týsdagur 23. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 224 - 23. november 2004
Nr. 224 - 23. november 2004
7
Í vikuni kom nýggj
føroysk fløga og
litbók á marknað-
in. Tað er felagið
IRIS sum stendur
aftan fyri hesi
spennandi og ann-
aðleiðis útgávuni
TÍÐINDASKRIV
Iris
Á fløguni sum hevur
fingið heitið "Í føðing-
ardag hjá Trølla Pætur"
er ein fitt barnasøga og
10 sangir. Teir flestu av
sangunum eru nýggir,
men onkur frá filminum
er eisini við. Eitt nú
"Trøllini og Mafian" og
"Eg eiti Jógvan".
Søgan og sangirnir
eru knýttir saman á ein
stuttligan hátt, og sang-
irnir binda søguna sam-
an. Søgan er eitt ljóð-
spæl, har man umframt
tann sum greiðir frá,
eisini hoyrir persónar-
nar, sum leika við. Høv-
uðspersónarnir í søguni
eru Trølla Pætur, Trølla
Omman, Jógvan Yvir-
politimeistari,
Erling
Politistur, Leikamafian
við Stampi, Anthonio og
Willy, Kári Handilsmað-
ur og Ossi.
Í stuttum kann man
siga um søguna, at
Trølla Pætur gleðir seg
at halda føðingardagin.
Umframt Jógvan og
Erling, so hevur hann
eisini boðið øllum sín-
um floksfeløgum og
vinum heim til sín henda
dagin.
Sama dag sum Trølla
Pætur hevur føðingadag,
verður
Leikamafian
leyslatin. Teir hava nú
sitið sín dóm og eru nú
fríir menn. Men teir
hava ikki lært nakað av
at hava sitið í fongsli í
eitt ár - teir leggja bein-
anvegin nýggjar ætlanir
at stjala, og tá teir avgera
at stjala allar pengarnir
frá Ossa, sum er á veg í
føðingardag hjá Trølla
Pæturi, tá kann tað bara
enda galið. Ossi við
Leikamafiuni enda í
Føroyum, so er spurn-
ingurin, um Jógvan og
Erling politistar megna
at fanga Leikamafiuna,
áðrenn hon ger nakran
skaða.
Við fløguni fylgir eis-
ini ein litbók við. Í lit-
bókini kann man leggja
litir á allar persónarnir,
sum eru við í søguni,
umframt aðrar tekning-
ar. Litbókin er 40 síðir
og kann man eisini
keypa hana uttan at
keypa fløguna.
Stuðlað
útgávuni
hava: Føroya Shell, BR-
Leikur, Kall, J.F.Kjølbro
Heilsøla, Poul Michel-
sen og Skipafelagið Før-
oyar. Fløgan og litbókin
fáast um alt landið.
Trøllafløga og litbók
Once upon a time er
heiti á einum risa-
stórum tiltaki, sum
verður hildið í Park-
ini í Keypmannahavn
í apríl mánaði kom-
andi ár í sambandi
við, at H. C Andersen
hevði fylt 200 ár.
Flogfelag Føroya
skipar fyri ferðum,
har atgongumerki til
sjálvt tiltakið eru
íroknað
H.C.ANDERSEN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fyrsta vikuskiftið í apríl
mánaði komandi ár, verður
eitt stórsligið tiltak í Park-
ini í Keypmannahavn fyri
at hátíðarhalda 200 ára
dagin hjá H.C.Andersen.
Ein stór hátíðarveitsla við
framsýningum av ymsum
slagi verður hildin í Parkini
alt vikuskiftið.
Tann heilt stóri dagurin
verður leygardagurin 2.
apríl, har kongeligir, al-
tjóða gestir, H.C. Andersen
ambassadørar
umframt
40.000 áskoðarar savnast
til tað stóra tiltakið, sum
hevur fingið heitið "Once
upon a time".
Meira enn 300 listafólk
av ymsum slagi fara at upp-
traðka. Dansarar, tónleik-
arar frá bæði popheiminum
og tí meira klassiska og
onnur hittast í einum ævin-
týrakendum showi, sum
heiðrar hugtakandi huga-
heimin hjá H.C.Andersen.
