týsdagur 23. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 224 - 23. november 2004
Nr. 224 - 23. november 2004
11
Fríggjakvøldið í síðstu viku fingu Ólavur Hátun og Hanus
Kamban ávikavist heiðursgávu landsins og mentanar-
virðisløn landsins. Tað er ein nevnd, sum stillar inn til
landsstýrismannin í mentanarmálum, hvør, ið skal hava
hesar virðislønir. Eitthvørt mentað samfelag sær til at
heiðra síni skapandi og útinnandi listafólk. Í nógv ár hevur
býráðið í Havn havt mentanarvirðisløn og barnabóka-
virðsløn M.A Jakobsens. Hesar virðislønir, ið er nevndar
eftir einum av mæstastu synum býarins, tæna Tórshavnar
býi til æru.
So fingu vit fyri nøkrum árum mentanarvirðisløn landsins
og heiðursgavu landsins, sum eru landsstýrisins virðis-
lønir. Hetta var eitt frálíkt tiltak og eitt gott dømi um tann
virkna mentanarpolitikk, sum varð rikin undir fullveldis-
landsstýrinum. Hesar virðislønir eru komnar fyri at vera
og tað er púra óhugsandi, at eitt landsstýri í dag kundi
funnið uppá at spart hesar virðislønir burtur. Umfram hes-
ar virðislønir hava vit eisini eina barnabókavirðsløn út-
norðurs, sum verður latin annað hvørt ár. Hendan heiðurs-
løn er bert latin tvær ferðir, og er hon báðar ferðir farin til
Íslands. Landið átti eins og okkara grannalond at havt
fleiri heiðurslønir t.d. innan barnamentan, fjølmiðlar, um-
hvørvi o.m.a.
Tað var ein sera góð avgerð, ið innstillingarnevndin tók, tá
hon gjørdi av at innstilla Hanus Kamban og Ólav Hátun til
virðisløn og heiðursgávu. Hanus er kendur sum rithøv-
undur til bæði fagrar bókmentir við stuttsøgum og týð-
ingum og til yrkisbókmentir, har hansara bøkur um J.H.O.
Djurhuus skara framúr. Hanus er eisini samfelags-
debattørur og hevur ongantíð aftrað seg við at ganga ímóti
streyminum, uttan mun til, um hesin rak frá høgru ella
vinstru - ella talan var um eina íðu, sum mól í klingur í
miðjuni. Hann fylgir síni sannføring uttan mun til
kostnaðin. Hann er ein av okkara fáu veruligu europearum
og sum góður europeari er hann rótfestur í gamlari
heimligari mentan. Jørðildið er føroyskt - univers hansara
internationalt. Hann hevur ein framúrskarandi, lættan og
lærdan penn, er djúpt seriøsur og tilvitandi um ta ábyrgd,
ið liggur á herðunum á einum intellektuellum í dagsins
fjøltáttaða og fløkta samfelag, har nógv tjóðskapar-polit-
isk, mentanarpolitisk og vinnupolitisk áhugamál dagliga
bresta saman og renna saman. Eitt sera gott val til ment-
anarvirðisløn landsins.
Ólavur Hátun er eldsálin burturav í føroyskum tónleika-
lívi. Við sera góðum musikalskum gávum og hartil sera
væl útbúgving innan sítt fak, tónleikin, hevur hann alt sítt
vaksna lív stríðst fyri at menna og hækka støðið innan
føroyskt tónleikalív. Í nærum hálva øld hevur Ólavur
Hátun stríðst fyri hesum máli at hækka støðið, serstakliga
innan kórsangin. Hann hevur virkað sum tónlistalærari í
Føroya Læraraskúla, hann hevur verið stjóri fyri
musikkskúlakipanini, organistur og framum alt hevur
hann verið kórleiðarin. Sum kórleiðari hevur hann ríkað
føroyskt tónlistalív og givið almenningum ógloymandi
løtur. Eisini Ólavur er kendur fyri at kunna ganga ímóti
rákinum og sum ein, ið hevur mót til sínar meiningar. Eitt
sera gott val til heiðursgávu landsins. Samantikið má
avgerðin hjá nevndini um at innstilla Hanus og Ólav til
hesar báðar tignarligu virðislønir sigast at vera ein góð
avgerð, sum hevur breiða undirtøku millum manna.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein góð avgerð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Johan Dahl
løgtingsmaður
Íslandsavtalan
Eftir at hava sitið í seinastu
viku á evnisdegi um ein
nýggjan fríhandilssáttmála
við Island, sum eftir míni
fatan ikki gevur Føroyum
neyðugu "fríhandilsligu"
karmarnir at virka undir,
men hinvegin gevur ís-
lendskari vinnu frítt slag , tí
hendan er nógv meira fjøl-
táttað enn okkara. Hetta tí
vit - enn - einans hava fiski-
vinnuúrdráttir at útflyta og
liva av, og tískil er tað
hendan sum skal hava bestu
marknaðartgongd. Eins og
vit eisini eiga at fáa at-
gongd til at keypa rávøru
frá londum sum Íslandi.
