Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 224 - 23. november 2004 Nr. 224 - 23. november 2004 9 MARKNAÐARRÁK Í farnu viku komu prís- vakstrartøl bæði í USA og í Evropu fyri oktobur mán- aða. Tey vóru hægri enn væntað, og tað sæst nú, at høgi oljuprísurin í heyst er farin at merkjast, eisini hjá vanliga brúkaranum. Í USA var prísvøksturin 3,2% í mun til oktobur í fjør. Í septembur var talið 2,5%. Í Evropu var talið 2,4%, hækkað frá 2,1% í septem- bur. At tað í høvuðsheitum er oljuprísurin, sum trýstir prísirnar uppeftir, sæst av, at prísvøksturin tá olja og matvørur eru tikin frá, einans er 2,0% bæði í USA og Evropu. Eftir at vera lækkaður 20%-25% tær undanfarnu tríggjar vikurnar, hækkaði oljuprísurin aftur í farnu viku. Frá at hava verið niðri á 40 dollarum, er prísurin á Brent olju nú uppi á 45 dollarum. Tað er kalda veðrið, ið hevur elvt til iva, um USA og Evropa fara at hava størri tørv á olju enn áður væntað. Haraftrat hev- ur ringt veður forðað fyri, at skip hava kunnað lagt at, bæði í Persaraflógvanum og í Russlandi. Tað hevur tískil minkað um útboðið á oljumarknaðinum. Farna vika vísti, at sum støðan er á oljumarknaðinum og í miðeystri, kann oljan spøkja enn, sjálvt um prís- urin kanska kemur niður- aftur á 40 dollarar. Amerikanski dollarin viknaði í vikuni í mun til flest onnur gjaldoyru. Tað er orsakað av stóra undir- skotinum á amerikanska gjaldsjavnanum. Í viku- skiftinum var G20-fundur, og marknaðurin fylgdi væl við, um tað fór at koma nøkur ábending um inntriv frá antin amerikanska, evropiska ella kinesiska miðbankanum fyri at styrkja dollaran. So var ikki, og í løtuni kostar ein evra meir enn 1,30 dollarar. Hendan vikan verður friðarlig hvat viðvíkir lyklatølum. Týskland verð- ur mest áhugaverda landið. Haðani koma mikudagin vinnuálitistalið Ifo og hósdagin prísvakstrartøl fyri novembur. Á partabrævamarknaðin- um er eisini ein friðarlig vika í væntu. Veiki dollarin og oljuprísurin kunnu enn ávirka marknaðin. Fríggja- dagin kemur roknskapur frá Vestas. Veiki dollarin setir dagsskránna Vika 48, 2004 www.kaupthing.fo Bøkur um altjóða lóggávu Tvær bøkur um Før- oyar og altjóða lóg verða lagdar fram mikukvøldið klokkan 20.00 BÓKAFRAMLØGA tíðindaskriv Mikukvøldið kl. 20.00 verða tvær nýggjar bøkur lagdar fram í Ovastovu á Fróðskaparsetrinum. Onnur bókin er "Kilder til Færøernes og Grønlands historie", sum Føroya Fróðskaparfelag gevur út. Bókin er eitt savn við 365 keldum til søgu Føroya og Grønlands, sum fyri mesta partin ikki hava verið al- ment kendar áður. Keldur- nar varpa nýtt ljós á tað, sum hendi, áðrenn Føroyar fingu heimastýrið í 1948, og tað sum hendi áðrenn ST í 1954 góðtók, at Grøn- land varð innlimað í Dan- mark. Tað eru Hallbera West og Maria Amalia Heinesen, sum hava savnað og skipað keldurnar. Hin bókin er "The Right to National Self-Deter- mination — The Faroe Is- lands and Greenland", sum verður givin út á Hol- lendska forlagnum Martin- us Nijhoff. Hetta bók lýsir støðu og rættindi Føroya sambært altjóða rætti, og byggir m.a. á fundir við leiðani