H.C.Andernsen er kend-
ur um allan heimin, og
tískil skal hetta tiltakið vera
á einum altjóða støði, har
størstu stjørnurnar av yms-
um slagi í heiminum verða
umboðaðar. Arbeitt verður
við at fáa navn sett á stjørn-
urnar. Higartil hevur eydn-
ast teimum at fáa so fræg
fólk sum: Nigel Kennedy,
(UK), Cui Jian, (Kina),
Den kgl. Ballet (DK),
Harry Bellafonter, (US)
Susan Sarandon (US), Isa-
bel
Allende(Chile)
og
mong, mong onnur.
Ævintýrini hjá H.C. And-
ersen eru sjálvandi eisini
vælkend í Føroyum. Hvørt
mansbarn men kenna ævin-
týrið um eitt nú "Tann ljóta
dunnuungan". Tískil hevur
Flogfelag Føroya tikið stig
til at skipa fyri ferð niður til
tiltakið. Meiri fæst at vita
um ferðirnar á heimasíðuni
hjá Flogfelagnum:
www.ff.fo ella við at venda
sær til Flogfelagið.
Klaksvík:
Tað hevur
gingið serstakliga striltið
hjá nýggja meirilutanum
í Klaksvíkar býráð at
fingið ein fund um at
gera arbeiðsætlanir og at
manna tær ymsu nevnd-
irnar frá hondini. Einar
tríggjar ferðir er fund-
urin fluttur vegna forfall
av ymsum slagi.
Nú er so borgarstjórin
Steinbjørn Jacobsen far-
in til Danmarkar og
verður burtur alla hesa
vikuna. So nýggur fund-
ur er ikki avtalaður fyrr
enn í aðru viku.
— Ja, vit hava havt
ótrúliga torført við at
savna tropparnar, men
vit hava sum so ikki so
nógvan skund enn, sigur
Jákup Mikkelsen, ný-
valdur býráðslimur hjá
Fólkaflokkinum.
Hann sigur, at nevnd-
irnar eru so gott sum
mannaðar, men avgjørt
er ikki at fara út við tí,
fyrr enn arbeiðsætlanin
fyri komandi fýra árini
er gjørd.
- sae -
Í kvøld, týskvøldið, verður
bókin um vinnulívsmannin
og rokskiparan Kaj Jo-
hannesen løgd fram í bý-
ráðshøllini í Klaksvík
Skráin verður fjølbroytt.
Kvinnukórið Suð fer at
syngja, varaborgarstjórin
Torleif Sigurðsson bjóðar
vælkomin, formaðurin í
Mentanarnevndini Jórun
Høgnesen heldur røðu,
leiðarin av Fornminna-
savninum Jógvan Ravns-
fjall greiðir frá um bókina
og fyrsta eintakið av bókini
verður handað varaborgar-
stjóranum,
Torleifi
Sigurðsson.
Rithøvundurin Jústinus
Leivsson Eidesgaard kemur
eisini at greiða frá um
forarbeiðið og útgávuna
Eftir framløguna fæst
bókin til keyps í Kunn-
ingarstovuni, har rithøv-
undurin - Jústinus Leivsson
Eidesgaard eisini signerar
bókina.
Framløgan
verður sum
sagt í Býráðs-
høllini týs-
kvøldið og
byrjar klokkan
19.
- sae -
Meirilutin ikki
fundast enn
Einaferð var tað
Útgávudagur í Klaksvík
Nú er ein nýggj fløga komin á marknaðin við nýggjum
og kendum løgum frá Trølla-Pætur, Ommuni og øllum
hinum, sum spældu við í seinasta filminum
Vinnan setir
ferðina niður
Innflutningurin
av
maskinum og aðrari út-
gerð til vinnuna er mink-
að við einum fjórðini í ár.
Tað vísir ein uppgerð hjá
Hagstovu Føroya.
Innflutningurin til Før-
oya fyrstu átta mán-
aðirnar í ár minkaði við
28 prosentum, og tað
kemst serliga av, at inn-
flutningurin av skipum er
minkaður. Verða skipini
tikin burtur úr, er mink-
ingin trý prosent.
Tað er serliga innflutn-
ingurin av íløguvørum og
vørum
til
vinnuliga
nýtslu, sum er minkaður
seinasta árið. Av maskin-
um og aðrari útgerð er
innflutt fyri 77 miljónir
minni í ár enn í fjør, ein
minking upp á 24 %.
