týsdagur 23. november 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 224 - 23. november 2004
Nr. 224 - 23. november 2004
17
fólkaræði, sigur Johannes
og hugleiðir víðari um
rákið í okkara tíð, har for-
dømingin og burturvísingin
av okkara medmenniskjum
er gjørd til borðbæran
politikk á hægsta stigi
innanfyri
okkara
egnu
landamørk.
Útlendingakjakið
- Hetta er sami hugsunar-
háttur, sum stýrir okkara
útlendingakjaki. Vit hava
gjørt tað til ein spurning
um okkum og so hini, og
harfrá hava vit tikið okkum
rætt til at standa við dyrnar
og sortera menniskju. Og
soleiðis fara vit at halda
fram, so leingi vit ikki
megna ella vilja liva okkum
inn í støðuna hjá okkara
medmenniskjum.
Hesin
trupulleikin verður jú ikki
loystur, fyri tað um vit beint
nú gera av at læsa dyrnar
fyri øðrum. Tað fara altíð at
vera menniskju, sum mugu
flýggja úr sínum egna landi
av
náttúruvanlukkum,
kríggi ella av øðrum or-
søkum. Tað, sum vit gera
beint nú, er at royna at
halda havinum aftur við
eini teskeið, og tað ber jú
ikki til.
- Hetta er eisini rættiliga
undrunarvert, tí vit vilja øll
so sera fegin vera í sam-
bandi við restini av heimin-
um gjøgnum internet og
mail og handilsavtalur, men
tá tað ræður um at taka
felags ábyrgd fyri okkara
medmenniskjum, sum líða
hungur og órætt, vilja
summi av okkum ikki vera
við longur.
Tú segði í einum fyri-
lestri, at um vit bara eina-
ferð hava hoyrt ævintýrið
hjá H.C. Andresen um
gentuna við svávulspinn-
unum, gloyma vit ongantíð
aftur, at tað eru menniskju,
sum sita uttanfyri og frysta.
Hava vit ikki gloymt kort-
ini?
- Vónandi ikki innast
inni. Fyri meg er ein tann
týdningarmesta søgan í
bíbliuni fyri menniskju í
dag,
søgan
um
tann
miskunsama samariubúgv-
an. Eftir at tveir teir fyrstu
vóru farnir framvið tí bløð-
andi manninum stendur at
lesa, at tann triðji setti seg
niður og setti seg í hansara
stað. Síðani legði hann
mannin á ryggin á eslinum
og fekk hann á eitt herberg,
har hann kundi fáa hjálp.
Hann lat also særda mannin
koma í sítt stað. Beinleiðis
umsett úr griskum stendur,
at hann fekk ilt í innvølir-
nar av at síggja hann. Og
tað vita øll foreldur, sum
hava sæð sítt barn koma til
skaða: Tú fært eina veru-
liga pínu í búkin av tí. Tað
er sjálvandi ein meining
við, at vit hava tað í okkum,
sum skal til, fyri at vit
kunnu seta okkum støðuna
hjá øðrum, tí tað er tað,
kristindómurin grundleggj-
andi snýr seg um. Jesus
setti seg í okkara stað, tók
okkara syndir á seg, so vit
kundu koma í hansara stað,
og tað gjørdi hann, fyri at
læra okkum at gera tað
sama móti okkara med-
menniskjum.
Í sýrubað
Í sama fyrilestri segði tú, at
vit menniskju fara við
lívinum, soleiðis sum vit
síggja uppá lívið. Er tað eitt
eyðkenni fyri modernaði
menniskju at lata sjálvs-
rættvísi og fordómar stýra
okkara atburði?
- Í ein ávísan mun, ja.
Onkuntíð havi eg hug at
siga, sum Einstein, at tað
harmar meg at liva í eini
tíð, har tað er lættari at
spalta eitt atom enn at taka
ein fordóm burtur. Vit eru
ov skjót at døma hvønn
annan og duga ómetaliga
illa at siga "Umskylda, eg
tók feil."
- Men eg eri ikki beiskur,
tí eg trúgvi uppá, at tað ber
til at broyta menniskju. Eg
eri sjálvur uppvaksin í
einum rættiliga strangum
heimi. Ikki tí, eg hevði ein
eydnuríkan barndóm og var
ómetaliga góður við míni
foreldur. Men tey høvdu
sínar strangu reglur, og eg
tók tær til mín uttan at seta
spurnartekin við tær. Mítt
egna tolsemi er ikki komið
fyrr enn seinni, og tað er
ikki minst einum frálíkum
lærara, eg hevði í millum-
skúlanum, fyri at takka.
Hann legði meg í eitt sýru-
bað, so eg kundi blíva eitt
ordiligt menniskja, sigur
Johannes
flennandi
og
heldur fram.
- Tað sermerkta við hes-
um læraranum var, at hann
ongantíð gav nakað svar,
men bara spurdi og spurdi.
