Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. november 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 23. november 2004 15 Nakað av fólki var møtt í Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, tá ið landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, á almenn- um hátíðarhaldi handaði Hanusi Kamban, rithøvundi og Ólavi Hátún, kórleiðara, heiðurs- bræv fyri ávikavist Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðurs- gávu Landsins HEIÐURSLØNIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Líkindini hjá fólki, sum høvdu áhuga fyri tiltakin- um, vóru vánalig við kava- roki og hálku. Haraftrat rann okkurt annað tiltak í Havn, sum eisini hevði stóran áhuga, saman við til- takinum í Norðurlandahús- inum. Báðir virðislønarvinnar- arnir, Hanus Kamban og Ólavur Hátún, vóru hjá- staddir við hátíðarløtuna, sum Havnarkórið, Jóannes Andreasen og onnur settu sín serstaka dám á. Sjálvar peningagávurnar, sum knýttar eru at hesum virðislønum, eru latnar fyrr í summar, og í Norður- landahúsinum fríggja- kvøldið fingu vinnararnir heiðursbræv og blómur. Tað var Jóan Petur Hentze, ið starvast á Mentamálaráðnum, sum beyð vælkomin. Síðan sang Havnarkórið, »Ljós yvir landið«, hjá Hans Andrias Djurhuus. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, las fyrst upp grundgevingarnar fyri at lata Ólavi Hátún Heiðurs- gávu Landsins. Tá ið Ólavur hevði fingið heið- ursbræv og blómur, helt hann eina sína takkarrøðu. Havnarkórið sang nú sangin, »Holli eingil«, sum Steen Steensen Blicher hevur skrivað, og Hanus Kamban hevur týtt til før- oyskt. Hetta er helst fyrstu ferð, at sangurin er fram- førdur alment, men hann hevur áður verið sungin til eitt nú jarðarferðir. Síðan las mentamálaráð- harrin upp grundgeving- arnar fyri at lata Mentanar- virðisløn Landsins til Han- us Kamban, og tá ið rithøv- undurin hevði fingið heið- ursbræv og blómur, fór hann á pallin og helt sína takkarrøðu, sum vit prenta í blaðnum í dag. At enda sang Havnarkór- ið kantatuna, »Fedranna tala«, eftir Heðini Brú. Heiðursgáva Landsins er upp á 75.000 krónur og Mentanarvirðisløn Lands- ins, sum er hin størsta av sínum slagi í Føroyum, er uppá 150.000 krónur. Hvør í sínum lagi hava Hanus Kamban og Ólavur Hátún útint listarlig og tónleikalig avrik sum hava uppiborið hesar virðislønir HEIÐURSLØNIR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mentanarvirðisløn Lands- ins verður latin føroyskum listafólki, sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Tann, sum fær virðislønina, skal hava skapað listarligt verk á høgum listarligum støði. Hanus Kamban fær hesa virðisløn fyri skaldskap og fjøltáttað bókmentavirk- semi. Í grundgevingini fyri at lata Hanusi virðislønina, sigur nevndin, sum hevur latið landsstýrismanninum tilmæli: »…at eyðkent fyri skald- skap Hanusar serstakliga í stuttsøgunum er ivin, tað ótrygga – døpurhugin – ofta í tilveruskiftunum millum barnaár, unglingaár og vaksnamannaár«. Nevndin vísir eisini á bókmentaligu ævisøguna um J. H. O. Djurhuus, »…ið hevjar seg upp í før- oyskum bókmentum sum sjáldsamur dýrgripur«. Aftrat hesum hevur Hanus Kamban við innliti sínum í fremmandan skaldskap verið føroyska skaldaheim- inum dyggur í kjaki bók- mentaliga, listaliga og mentanarliga. Heiðursgáva Landsins, sum Ólavur Hátún fekk, verður latin einstaklingi, felag ella fyritøku sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri før- oyska list, mentan og mentanarlív. Ólavur Hátún fær Heið- ursgávu Landsins fyri sítt lívsstrev fyri føroyskum kórsangi og kórvirksemi. Í grundgevingini sigur nevndin, »…at Ólavur hev- ur verið slóðbrótari og íbirtari og hevur áhaldandi lagt lunnar undir føroysku sangmentanina. Hann hev- ur breitt føroyskan kórsang, tónleik og skaldskap út um lond, og hevur somuleiðis givið føroyskum kórsangar- um fjøltáttaðar og menn- andi avbjóðingar – og sam- stundis bjóðað áhoyrarum í Føroyum varandi mentan- arligar upplivingar«. Kamban og Hátún heiðraðir Grundgevingarnar fyri heiðurslønunum Hóast líkindini vóru vánalig fríggjakvøldið, hevði nakað av fólki leitað sær í Norðurlandahúsið fríggjakvøldið, tá ið heiðurbrøvini vórðu handað Hanusi Kamban og Ólavi Hátún Mynd: Jens Kr. Vang Hanus Kamban fekk heiðursbræv fyri Mentanarvirðisløn Landsins og Ólavur Hátún fekk heiðursbræv fyri Heiðursgávu Landsins Mynd: Jens Kr. Vang Havnarkórið setti sín serstaka dám á við sangi Mynd: Jens Kr. Vang 15 14 Nr. 224 - 23. november 2004 – Eg skal ikki dylja fyri, at tað kenst sum ein stórur heiður at fáa hesa virðisløn, og tað er mín vón, at tað fer at eydnast at lata