Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. november 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 224 - 23. november 2004 Nr. 224 - 23. november 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Týsdagin 26. oktober var samkoma fyri innbodnum á Dala- vegi 4 í Havn í sam- bandi við at "Mið- støðin fyri minnis- veik" varð tikin í nýtslu, og leygardagin 30. oktober var var opið hús fyri almenn- inginum MÓTTØKA Í hugnaliga dagheiminum "Miðstøðin fyri minnis- veik" á Dalavegi 4 var skip- að fyri samkomu týsdagin 26. oktober, har umleið 60 fólk vóru møtt. Sigrún Mohr, formaður í Alzheimerfelagnum, beyð øllum at vera vælkomin og segði, at hetta var ein stórur dagur fyri tey, sum varða av Alzheimerfelagnum. Tónleikur var spældur av MC Restorff, og røður vórðu hildnar av Hans Paula Strøm, landsstýris- manni í almannamálum, Jan Christianen, borgar- stjóra, og Ernu Háberg, leiðara á heiminum. Birita Mohr las tvær yrkingar, meðan Maiken Háberg Hansen spældi undir á guitara. Sigrún Mohr segði m.a. í røðu síni, at tað var eftir pallborðsfundin altjóða alz- heimerdagin tann 21. sep- tember 2002, at hugskotið kom til hesa verkætlan. Vit kunnu í dag ásanna, at munurin millum tað ómøguliga og tað, sum ber til, er, at vit ikki gevast á hondum. Alzheimerfelagið hevur sum sína fremstu uppgávu at taka sær av áhugamálun- um hjá teimum minnis- veiku og teirra avvarðandi. Felagið er 3 ár og hevur yvir 300 limir. Miðstøðin fyri minnis- veik er eitt dagheim á tann hátt, at tann einstaki brúk- arin verður persónliga stimbraður, soleiðis at gerandisdagurin fær meiri innihald við tí fyri eyga, at hann verður verandi í egnum heimi so leingi sum gjørligt. Eisini at lætta um hjá teimum avvarðandi, so at tey kunnu fara til ar- beiðis ella fáa eina fríløtu. Stovnurin leggur stóran dent á samstarv við tey av- varðandi, at stuðla teimum og at upplýsa tey. Plássini kunnu býtast ímillum 10-12 fólk eftir tørvi. Miðstøðin fyri minnisveik: Trivnaður og lívsgleði hóast viknað minni Starvsfólkini á Miðstøðini fyri minnisveik, f.v.: Halldis Joensen, Erna Háberg, leiðari, og Kirstin Jensen, saman við Sigrún Mohr, formanni í Alzheimerfelagnum Mynd: Jens Kristian Vang Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum, helt røðu á móttøkuni Umleið 50 fólk vóru til móttøkuna 26. oktober. Vit síggja t.d. Biritu Mohr, Beate L. Samuelsen, Ernu Háberg og Maiken Háberg Hansen Tónleikur var spældur av MC Restorff Miðstøðin fyri minnisveik á Dalavegi 4 Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Jacobina J. S. Nysted Danielsen Kvívík andaðist á pleygudeildini fríggjanáttina 19. november, 95 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju týsdagin 23. november kl. 14.00. Familjunnar vegna Elinborg og Jógvan Tey, ið vilja minnast Jacobinu við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata Kvívíkar kirkju eina gávu á kontu í peninga- stovnunum. Tøkk Hjartans tøkkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Gordon Johannesen ættaður frá Gjógv búsitandi í Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prest, sangarar og berarar. Tøkk til heimahjálpir og heimasjúkrasystrar. Tøkk fyri uppringingar, blómur og kransar. Tøkk til øll, sum hjálptu til við jarðarferðini og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Kristianna Vagn, Asbjørn, Sólrun, Maritt og Suni Silvurbrúdleyp Í dag, 23. november hava hjúnini Dagunn og Atli Larsen, Fuglafjørður, silvurbrúdleyp. Brúdleypsadressan er: Hotel Skodsborg, Skodsborg Strandvej 139, DK-2942 Skodsborg. Leygardagin 20. november læt Havnar Timburhandil upp snotuliga sjálvtøku- handilin "2x3" á Falkavegi í Havn. Umframt eitt stórt og fjølbroytt vøruúrval er eisini ein hugnalig café í húsinum HANDIL Nýggi handilin "2x3" var nógv vitjaður leygardagin, langar bíðirøðir vóru við kassarnar, og fólk sýndu handlinum stóran áhuga. Handilshølini eru rúmlig og innbjóðandi við stórum og fjølbroyttum vøruúrvali. Gólvvíddin er umleið 2000 fermetrar pluss eitt 800 fermetra stórt innigyrt øki til plantur, kantsteinar og annað, ið kann standa úti. Í handlinum eru øll van- lig amboð og maskinur, besløg og skrúvur, ein stór urtagarðsdeild við livandi plantum, runnum og trøum, stórt úrval av lampum, máling og brenniovnum, ítrivsdeildin"Panduru Hobby", og sum nakað nýtt er eitt stórt øki við gávu- og prýðislutum til heimið. "Krókurin " er ein nýggj café, har fyrrapart á degi eru morgunbreyð á skránni og á middegi, og út á seinnapartin er møguleiki at keypa sær ein lættan bita. Navnið "2x3" kom fram av eini navnakapping mill- um starvsfólkini. Stillingar (sum verða nýttir sum veggjastólpar ella sum lektir undir takplátum) er ein tann mest selda vøran hjá einum timburhandli. Tá handverkarar keypa still- ingar, nýta teir bert fakorð sum t.d. 2x3 ella 2x4. Bygningurin, sum" 2x3" húsast í, varð bygdur í 1986 til amboðsdeild og byggi- marknað hjá Havnar Timb- urhandli, men tá høvuðs- bygningurin hjá HT brendi í grund í 1987, varð alt virksemi flutt í hendan bygningin, síðan komu kreppuárini í 90-unum. So ikki fyrr enn nú verður bygningurin nýttur til tað, sum hann uppruna- liga varð bygdur til, sigur Heini Fossá, stjóri. 2x3 Timbur Handilin: Nýggjur fjølbroyttur handil á Falkavegi Dagurin 23. november. Klæmintsmessa. Vit vita, at hesin Clemens (deyður umleið ár 107) livdi í Róm, tá ápostulin Pætur var á døgum, og gjørdist triði maður í stóli hansara. Eftir øllum at døma hevur hann skrivað tað brævið, ið verður rópt fyrra Klæmintsbræv, sum er frá árinum 96. Um Klæmint sjálvan eru nógvar halgisøgur, og sagt verður frá, at hann endaði dagar sínar við at verða blakaður í havið við einum akkeri um hálsin. Hann hevur síðani tá verið virdur sum ein av verndamonnunum hjá teim sjófarandi. Dagur verður eisini róptur veðurlambsmessa, men tað hevur so ongan kirkjuligan uppruna, men hevur samband við seyðahaldið í Føroyum. Eisini verður dagurin róptur fyrsti vetrardagur, tá ið vetrarfjórðingsár byrjar. Latínska navnið Clemens merkir hin mildi. Starvsfólkini í "2x3" f.v.: Birgit Nónklett, Kirstin Simonsen, Edith Mørkøre, Sunneva Olsen, Jóna Vivi Debes, Bjarnvarður í Dali, Elin Funding Lamhauge, Diana Davidsen, Anja Seloy, Jógvan Sofus Ferjá, Bjarti N. Petersen, Eilif Høgnesen og Heini Fosaa. Á myndi vanta: Petur M. Samuelsen og Jóan Petur Berg Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12