Og
afturgongdin
í
alivinnuni sæst týðuliga
aftur í innflutningsvirð-
inum á alifóðri, sum er
farið úr 168 miljónum
fyrstu átta mánaðirnar í
2003 niður á 105 miljón-
ir í ár, ein minking upp á
37 %, vísir uppgerðin hjá
Hagstovuni.
Tey privatu
halda fram
Innflutningurin av vørum
til beileiðis nýtslu liggur
í ár á sama stigi, sum
hann gjørdi í fjør.
Meðan vinnan ikki
klárar at halda ferðini,
hava tey privatu ikki sett
fótin á bremsuna, hóast
afturgong í búskapinum.
Fyrstu átta mánaðir-
nar í ár er innflutingurin
til privata nýtslu tann
sami, sum hann var somu
tíð í fjør.
Harafturat er innflutn-
ingurin av brennievni,
bensini og tílíkum vørum
er vaksin við 39 miljón-
um fyrstu átta mánaðir-
nar í ár í mun til sama
tíðarskeið í fjør. Hetta er
ein vøkstur upp á 13%.
Útflutningurin
minkar
Føroyski útflutningurin
er minkaður í ár við 103
milliónum krónum. Tað
er ein afturgongd á 4
prosent, vísir ein uppgerð
hjá Hagstovu Føroya.
Av toski, hýsu og upsa
er útflutt fyri slakar 95
miljónir ella 9 % minni. Í
nøgd er talan um eina
minking upp á 13 %. Av
hesum fiskasløgum er
tað serliga upsin, sum ger
munin. Útflutningurin av
upsa er farin niður við 26
% í nøgd og 28 % í virði.
Útflutningurin av laksi
er minkaður góðar 33
miljónir ella 7 %, og av
sílum er minkingin út við
68 miljónir ella 54 %.
Stjórin í norska
reiðarínum Fjordline
gav mánadagin 350
fólkum sekkin, tí
Fjordline flaggar út
til Føroya. Starvsfólk-
ini vóru í øðini um
uppsagnirnar
UPPSAGNIR
Eyðun Klakstein
Fyrrpartin mánadagin fór
stjórin í norska reiðarínum
Fjordline,
Ove
Johan
Solem, á fund við síni
starvsfólk og boðaði frá, at
350 av 500 fólkum verða
søgd úr starvi.
Orsøkin er, at norska
reiðaríið fer at skráseta seg
í føroysku skipaskráseting-
ini fyri at spara lønarút-
reiðslur, og tí má megin-
parturin av starvsfólkunum
úr sínum størvum í mars
ella apríl mánaði næsta ár.
Ein serliga norsk skatta-
skipan fyri sjófólk verður
avtikin frá 2006, og tað
hevur fingið Fjordline til at
leita til Føroya.
Harðar atfinningar
Norska blaðið VG skrivar,
at Ove Johan Solem fekk av
at vita frá sínum starvsfólk-
um, eftir at hann hevði
boðað frá hópuppsøgnun-
um.
Tað vóru ógvulisligar
reaktiónir frá starvsfólkun-
um, sum ivaðust í, hví
Fjordline skal flagg út
beinanveg, tá ið norska
skattaskipanin varðar til
2006.
Fjordline missir 60 milli-
ónir krónur, tá serliga
skattaskipanin fer úr gildi,
og hetta brúkar leiðslan í
felagnum sum grundgeving
fyri at skráseta seg í før-
oysku FAS-skipanini.
Starvsfólkini mótmæltu í
gjár uppsagnunum.
Í januar mánaði gev-
ur føroyska song-
kvinnan Guðrun
Sólja Jacobsen sína
næstu fløgu út í Dan-
mark. Men longu nú
ber til at hoyra brot
burtur úr sangunum,
sum eru at finna á
nýggju fløguni
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Á heimasíðuni hjá Guðrun
Sólju Jacobsen ber til at
taka partar av tónleikinum
niður á telduna fyri at fáa
eina hóming av, hvussu
nýggja fløgan fer at ljóða.
Fløgan er framleidd av
Poul Halberg og Stig
Kreutzfeldt, sum báðir eru
kendir menn í donskum
tónleiki, og sum báðir eru
kendir fyri at framleiða
bleytan
og
melodiøsan
popptónleik.
