss fyri teimum fleiri hundrað bilunum, sum í jøvnum streymi komu úr øllum ættum. Tá klokkan var farin nak- að av níggju, komu sangar- arnir í Salt á pallin, øll klødd í reyðum og svørtum. Vónirnar til konsertina vóru í topp, tí fasilitetirnir í Kelduni eru av teimum allarbestu í landinum. Tí varð tað eitt vónbrot fyri áhoyrararnar og ikki minst sangararnar, tá ljóð- teknikkurin sveik nakað. Men hóast tað, var fram- førslan hjá Salt framúr góð, og fólk vóru samd um, at konsertin var sera væl eydnað. Í steðginum framførdi bólkurin, [Skwi:z] úr Klaksvík, til stóran stutt- leika fyri áhoyrararnar, tón- leik við sangi, floytum, fløskum og gløsum. Væl umhugsaðir tónar Gunvá við Keldu úr Klaks- vík var ein av mongu áhoyrararunum, og hon sigur soleiðis frá sínari uppliving av konsertini: „Satt at siga, so gleddi eg meg til konsertina við Salt. Havi hoyrt tey live fyrr og eisini í útvarpi. At tey nú havi givið fløgu út, er gleðiligt. Eg sat væl fyri til kon- sertina, og meðan tey sungu teir fyrstu sangirnar a capella, mátti eg blunda og njóta røddirnar. Tað er ikki ofta, vit hoyra bólkar, har røddirnar hava so stóran leiklut. Meðan eg sat og blund- aði, reikaðu tankarnir til so mætar bólkar sum "The King Singers" og "The Real Group". Tað var so vakurt og harmoniskt, og hvør tóni var vælumhugs- aður og væl sungin. Má siga, at arrangementini til sangirnar vóru sera flott. Bólkurin er væl saman- sungin, og røddirnar ljóða avbera væl saman. Kanska eru røddirnar meira kórrøddir heldur enn solorøddir, men tó skal sigast, at sangurin "Beauty", har Paula sang solorøddina, var einastand- andi vakur og hóskaði væl til hennara rødd. Við var eisini eitt orkest- ur við framúr góðum tón- leikarum. Til sangirnar, har orkestrið spældi undir, var næstan eingin munur á kvalitetinum á røddunum. Øll gjørdu sær eins stóran ómak og ljóðaðu líka væl sum til a capella sangir- nar". At enda ynskir Gunvá at nýta høvið at takka Arnvør, Elsebeth, Rógva, Jóan Magnus, Óla Kristian, Paulu og Ednu fyri eina ómetaliga góða konsert og ynskir teimum góða eydnu við nýggju fløguni. Droyma um Amerika Eftir konsertina tosaðu vit við Bárð á Lakjuni, sum sigur, at bólkurin hevur nógv á skránni tað, sum eftir er av hesum árinum. Eitt nú eru tey boðin til Skotlands at luttaka á einari jólakonsert í býnum Moth- erwell, nær Glasgow. Og her heima skulu tey syngja á eini stórari jólagospel- konsert í ítróttarhøllini á Hálsi tann 18. desembur. Bárður sigur, at tey ætla at halda fram við at venja, og at teirra stóri dreymur er at fara yvir til Amerika at framføra. Søtir tónar frá Salt Sangarar: Edna Jacobsen, Fuglafiði Paula Jespersen, Leirvík Bárður á Lakjuni, Leirvík Elsebeth Lassaberg, Fuglafirði Jóhan Magnus K. Olsen, Saltnes Arnvør á Torkilsheyggi, Nes Óli Kristian á Torkilsheyggi, Nes Tað vóru teir báðir, Bárður og Óli Kristian, sum í 1999 byrjaðu at syngja undir navninum, Saltbrøður, ið síðani varð til bólkin Salt. Sangararnir og tónleikararnir virka vanliga innan brøðrasamkomuna. Tað, sum bólkurin serliga er kendur fyri og sum er eitt vørumerkið hjá bólkinum, er, at tey vanliga syngja à capella, sum merkir, at tey bara hava røddir og eingi ljóðføri. Nýútkomna fløgan er tikin upp í Studio Pegasus í Klaksvík í tøttum samstarvi við Hans Poulsen úr Runavík, sum í løtuni er búsitandi í Keypmannahavn. Fakta um Salt Um 600 fólk høvdu leitað sær í Kelduna fríggjakvøldið til stórslignu útgávukonsertina hjá sangbólkinum, Salt Bólkurin, [Skwi:z] úr Klaksvík, framførdi í steðginum - ikki bert