Hendan avtalan gevur
okkum ikki hesar møgu-
leikar, tí í upplegginum til
avtalu heldur Ísland áhald-
andi fram við at hava re-
striktiva atgongd til teirra
fiskivinnu. Bæði á sjógvi á
landið.
Sjálvandi skulu vit hava
gott samband og samstarv
við
brøðratjóð
okkara,
men… Eg meti at vit
hyggja skeivan veg - vit
mugu hyggja meir móti
Evropa og samstarvinum
tann vegin.
ES- ráðstevnan hvar
bleiv hon av?
Tosað hevur verið um at
Løgmansskrivstovan skal
skipa fyri eini ráðstevnu,
sum skal kunna um tættari
samstarv við EVROPA og
møguleikarir í slíkum. Men
enn er so onki hent, og vil
eg mæla til, at vit skjótast
fáa skipað fyri eini ráð-
stevnu, sum kann lýsað
okkum fyrimunir og vansar
við
ES-samstarvið
og
møguligum ES-limaskapi
og, hvussu Føroyar best
kann mennast í slíkum
samstarvið.
Fortreytirnar í samvinnu
okkara við útheimin broyt-
ast støðugt, og tær stóru bú-
skaparligu og handilspolit-
isku broytingarnar í lond-
unum rundanum okkum
seta føroyskum vinnulívi
nýggjar og størri avbjóð-
ingar.
Hendan gongin er partvís
eitt úrslit av, at samansjóð-
ingin i ES er víðkað, til at
fevna um fleiri samfelags-
øki og lond, so nú telist
íbúgvaratalið í ES uml. 480
milliónir íbúgvar.
Sum eg havi nevnt í und-
anfarnum greinum um ES,
so hava m.a. londini í Mið-
og Eysturevropa, til tey
gerast limir, gjørt sam-
vinnuavtalur, sum bera í
sær, at tey koma nærri ES
búskaparliga og politiskt.
Hesar avtalur hava inn-
liman sum mál uppá sikt.
Vit mugu veruliga byrja at
endurskoða okkara skipanir
og hvat vit veruliga vilja í
framtíðini, tí ES - tokið
koyrir við fullari ferð, með-
an vit standa á jarn-
breytartøðini og bíða eftir tí
"ongantíð komandi næsta
tokinum " og harvið verða
jarlagdir bæði vinnuliga og
menningarliga.
Hyggið bert at Svøríki og
Danmark. Hesi nærmastu
grannalond okkara koma í
næstu framtíð at brúka
hópin av milliardum fyri at
tryggja áhaldandi kapp-
ingarføri, útbúgvingarstøði
og vinnuligir karmar.
Noreg og Ísland - EBS
avtalu við ES
Noreg og Íslands hava t.d.
við teirra EBS/EØS (Evro-
peiska Búskaparliga Sam-
starvi) avtalu fingið nógv
tættari samvinnu við ES á
nógvun týðandi økjum, og
væntast kann, at báðir hesir
grannar okra verða limir í
ES innan heilt fá ár - iva-
leyst 2-3 ár frá nú.
Hyggja vit eftir Íslandi so
eru bankar og vinnulív
aktivt farin inn við strateg-
iskum íløgum bæði í Før-
oyum og runt í Evropa og
eystanlondum, -málrættaðir
og við einari miðvísari ætl-
an um at gera seg galdandi
í framtíðini.
Hvat gera vit - jú, - vit
sova víðari.
Hvar eru Føroyar
staddar í hesum høpi?
Vit er uttanfyri meginrákið
í Evropeiska samstarvin-
um.
Vit eru, sum eg havi
nevnt fyrr, hvørki við í
EFTA ella EBS samstarv-
inum, og er hetta heldur
ikki nøkur loysn nú, tí tíðin
er um at fara frá hesum fe-
lagskapum.