Tá vit so svaraðu, spurdi
hann bara aftur, "Ná, sigur
pápi tín tað - hví man tað
vera?" Tað vardi sjálvandi
ikki serliga leingi fyrr enn
vit sóðu, at vit ikki fingu
grundgivið fyri okkara
meiningum, tí tær bara
vóru endurtøkur av tí, sum
onkur annar hevði sagt.
Soleiðis bleiv eg tvingaður
til at byrja at hugsa sjálvur,
og eg má siga, at eg havi
verið mínum lærara ómeta-
liga takksamur síðani, sigur
Johannes og heldur fram, at
tey, ið ikki hava verið so
heppin at hava ein sovorð-
nan lærara, kunnu uppliva
nakað tað sama við at liva
seg inn í listina.
Hvør dagur er ein
gáva
- Listin hevur í øllum
førum tveir heilt sermerktar
eginleikar: Hon setir spurn-
ingar og sær tað, vit onnur
ikki síggja. Og listafólk
prógva hvønn dag, at tað
bara ber til at skilja heimin
og víðka tín sjónarring, um
tú elskar. Ein listamálari
kann bara ganda fram eitt
listaverk, um hann elskar at
arbeiða við máling, ein rit-
høvundur kann bara skapa
skaldskap, um hann elskar
orð og málið. Og vit kunnu
bara skilja okkara med-
menniskju gjøgnum okkara
kærleika til tey. Tá tú fært
eitt barn, er tað kærleikin
sum fær okkum at skilja og
rúma tingum, vit aldrin
hava dugað at ímynda okk-
um fyrr. Kærleikin letur
okkara eygu upp, so vit
kunnu gleðast yvir lívið
heldur enn at ræðast tað,
sigur Johannes og hyggur
út gjøgnum vindeygað eftir
ársins fyrstu kavaflykrum.
- Eg eri ómetaliga takk-
samur fyri lívið, og eg
harmist ikki um, at eg eri
við at gerast gamal. Ongin
lovaði mær, at eg skuldi
upplivað eitt langt hjúna-
band fult av kærleika og fáa
børn og abbabørn, sum eg
gleðist um hvønn dag.
Hvør dagur er ein gáva,
sum eg takki fyri, og tá tað
ikki verða fleiri, fari eg at
takka fyri allar teir, eg fekk.
- Vit sita øll í sama
toki og eru á veg til
sama stað. Og Gud
hevur ikki givið
nøkrum av okkum
boð um ella rætt til at
blaka samkynd,
útlendingar, kvinnur,
fráskild ella nakran
annan út. Jesus setti
seg í okkara stað, fyri
at læra okkum at gera
tað sama móti okkara
medmenniskjum. Alt
annað er sjálvsøkið
og ómenniskjaligt,
sigur danski prest-
urin og rithøvund-
urin Johannes
Møllehave
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
mynd: Jens K. Vang
Seinastu 14 árini hevur
danski presturin Johannes
Møllehave búð í Onglandi,
har hann granskar sjónleik-
irnir hjá Shakespeare. Men
Møllehave livir hvørki í
einum øðrum heimi ella
eini aðrari tíð. Tað er lívið
her og nú, tað snýr seg um,
og ikki minst hvussu vit
eiga at feia fyri egnum duri,
áðrenn vit byrja at rudda
upp hjá øðrum.
- Tak til dømis funda-
mentalismu - tíðarinnar
størsta banniorð, men bara
so leingi tað gongur fyri
seg í einum arabiskum
landi. Veruleikin er jú, at
ringastu fundamentalistar-
nir ofta eru teir kristnu,
sum ganga frítt ímillum
okkum og standa enntá á
okkara prædikustólum og
fordøma og oysa hatur og
hevndarhuga út yvir sam-
komuna. Eftir mínum tykki
er hetta slagið av funda-
mentalismu verri enn tað,
hon sigur seg stríðast ímóti,
tí hon letur seg í ein
borðbæran ham og kann
vera trupul at kenna aftur.
Fundamentalistiski hugs-
unarhátturin er einfaldur og
kanska lættur at skilja, men
frá einum kristnum sjónar-
miði er hann andstyggiligur
og oyðileggur okkum sum
menniskju. Tað letur seg
ikki gera at býta menniskju
ella verðina sundur í gott og
ónt uppá handan mátan, tí
tað góða og tað ónda situr
inni í tær sjálvum. Hevur
tú ikki skilt tað, hevur tú
ikki skilt tann kristna
boðskapin, sigur presturin
avgjørdur.
Ógudiligir
heidningar!
Tað undrar ikki Johannes
Møllehave, at vit her heima
javnan síggja lesarabrøv í
bløðunum, har fólk verða
hongd út sum ógudilig og
heidningar, tí tey hava víst
á tann humanistiska boð-
skapin í bíbliuni, ið tosar
um fyrigeving og tolsemi
heldur enn fordøming og
revsing
- Hatta er ein vanligur
framferðarháttur hjá teim-
um sokallaðu bíbliutrúgvu.