til óføran stuttleika, men eisini til stórt fragd hjá áhoyrararunum - tónleik á leikutoysfloytum, sodavatnsfløskum og gløsum. Hugskotið til navnið fingu tær, tá tær vandu við fløskunum. Ein sodavatn hjá Føroya Bjór eitur nevniliga, Sqviiz, og tað leiddi tankar teirra til enska orðið, squeeze, sum merkir at kroysta. Og sannliga skal kroystast, um tónarnir skulu fáast fram, tá blást verður í fløskurnar Hýrurin á áhoyrarunum var góður, og hóast kavan og ringu koyrilíkindini, so vóru nógv fólk, bæði ung og eldri, komin at hoyra Salt syngja – Tað er so vælsignað lætt at vera eftir- snarur, men eg haldi framvegis ikki, at eg bar meg skeivt at, tá ið Norrøna fór á land fyrr í ár, sigur skipar- in, Ólavur Hovsgarð NORRØNA-ÓHAPPIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skiparin á Nørrønu er alt annað enn nøgdur við frá- greiðingina hjá Skipaeftir- litinum um óhappið, tá ið Norrøna sigldi á land í Havn tann 15. januar í ár. – Eg góðtaki yvirhøvur ikki tað allarmesta av frá- greiðingini, tí eg meti fram- vegis, at eg bar meg rætt at, sigur Ólavur Hovsgarð, skipari hendan túrin. Í frágreiðingini verður víst á, at høvuðsorsøkin til óhappið var tann nógvi vindurin. Men tað verður eisini víst á, at skiparin gjørdi nógv mistøk. Hesi mistøkini førdu í fyrra lagi við sær, at óhapp- ið hendi yvirhøvur og í øðr- um lagi førdu tey til, at óhappið varð nógv verri enn tað annars hevði verið. Tá ið vit fingu orðið á Ólav Hovsgarð, hevði hann ikki lisið frágreiðingina so gjølla, at hann kundi gera so nógvar viðmerkingar. Men hann kann beinan- vegin siga, at tað eru stórir partar í frágreiðingini, sum hann als ikki góðtekur. – Eg kann góðtaka, at tann nógvi vindurin var høvuðsorsøkin til óhappið. Men eg góðtaki ikki, at eg bar meg skeivt at. Lætt at vera eftirsnarur Ólavur Hovsgarð heldur annars, at tað er so vælsign- að lætt at vera eftirsnarur. – Skipaeftirlitið hevur havt 10 mánaðir um at koma til eina niðurstøðu. Men á brúnni hendan óeydnisdagin hevði eg bara nakrar minuttir at umráða meg í, sigur skiparin. Hann vísir aftur, at hann manøvreraði skeivt, tá ið hann kom inn á Havnina. – Eg manøvreraði soleið- is sum eg átti undir teimum umstøðum, sum vóru. Hann sigur, at Skipaeftir- litið vísir á, at hann skal hava roynt at at lagt síðuna upp ímóti vindinum. – Eg skilji ikki, hvat teir hugsa um. Eg havi ongantíð vitað, at síðan skal leggjast upp ímóti vindinum og tað havi eg ongantíð roynt. Eg havi altíð lært, at skipið skal leggjast upp ímóti vindinum. Tað hevur verið víst á, at tað var hetta, sum tólini í maskinuni vísti. Men í hes- um sambandi skal havast í huga, at tað kunnu ganga minuttir ímillum tað, sum verður vístí maskinuni og tað, sum fer fram á brúnni. – Men skuldi eg snara runt inni í hylinum í Havn, kundi eg ikki havt man- øvrerað øðrvísi, enn gjørdi. Somuleiðis vísur Skipa- eftirlitið á, at eftir tað fyrsta óhappið, átti skipið at verð- ið lagt stilt og motorarnir steðgaðir. – Hetta er ørskapur. Skuldi so skipið bara ligið og banka inn ímóti, spyr skiparin. Hevði Skipaeftir- litið sagt, at skipið skuldi verið fingið at bryggju á Viðarnesi og bundið, og síðani motorarnir steðgaðir, kundi eg skilt tað. – Men tað er altíð lætt at verða eftirsnarur. Vit vóru komnir í eina vandastøðu og ein natúrligt reaktión upp á eina vandastøðu, er, at royna at koma sær burturúr henni aftur, fyri at fáa yvirlit yvir støðuna. Annars fýlist skiparin á, at Skipaeftirlitið hevur brúkt simulatorkanningina fyri at lýsa støðuna. – Simulatorkanningarnar vísa