fólk í ST. Tilsamans sjey fólk hava verið við til at skriva hesa bókina — m.a. teir viðurkendu ser- frøðingarnir í altjóða lóg, Ole Espersen, Gudmundur Alfredsson og Lauri Hann- ikainen. Harumframt hava Kári á Rógvi, Bjørn Kunoy, Bogi Eliasen, Mininnguaq Kleist og Sjúrður Skaale skrivað hvør sín kapittul. Tað er Norðuratlants- bólkurin á Fólkatingi sum hevur latið bøkurnar gera, og Sjúrður Skaale hevur rit- stjórna teimum. Bøkurnar verða eisini lagdar fram á pressufundi hósmorgunin kl. 9.30. Kári á Rógvi, Bjørn Kunoy, Bogi Eliasen, Min- innguaq Kleist og Sjúrður Skaale verða við á báðum fundunum. Harumframt greiðir Ole Espersen á videobandi stutt frá síni niðurstøðu av arbeiðinum. Manningin handan bøkurnar, sum nú verða lagdar fram. Frá vinstru eru tað: Edward Mortimer, ráðgevi hjá Kofi Annan, Mininnguaq Kleist, Gudmundur Alfredsson, Ole Espersen og Bogi Eliasen PRÓVTØKA tíðindaskriv 124 næmingar í føroysku musikkskúlaskipanini fara roynd í hesari vikuni hjá enska metingarstovn- inum Associated Board of The Royal Schools of Music. Musikkskúlaskipanin skipar fyri, og næmingar- nir, sum spæla á ymisk ljóðføri, eru úr øllum landinum. Royndirnar verða hildnar í Havn, Klaksvík og í Vágum í døgunum frá 23. til 27.november. Tað eru heldur fleiri næmingar á hægru stig- unum enn árini framman- undan. Næmingarnir fara sjálvbodnir til royndirnar, sum eru liður í menning- ini av ljóðførisspælinum. Próvdómari hesaferð er Eileen Field, sum er útbúgvin pianistur og sangari á Royal Academy of Music eins og á Royal Schools of Music. Eileen Field hevur drúgvar royndir sum lærari í klaveri, fylgispæli og í sangi og hevur stjórna nógvum kórum og bólkum. Í løtuni skrivar hon undirvísingartilfar fyri Boosey and Hawkes, og herfyri kom út eitt savn við "20th Century Easy Song Collection", sum hon hevur lagt til rættis. Royndir eru á hvørjum ári í Føroyum og til ber at taka prógv á byrjanar- og á konservatoriistigi. Royndir í musikk- skúlanum Favoritturin endaði á ovastu rók Í eini stúgvandi fullari Hafnia Lounge vann favoritturin, Rókur J. Jakobsen, tónleika- kappingina Singer/- Songwriter 2004 leyg- arkvøldið. Hann basti Jóannes Lamhauge og Kári Páll Nolsøe í eini spennandi og javnari finalu SINGER/- SONGWRITER 2004 Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hann hevur verið ein eyð- sýndur partur av føroyska tónleikalívinum seinastu 10 árini, har hann hevur vunnið seg framm til at vera ein av okkara fremstu songfuglum. Hann er mest kendur sum frontmaður í eitt nú bólkunum Tangz, MC Hár og All That Rain, men nú kann 25 ára gamli Rókur J. Jakobsen eisini breggja sær av at kalla seg fyri ársins Singer/Songwriter. Í eini fullsettari Hafnia Lounge leygarkvøldið vann Rókur J. Jakobsen tónleika- kappingina Singer/Song- writer 2004. Fjølbroyttar framførslur Talan var um tríggjar rætti- liga fjølbroyttar luttakarar, sum høvdu vunnið seg framm til finaluna leygar- kvøldið. 