okkurt munagott aftrat aftur fyri henda stuðul, segði Hanus Kamban millum annað í takkarrøðu síni, tá hann hevði fingið heiðursbræv og blómur fyri Mentan- arvirðisløn Landsins TAKKARRØÐA Hanus Kamban Eitt tað fyrsta minnið, eg havi um skaldskap og bók- mentir, er frá tíðini, tá vit í barnaárunum plagdu at fara upp á gólvið í okkara hús- um suðuri í Skúgvi. Vit vóru (og eru) fýra beiggjar, og vit dansaðu viðhvørt okkurt vetrarkvøld í køkin- um, meðan mamma og pápi hugdu at og lurtaðu. Tað fyrsta kvæðið, eg minnist meg hava lært, var Ámunds ríma, eitt av kvæðunum um Karl hin Mikla, tann franska keisaran, sum før- ingar róptu Karlamagnus. Í kvæðinum verður Ámund, sonur hin mauriska Angulund kong, dripin av Rólanti, sum er systursonur Karlamagnusar. Til at bera Angulund kongi høvdið á soninum verður valdur tann franski Gýðin jallur, sum seinni vísir seg at vera svíkjari. Um hetta sigur kvæðið soleiðis frá: Tað var Angulund kongurin alla gleði misti, tríggjar reisur á einum sinni blóðugt høvur kysti. Í Føroyum hava vit mong kvæðir um Karlamagnus. Men teir lærdu siga okkum, at bara nøkur teirra – um- framt hesa Àmunds rímu m.a. Geipa táttur og Runsi- valsstríð – eru tey uppruna- ligu kvæðini. Hvussu er og ikki, so kunnu vit staðfesta, at Karl hin Mikli – Charle- magne – rúgvaði nógv upp í huganum á føringum frá miðøld og upp at okkara døgum. Um vit fara víðari eftir hesum tráði, so minn- ast vit, at Karlamagnus var mikil europeari, kanska tann fyrsti sanni europear- in, ein – gaman í eirinda- leys – men samstundis politiskt savnandi og mentunarliga byggjandi persónsmenska. Vit tosa og skriva í dag nógv um at byggja Europa og gloyma tá kanska, at Europa sum mentunarligt hugtak er gamalt. Og mong gloyma kanska eisini, at ikki bara tær stóru tjóðirnar í miðjuni, men eisini tær mongu, smáu nær miðjuni ella í útjaðaranum – eitt nú Kekkia, Estland, Ísland og Slovenia – spegla aftur hetta sama hugtak. Eisini á okkara oyggjum skyggir henda spegilsmynd. Kári P. speglar aftur europearan, ella tann europeiska amer- ikanaran, Bob Dylan, Reg- in Dahl tolkar við sínum løgum Karlfeldt, Laxness, Burns, Grundtvig og Goethe, í Janusar skald- skapi sæst farvegur av Platon, Poe og Fröding, og kvæðina spegla aftur søgu Norðurlanda, søguna hjá gotum og húnum, Karla- magnusar europeiska ríki. Tað serliga við hesum skaldskaparhugtaki er, at tað er alra manna og alra kvenna ogn. Annaðhvørt vit nema skaldskapin sum tekst, við lesnaði ella við at lurta – ella við, sum føring- ar gjørdu og gera, at taka hendur saman og sláa ring – so verður her ikki spurt eftir kyni, trúgv, politikki ella ognum. So ólík vit ann- ars á mangan hátt eru, so eru vit øll her javnlíkar. Og fara vit longur eftir hesi slóð, so síggja vit, at allur sannur skaldskapur vísir veg úr tronga – tjóð- skaparligum, trúarligum og mentunarligum – fram ímóti margfeldi, opinleika og tolsemi. Í áðurnevnda ørindi vísti tann muslimski Angulund kongur seg at vera eitt menniskja, við somu faðirkenslum sum tann kristni Karlamagnus. Í sínum sjónleiki um Nathan hin Vísa javnsetir tann týski rithøvundurin Gotthold Ephraim Lessing jødadóm, kristindóm og islam og skoðar fram at eini tíð, tá hesir og aðrir átrúnar síggja virðið hvør í øðrum og fáa gott grannalag. Men tað merkisverda er, at eisini eitt gamalt føroyskt kvæði megnar at pallseta avbjóð- ingar, sum leika á eisini í dag og kanska serliga aftan á tann 11. september 2001. Um hesa somu avbjóðing syngur kanadiska skaldið Leonard Cohen, við orðum eftir Frank Scott, í síni seinastu fløgu: The lesser loyalties depart, And neither race nor creed remain. Reshaping narrow law and art Whose symbols are the millions slain, From bitter searching of the heart We rise to play a greater part. Hesi fáu og fátæku orð eru ein roynd at gera vart við trý virðir: tað dionýsiska sum neyðugan tátt í eini- hvørji mentan, skaldskap sum ogn hjá okkum øllum og tolsemi sum neyðsyn, um okkara heimur skal hava nakra framtíð. Vit teimum fari eg at siga Jógvani á Lækjuni menta- málaráðharra og nevndini fyri Mentanarvirðisløn Landsins eina hjartans takk fyri hesa virðisløn. Eg skal ikki dylja fyri, at tað kenst sum ein stórur heiður at fáa hesa virðisløn. Og tað er mín vón, at tað fer at eydn- ast at lata okkurt munagott aftrat aftur fyri henda stuð- ul. Takk fyri. Hanus Kamban í takkarrøðu: Virðislønin - ein stórur heiður Jógvan á Lakjuni handar Hanusi Kamban heiðursbræv fyri Mentanarvirðisløn Landsins Mynd: Jens Kr. Vang – Hetta kenst sum ein stórur heiður, sigur Hanus Kamban Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 14