bara, hvussu tað er at koma inn í hylin. Og tað er púra rætt, at tað ber væl til at koma inn í hylin. – Tað ger tað í øllum veðri. – Men teir tykjast at hava gloymt, at tá ið skipið er komið inn í hylin skal skipið vendast og leggjast at og tað vísir simulator- kanningin onki um og tí er hon heldur onki verd í hes- um sambandi, sigur Ólavur Hovsgarð. Skipaeftirlitið vísur á, at tá ið kom á Havnina, royndi skiparin at gjørdi skiparin av at sigla innan fyri tey russisku skipini, sum lógu fyri akkeri í Nólsoyarfirði. – Hetta bar í sær, at neyð- ugt var at fara tætt framvið Nýhavnini og harvið at gera eina stóra kósbroyting á stýriborð í einum, fyri at koma í innsiglingina og inn í hylin millum Viðarnes og Tinganes. Undir umstøðunum, sum vóru hendan dagin, var ikki rúmd fyri feilmanøvrum. Ein annar møguleiki var at sigla inn í havnina uttan- fyri russisku skipini, ið lógu fyri akkeri, fyri síðani at andøvt inn við Argja- landinum og inn í havnina. Um hetta varð gjørt, hevði ikki verið neyðugt at gera so stóra kósbroyting í einum. Siglingin inn í havnina kundi verið gjørd við fleiri smáum kósbroyt- ingum. Hetta hevði gjørt tað munandi lættari at leggja skipið við stevninum móti vindinum. Um Nor- röna stevndi móti vindin- um, hevði skipið havt nóg mikið av maskinorku til, at vindurin ikki hevði tikið tað. Haraftrat hevði pláss verið fyri fleiri manøvru- møguleikum. Skiparin sigur, at hann gjørdi at av sigla sum hann gjørdi, fyri ikki at missa kraftina á afturskipinum og tað heldur hann framvegis var tað rætta. – Tað var tann nógvi vindurin, sum var høvuðsorsøkin, sum var orsøkin til óhappið hjá Norrønu fyrst í árinum. Men skiparin gjørdi eisini fleiri mistøk, stað- festir Skipaeftirlitið NORRØNA ÓHAPPIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skipaeftirlitið er loksins liðug við frágreiðingina um óhappið, tá ið Norrøna sigldi á bryggjurnar í Havnini 15. januar. Sostatt tók tað 10 mánað- ir at gera frágreiðingina, sum fyllir yvir 100 síður. Skipaeftirlitið staðfestir, at tað vóru nógv mistøk, sum vórðu framd í tí nógva vindinum, sum førdi til óhappið Orðarætt sigur Skipa- eftirlitið at: Høvuðsorsøkin, til at Norröna sigldi á Viðarnes fyrstu ferðina hin 15 januar, var nógvi vindurin, sum kom í ælinum. Medvirk- andi orsøkir vóru: 1. at snarað varð á bakborð og skipið lagt tvørs við stýriborðsíðu upp í vindin 2. stóra kósbroytingin fyri at koma inn í hylin Tá skipið hevði siglt á Við- arnesbryggjuna fyrstu ferð, átti tað at verið liggjandi og høvuðsmaskinurnar steðg- aðar. Nógvur vindur Tá ið óhappið hendi, var høgur landnyrðingur 10-17 metrar um sekundið, við ælingum. Tá ið Norröna kom inn áraka molan kom eitt vindæl og vindferðin fór upp um 20 m/sek. Sýnið varð gott. Tórshavnar havn hevur upplýst, at streymur ávirkar ikki skip, ið sigla inn í Tórshavnar havn. Løgreglan hevur skrivað í døgnrapportina hin 15. januar, at alkoholroynd varð tikin av skiparanum og yvirstýrimanninum beint eftir, at óhappið var hent. Alkohol royndirnar vístu, at hvørki skiparin ella yvir- stýrimaðurin høvdu nortið nakað alkohol. Vit hoyra meiri um frá- greiðingina í komandi bløðum. Skiparin Norrønu er sera ósamdur við frágreiðingina Ólavur Hovsgarð fær skyldina fyri at hava gjørt nógv mistøk, tá ið Norrøna sigldi á bryggjurnar í Havnini fyrr í ár og fekk skaða. Men hann vísir tí mesta aftur Vindur og mistøk orsøkin til óhappið hjá Norrønu Tað var nógvur vindur, men tað vóru eisini fleiri mistøk, sum førdu til óhappið, sigur Skipaeftirlitið C M Y K 5 4