18 ára gamli, Jó- annes Lamhauge, legði fyri. Eins og í undanumfarinum gjørdi hann nógv burtur úr at greiða áhoyrarunum frá upprunanum til løgini, og tað eru ikki hissini evni, sum ungi og evnaríki tónleikarin skrivar um. Hjá teimum, sum høvdu leitað sær í Loungina at hugna sær leygarkvøldið, mundi tað kennast dapurt at hoyra løg um kærleikssorg, krabbamein og barnaloysi. Í løtum kundi tað kennast nakað nógv av tí góða at hoyra drúgvu frágreiðingar- nar hjá Jóannesi aftanfyri løgini. Jóannes Lamhauge var mest óroyndi tónleikarin í finaluni í Singer/Songwriter kappingini, men hann kom kortini væl frá síni fram- førslu. Hann syngur væl, meðan gittarspælið kanska framvegis haltar nakað. Meðan framførslan hjá Jóannesi var rættiliga álvar- som, gjørdist stemningurin nakað lættari, tá Kári Páll Nolsøe trein á pallin. Ald- ursforsetin í finaluni undir- helt fyri allar pengarnar, og gav seg fult út. Hann tók ikki seg sjálvan ov hátíðar- liga, og tað merktist væl, at hesin lætti stílur fall í góða jørð hjá áhoyrarunum í Loungini. Av teimum trimum final- istunum hevði Kári heilt avgjørt besta sambandið við áhoyrararnar. Framførslan hjá honum var eisini hin mesta fjølbroytta við vísu- kendum, naivum og meira "80 ára sligum" løgum. Triðja og seinastu fram- førsluna átti favoritturin og mest royndi tónleikarin, Rókur J. Jakobsen. Stóra styrkin hjá Róki er hansara frálíka rødd, og júst røddin hevur óivað verið avger- andi, tá dómararnir skuldu taka dagar ímillum jøvnu finalistarnir. Serliga triðja lagið hjá Róki, sum var ein still vøgguvísa, bergtók áhoyr- ararnar. Hóast flestu áhoyr- arnar høvdu verið meir enn einaferð og smakka sær á í barrini, megnaði Rókur at fáa allan salin at sita pinna- stillan og lurta eftir hugtak- andi framførsluni hjá sær. Av teimum trimum luttak- arunum hevði Rókur bestu teknisku framførsluna, og tað var tí fult uppiborið, at 25 ára gamli havnarmaðurin dró longsta stráðið í kapp- ingini. Skalt tú finnast at nøkrum hjá Róki, kann nevnast, at hann kann gerast meira sannførandi, tá hann ber síni løg framm. Við sigrinum tryggjaði Rókur sær tveir dagar í upptøkudagar í Útvarpi Føroya og eitt gávukort frá Hotel Hafnia Ikki innkomandi Ein rúgva av fólki hevði leitað sær á Hafnia Lounge leygarkvøldið at lurta eftir finaluni í Singer/Songwrit- er kappingini. Har vóru spentar mammur, vinfólk, tónleikaáhugað, ung, eldri - ja stutt sagt fólk úr øllum heraðshornum. Tá fyrsti finalisturin trein á pallin var ikki innkom- andi í Loungina, so Hotel Hafnia hevur óivað, eins og áhoyrararnir, havt ein góð- an dag leygarkvøldið. Hetta er á øðrum sinni at skipa verður fyri kapp- ingini, og tað tykist sum um áhugin fyri kappingini er veksandi. Hóast luttakara- talið í ár ikki var eins høgt sum í fjør, so kunnu fyri- reikararnir kortini fegnast um, at fleiri og fleiri áhoyr- arar sýna kappingini áhuga. Ikki fyri at taka nakað frá hugnaliga umhvørvinum á Hafnia Lounge, men eftir finaluna leygarkvøldið kann spurningur setast við um Loungin er rætti karmurin um kappingina. Hølið er snøgt sagt ov lítið til at húsa kappingini í verandi líki, og tí áttu fyrireikararnir um- hugsa flutt kappingina í onnur høli. Frálíka uppmøtingini