Kendir sangir
Nýggja
útgávan
hjá
Guðrun kallast Wake Up,
og á fløguni eru fyrst og
fremst sangir, sum eru
kendir frammanundan, men
sum Guðrun hevur gjørt
sína egnu útgávu av. Til
dømis Imagine hjá John
Lennon og Every Breath
You Take hjá Police.
Áðrenn sjálv fløgan kem-
ur út, verður ein stakfløgu
sett til sølu, og hesi stak-
fløgu verður ein nýggjur
sangur, sum Poul Halberg
hevur skrivað. Sangurin,
sum kallast Call For You,
hevur potentiali at gerast
hitt, og tað ber til at hoyra
brot úr honum á heima-
síðuni hjá Guðrun Sólju
Jacobsen.
Nýggja fløgan kemur út
31. januar, men smakki-
royndirnar finnast á
www.gudrun-jacobsen.com
Enn einaferð stjørna
Danska blaðið BT skrivaði
nú um dagarnar, at Dan-
marks Radio fer at hava ein
nýggja
kapping
við
Stjørnum í eitt kvøld, men
at hesaferð verður kapping-
in broytt.
Ætlanin er, at kappingin í
januar skal vera millum tey,
sum eru kend frá undan-
farnu kappingunum, og ein
av teimum er sjálvandi
Guðrun Sólja Jacobsen, vil
BT verða við.
– Eg haldi, at tað kann
verða spennandi at verða
við aftur, samstundis sum
eg kann heilsa upp á hinar
luttakararnar aftur, sigur
Guðrun Sólja við BT.
Sambært blaðnum skulu
eisini
James
Sampson,
postbðiði Kalle Brandt,
læknin Thomas Stenberg,
Jacob Andersen og Malene
Mortensen verða við í
kappingini.
Føroyska framleiðsla
Natasja Crone heldur fram
sum vertur fyri kappingini,
og DR sigur, at hetta verður
seinastu ferð, at Stjørna í
eitt kvøld verður á skránni.
Tað verður framleiðslu-
felagið Blu, sum føroyski
Per Zachariasen er annar av
høvuðsmonnunum aftan-
fyri, sum kemur at fram-
leiða nýggju kappingina.
– Tað hevði verið eitt
stig aftur fyri meg,
um eg fór viðaftur í
Stjørna í eitt kvøld,
sigur Gunnar Mikkel-
sen, sum segði nei til
at vera við, tá ið hann
ikki slapp at spæla sín
egna tónleik
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Gunnar Mikkelsen er ein av
vinnarunum
frá
kendu
sangkappingini Stjørna í
eitt kvøld, sum Danmarks
Radio skipar fyri. Men
hann ætlar sær ikki at royna
seg í kappingini aftur.
– Tá eg var við í kapp-
ingin av fyrstan tíð, var tað
tí, at eg vildi vinna ein
plátusáttmála, sleppa út at
spæla og gera mín egna
tónleik. Alt tað havi eg
fingið burtur úr, og tí havi
eg ikki hug at verða við
aftur, sigur Gunnar Mikkel-
sen.
Hann er javnan úti og
spælir, hann hevur givið
fløgu út við sínum egna
tónleiki, og hann fer at
skriva
nýggjar
sangir
saman við bólkinum hjá
sær.
Noktandi svar um
egnan tónleik
– Hevði eg sloppið at spælt
mín egna tónleik í kapp-
ingini, so hevði tað kanska
verið eitt gott hugskot, men
tað sleppi eg ikki, og so
havi eg takkað nei, sigur
hann.
– Eg havi lagt stóran dent
á, at tað ræður um at spæla
sín egna tónleik, og tí hevði
tað verið forvirrandi fyri
tey, sum lurta eftir mínum
tónleiki, um eg aftur fór við
í kappingina og fór at
syngja kopisangir, heldur
Gunnar Mikkelsen.
Komandi vikuskiftið skal
hann spæla í Keypmanna-
havn og í Horsens.
350 fingu fótin
av flyting til Føroya
Guðrun bjóðar smakkiroyndir
Gunnar vil ikki spæla við
Guðrun Sólja Jacobsen skal geva nýggja fløgu út í Danmark, og hon skal vera við í nýggjari
songkapping hjá DR
C
M
Y
K
7
6
um...
...er lisin
-so ert
tú við!
Lesið
Sosialin