Í verandi støðu eru okk-
ara viðurskifti við ES skip-
að í eini handilsavtalu og
eini fiskiveiðuavtalu.
Fyri onnur øki eru ongar
avtalur millum Føroyar og
ES.
Vit eru eftirbátur í hand-
ilspolitisku samansjóðing-
ini í Evropa.
Tann handilsavtalan, sum
vit hava í løtuni, hevur alt
ov trongar karmar viðv.
samskifti við ES, og
møguleikarnir fyri gagn-
ligari marknaðartilgongd í
galdandi avtalu eru av-
markaðir og ivaleyst full-
troyttir, og hon kemur ikki í
longdini at nøkta tørvin hjá
vinnuni.
Seinast hava vit nú frætt,
at tann PAN Europeiska
avtalan, sum eftir ætlan
skuldi setast í verk tann 1
januar 2005, og sum skapar
okkum nakað rúmari ræsur,
enn vit hava havt, er útsett í
fyrsta umfarið til 1.marts,
og er hetta sera óheppið
fyri okkara vinnu.
Betran av kappingar-
førinum og Marknaðarat-
gongdin í framtíðini er
alt avgerandi fyri vinnu-
lívið og eksistensgrund-
arlag okkara.
Tað at ynskja sær gagn-
ligastu marknaðaratgongd
til ES, uttan at hetta ber í
sær grundleggjandi broyt-
ingar í viðurskiftum okkara
við ES, er at stinga sær
sjálvum blár í eyguni. Tí
mugu vit eisini fáa tikið
hetta álvarsmál upp til
politiska viðgerð skjótast.
Kappingarføri okkara er
eisini ein trupuleiki, sum
vit saman við fakfeløgum
og vinnuni eiga at tosað
saman um, hvussu hesin
trupuleiki kann loysast
fólkinum, vinnuni og sam-
felagnum at gagnið.
Okkara framtíðarstøða -
og samstarv v ið ES eigur
at verða tikin upp í næstum,
og kann byrja við, at ein
rástevna verður fyriskipað
av løgmansskrivstovuni.
Hvar eru Føroyar - í einum styrktum, alsamt
vaksandi, sameindum Evropa
P/F Smyril Line og
Fjord Line AS hava
gjørt eina avtalu
um at stovna eitt
felags rutufelag,
North Atlantic
Lines AS, sum skal
samskipa ferjuvirk-
semið hjá feløgun-
um
SMYRIL LINE
Tíðindaskriv
P/F Smyril Line og
Fjord Line AS eru samd
um at stovna eitt nýtt
felag, North Atlantic
Lines AS, sum skal
samskipa ferjuvirksemið
hjá feløgunum.
Smyril Line og Fjord
Line eru í eini avtalu -
Memorandum of Under-
standing - vorðin samd
um, at North Atlantic
Lines, skal hava ábyrgd-
ina av øllum felags
virksemi, sum feløgini
nú í felag skulu áseta.
Partarnir eru samdir
um, at Smyril Line held-
ur fram sum sjálvstøð-
ugt felag, og at Smyril
Line og Fjord Line
halda fram sum merkja-
nøvn. Tað er eisini semja
um, at ognarviðurskift-
ini kring skipini verða
sum í dag, og at North
Atlantic Lines leigar
skipini frá ávikavist
Smyril Line, Fjord Line
og øðrum feløgum.
Nýggja felagið fer
sambært leiguavtalum at
ráða yvir skipunum og
nýta tey á teimum rut-
um, har tað er mest
gagnligt og inntøkugev-
andi.
North Atlantic Lines
fær ein haldgóðan, bú-
skaparligan
pall
at
standa á.
Ein
stýringarbólkur
við fýra umboðum úr
Fjord Line og fýra úr
Smyril Line skal út-
greina, hvussu nýggja
felagið best nýtir allan
flotan, og hvat virksemi
skal liggja í nýggja
felagnum.
Stýringar-
bólkurin skal herundir
lýsa og skjóta upp út-
reiðsluminkandi,
um-
sitingarligar bygnaðir,
og bólkurin skal greiða
úr hondum sína endaligu
frágreiðing um hálvan
desember 2004.
Smyril Line og Fjord
Line stovna felags
rutufelag
Tummas í Garði
At vit í Fólkaflokkinum
ikki eru nøgdir við ta sam-
gongu sum spurdist burtur
úr býráðsvalinum í Havn er
einki at undrast á.