leygardagin ber eisini boð um, at kappingin er komin fyri at vera, og fyrireikarar- nir mugu tí gera upp við seg sjálvar um teir ynskja, at kappingin framhaldandi skal vera ein hugnaliga barr-kapping ella um hon skal gerast meira proffesi- onel, so hon í framtíðini kemur í fastari legu. 25 ára gamli havnarmaðurin, Rókur J. Jakobsen, vann leygarkvøldið tónleikakappingina Singer/Songwriter. Mynd: Savnsmynd Solofløga á veg Vinnarin av Singer/- songwriter, Rókur J. Jakobsen, fer kom- andi summar undir at taka sína fyrstu solofløgu upp. – Hetta er fyrstu ferð, at eg tríni á pall einsamallur, og sigur- in er tekin um, at tú ert á rættari kós, sigur ársins Singer/- songwriter um sigur- in leygarkvøldið NÝGGJ FLØGA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Uttan mun, um eg hevði vunnið kappingina ella ikki, so var ætlanin at fara í upptøkuhølini í summar, men tað kemur sjálvsagt væl við tveimum ókeypis studiodøgum. Vinnarin av Singer/- songwriter 2004, Rókur J. Jakobsen, fer komandi summar undir at taka sína fyrstu solofløgu upp. Hann ger tí vinnaranum av kappingini í fjør, Kristleif Zachariassen, eftir, sum herfyri gav sína fyrstu fløgu út. Rókur sigur, at løgini á komandi fløguni verða hansara egnu, og tað als ikki óhugsandi, at løg frá framførsluni leygarkvøldið fara at teljast millum løgini á komandi fløguni. Viðurkenning Undan Singer/songwriter kappingini mundu flestu vera á einum máli um, at Rókur við sínum royndum var millum greiðu fav- orittarnar at vinna Singer/- songwriter kappingina, sum í stóran mun taldi óroyndar tónleikarar. Tað kom væl ikki óvart á teg at vinna kappingina? – Jú, tí eg kendi einki til hinar luttakararnar. Í finaluni vóru vit tríggir mans við hvør sínum stíli, og í tónleiki ræður um at raka dagsformin, og eg var heppin at raka hann leygarkvøldið. Hvat kanst tú brúka sigurin til? – Tað er fyrst og fremst ein viðurkenning. Hetta er fyrstu ferð, at eg tríni á pall einsamallur, og sigurin er tekin um, at tú ert á rættari kós. Kortini er sigurin meira symbolskur enn nakað annað, svarar Rókur. Góð kapping Rókur J. Jakobsen sigur seg dáma væl leistin, sum Singer/songwriter kapp- ingin er skipað eftir. Hon- um dámar væl, at kapping- in verður skipað á einum lítlum stað, tí so er veru- ligur møguleiki at fáa samband við áhoyraran. – Hendan kappingin fevnir breitt, tí kriteriini eru breið, og tað dámar mær væl. Sammett við eitt nú Prix Føroyar, har tú nærum er noyddur at gera tín tón- leik eftir konseptinum av kappingini, meðan tú hevur størri frælsi í hesari kapp- ingini, Eg haldi eitt nú tað er stuttligt, at eg og Ragnar í Vík kunnu vera í somu kapping, tí vit eru rættiliga ymiskir tónleikaliga, vísir Rókur J. Jakobsen á. Hann heldur kortini, at fyrireikararnir komandi ár eiga at leggja størri áherðslu á sjálva sangskriv- ingina enn teir hava gjørt í ár. – Øll kriteriini í ár eru vend ímóti sjálvari fram- førsluni, meðan sang- skrivingin ikki veruliga sleppur upp í part, og tað haldi eg hon burdi í størri mun, vísir Rókur J. Jakob- sen at enda á. C M Y K 9 8