Vit høvdu ov nógv álit á
totalt óálítandi persónum -
So berini sum vit ikki
rukku eru sjálvsagt súr.
Hinvegin má smakkurin
hjá sambandsveljarunum
hjá Heðini Mortensen, og
teimum tjóðveldisveljarum
sum
verðunliga
meina
nakað við parolurnar um
álit – gjøgnumskygni og
opinleika, vera út av lagi
ringur!
"Tað snýr seg um álit" -
varð aftur og aftur at síggja
í stórum lýsingum hjá
Tjóðveldisflokkinum.
Hvør skuldi hava álit á
hvønn??
Skuldi veljarin hava álit á
at valevnini vóru so reiðilig
og virðilig sum tey søgdu
seg at vera – ella var tað
bert valevni sum bað um
álit frá veljarunum at geva
sær atkvøðuna, og so
kundu tey annars gloyma
alt um álit og reiðiligheit
aftaná??
Valnáttin prógvaði, at tað
var tað seinna!!
"Burtur við Jan og
Heðin – so verða vit øll
fegin" – stóð við stórum
stavum á valplakatum hjá
Tjóðveldisflokkinum. Men
blekkið var ikki tornað á
fyrsta samgonguavtaluni,
so høvdu hesir somu valt
Heðin til borgarstjóra.
Væl vitandi, at ein stórur
partur av teim sokallaðu
byggiskandalunum
og
brotnu byggisamtyktunum
sum anstøðan hevur livað
høgt uppá seinasta val-
skeið, júst vóru "uppvask"
eftir sama Heðin Morten-
sen. Álit ?? - Skil tað hvør
ið kann!!
Tjóðveldisflokkurin tyk-
ist at hava tað við álitinum,
sum kendi danski rithøv-
undurin Sherfig hevði tað
við tonnunum: Vanliga tos-
ar man ikki við nakran um
sínar egnu tenn - um man
ger tað allatíðina, so er tað,
tí man hevur trupulleikar.
Tórbjørn Jacobsen, løg-
tingsmaður, er jú komin á
"skafottið" í flokkinum, tí
hann hevur gjørt vart við
tað stóra "skisma" sum er
ímillum tosi um álit og
gjøgnumskygni, og so tað
sum
verðunliga
hendir
handan leiktjøldini.
Hetta tosi um álit og
gjøgnumskygni hjá Tjóð-
veldisflokkinum er við Bý-
ráðsvalið í Havn, enn eina-
ferð prógva at vera eitt
langt elastikk –, men tað
kann væl ikki tambast
óendaligt – einaferð slitnar
tað við eitt brak!!
Kári Olsen
Líka síðan Vágatunnilin lat
upp fyri ferðslu hevur
"ómannaða" gjaldsstøðin
virkað so illa at at hon altíð
hevur verið manna.
MEN, nú er alt nógv
betri. Nú kanst tú bert
koyra uttan at steðga við
nakra gjaldsstøð — tú fært
rokningina sendandi. Snilt,
snilt.
Eg eri ikki ein av teim-
um, ið dagliga nýta Vága-
tunnilin, men koyrdi gjøg-
num tunnilin 3. november í
ár. Gjaldsstøðin, har ein
fyrr skuldi koyra inn og
trýsta á ein knøtt fyri at fáa
eina rokning — væl hjálpt-
ur av í minsta lagi einum
vaktarfólki — var nú sperr-
að av og boðað varð frá við
stórum skelti og stórum
stavum at nú skuldi ein bert
koyra víðari. Hetta geri eg
so við góðari samvitsku og
í góðari trúgv — væl vit-
andi at hetta er eisini einasti
møguleikin fyri at náa yvir
á Streymoynna aftur.
Tríggjar dagar seinni fái
eg rokning sendandi. Á
rokningini, ið er eitt máls-
ligt misfostur og ein vavst-
ur av føroyskum, norskum,
íslendskum og donskum,
stendur við stórari skrift:
"Ólóglig
koyring
um
bummstøð".
Rokningin
ljóðar uppá kr. 180,- + kr
400,- í eykagjaldi, tilsam-
ans kr. 580,-. Ikki nokk við
tí, men á rokningini stendur
eisini at "Verður ikki goldið
rættstundis,
verða
kr.
100,00
lagdar
afturat
eykagjaldinum."
Á eini etikett. ið er klistra
á rokningina, stendur við
stórum reyðum stavum, at
"Verður upphæddin goldin
alt fyri eitt, kunnu tygum
síggja burtur frá eyka-
gjaldinum hesaferð". Við
øðrum orðum - tú skalt
bara váða tær at gera hetta
aftur.
Eg fái eisini at vita at eg
skal upplýsa kundaeyð-
kenni, tá goldið verður.
Hetta er í mínum føri
36000000000300000282713.
Ikki júst eitt tal ein gongur
við í høvdinum.
Ætlan mín var bert at
senda ein teldupost til P/F
Vágatunnilin, men fann
onga
telduposttilskrift
nakra staðni — hvørki á
heimasíðuni, Gulu Síð-
unum ella aðrastaðni. Hví
eitt nýtt virkið við fínari
heimasíðu ikki ynskir at
upplýsa eina telduposttil-
skrift, kann ein gera sínar
egnu metingar um.
Eg eri annars vanur við at
gjalda rokningar rættstund-
is og var tí ikki júst fegin
um at fáa eina rokning við
eykagjaldi fyri ólógliga
gjøgnumkoyring. Eg loyvi
mær eisini at ivast í, um
Vágatunnilin hevur lógina
aftan fyri seg, tá teir hótta
fólk við eykagjaldi á henda
hátt.
Spyrji eisini meg sjálvan,
hví ein ikki bara sendir eina
vanliga rokning og síðandi
sendir ein rykkjara seinni,
um rokningin ikki verður
goldin rættstundis. Hetta er
vanlig mannagongd aðra-
staðni og burdi eisini verið
ein góð loysn sæð gjøgnum
brillurnar hjá nevndar-
formanninum/Postverksstj
óranum: jú fleiri send brøv,
jú fleiri pengar í kassan hjá
Postverkinum.
Eg vil heita á manningina
aftanfyri P/F Vágatunnilin
um at taka sær um reiggj og
hugsa seg eitt sindur betri
um í framtíðini — og ikki
minst: at nýta vanligan
fólkasið í samskiftinum við
viðskiftafólk.
VIÐMERKINGAR
Tað skuldi snúgva seg um álit -men tað
endaði við elastikk í meturmál!!
Koyr bara – og fá bót
Sigfríður Jørgensen
útróðrarmaður
Ein dagin mær var lít-
andi út á hav - brim var,
og útnyrðingurin var
harður og eingin útróð-
rardagur - kom mær í
hug, at har úti eru menn,
ið liggja bakk og vinna
sær fulla inntøku meðan
útróðrarmaðurin er við
sviðið soð. Ikki hevði
mær hóvað at skrivað
hetta bræv, visti eg, at
hesir menn høvdu somu
inntøku sum eg. Men og
aftur men, eg tali um
menn, sum í summum
førum hava vunnið sær
størstu
inntøkur
í
landinum árliga og sita
aðrar dagar og fáa
fleirfaldað afturgoldið
minstuløn í mun til
okkum útróðrarmenn.
Í okkara landi verður
so ofta reypað um sam-
haldsfesti. Eg spyrji
bara, hvar er samhalds-
festi her. Hví skal ein
útróðrarmaður
verða
revsaður av tí almenna,
tá ið ræður um minsta-
forvinning í mun til
minstuløn hjá tí væl-
bjargaða fiskimanninum
í størri skipum. Útróð-
rarmaðurin kann veita
samfelagnum feskan og
væl haggreiddan ein-
daga gamlan fisk, með-
an
tíggjudaga
gamli
ræsti fiskurin frá størri
skipum fær hægri prís
og fiskimaðurin har fær
munandi størri minstu-
løn enn útróðrarmaðurin
fær minstaforvinning.
Eg fari í hesum brævi
so inniliga at heita á
myndugleikar landsins
um at endurskoða lóg-
gávuna, so at øll fólk,
uttan mun til, um tey eru
á skipsdekki, umborð á
útróðrarbáti ella aðra-
staðni fáa somu sømdir -
at lata øll fara undir ALS
kundi verði vegurin.
Fyrst tá fari eg at trúgva
uppá, at vit búgva í
einum samhaldsfastum
landi, har allir skatta-
borgarar
verða
við-
gjørdir eins.
Opið bræv
Til:
Harra Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri
Harra Henrik Old, formaður í vinnunevnd
løgtingsins
C
M
Y
K
11
10