Menniskju, sum halda seg
kunna brúka bíbliuna sum
eitt sett av reglum, tey
kunnu døma onnur út frá
gerast altíð desperat til
endan, tí tey finna ikki
grundgevingarnar í kristin-
dóminum og kunnu tí bara
standa krampakent og rópa
ógudligur heidningur eftir
øllum. Uppaftur óhugna-
ligari verður tað, tá so-
vorðin fólk brúka bíbliuna
til at rættvísgera sín sjúka
hevndarhuga og geva øðr-
um fatan av, at tey eru
noydd at hava hesar sann-
føringar fyri at liva í tráð
við Guds orð. Hvussu langt
skulu slík fólk sleppa,
áðrenn onkur steðgar teim-
um? Nær endar tað við, at
tey siga "Tíverri - dóttur
mín liggur sundursorað og
bløðir á gólvinum, tí tað
stendur í bíbliuni, at eg skal
tukta tann eg elski.", spyr
Johannes
Møllehave og vísir á, at
Gud ongantíð hevur givið
nøkrum boð um at døma
ella útihýsa onnur menn-
iskju. Tí skulu vit heldur
ikki góðtaka prestar, sum til
dømis ikki vilja loyva
kvinnum at virka sum
prestar ella sýta fyri at gifta
fráskild.
- Í okkara kirkju er hjúna-
bandið ikki eitt sakramenti,
og tí er tað ikki nakað
halgibrot at loysa eitt par og
teirra børn úr eini støðu,
har øll pínast. Tað er menn-
iskjaligt.
Viðvíkjandi
kvinnuligum prestum, so
vóru kvinnurnar jú tær
fyrstu at boða frá Jesu upp-
reisn og harvið tær fyrstu at
boða gleðiboðskapin, so vit
eru neyvan tey røttu at gera
av, um tær eisini skulu
sleppa tað nú.
- Eygleiðir tú teir bibliu-
trúgvu fundamentalistarnar
eitt sindur, vísir tað seg
skjótt, at grundgevingarnar
ikki hanga saman. Og tað
gera tær ikki, tí tær eru
tiknar úr síni heild og pent-
aðar saman av nýggjum á
ein hátt, sum Gud ongantíð
hevur ætlað. Vit kunnu so
spyrja okkum sjálvi, hví
hesi fólkini sum oftast velja
tey mest menniskjafíggj-
indaligu brotini og taka tey
úr sínum samanhangi fyri
at misbrúka tey. Eg havi
onki svar, annað enn at
hetta ofta tykist at vera ein
ávís typa av menniskjum,
sum mangla evnini at
granska seg sjálvan og taka
ábyrgd fyri tí, tey siga. Slík
fólk lata seg ofta hugtaka
av tí fundamentalistiska
hugsunarháttinum, tí hann
fær tey at tykjast sjálv-
sikkur. Í mínum eygum eru
tey mest vandamikil, tí tey
megna ella vilja ikki at liva
seg inn í støðuna hjá sínum
medmenniskjum og eftir
øllum at døma ikki lata seg
ávirka av, at tað, tey siga og
gera, pínir onnur. Hvat er
tað fyri menniskju, sum
ikki lata við seg koma, tá
tey skaða onnur við sínum
atburði?, spyr Johannes
Møllehave hugsunarsamur.
Kjakið tagnaði
Johannes Møllehave undrar
seg yvir, hvussu leingi vit í
Vesturheiminum ætla at
blíva við at billa hvørjum
øðrum inn, at fundamental-
isma er eitt eyðkenni fyri
tey arabisku londini, fjart
frá okkara egna hugunar-
hátti.
- Hygg bara at Bush. Har
situr heimsins valdmiklasti
maður og heldur seg kunnu
gera av, hvør er yvirgangs-
maður, samstundis sum
hann og hansara stjórn
fremja yvirgang av ringasta
slag hvønn dag. Hvussu
kanst tú hava virðing fyri
einum manni, sum ikki
himprast við at seta streym
til eitt annað menniskja, so
tað líður ein spakuligan og
pínufullan deyða í? Hvønn
rætt hevur ein slíkur maður
til at gera av, at arabarar,
samkynd ella tey, sum velja
fosturtøku, ikki eru menn-
iskju, sum onnur?
- Ein av trupulleikunum
við Bush og øðrum krist-
num fundamentalistum er,
at tað ber ikki til at kjakast
við teir, tí eitt grundleggj-
andi eyðkenni við funda-
mentalismu er jú, at hon
ikki hýsur øðrum hugsun-
arháttum enn sínum egna.
Úrslitið síggja vit nú, við
tað at amerikanska fólki er
býtt sundur í tveir bólkar,
og alt landið er avskorið frá
restini av verðini. Vit vita
jú, at tað finst eitt annað
Amerika, men tá Bush og
hansara menn komu fram-
at, tagnaði kjakið í sjálvum
tí, sum skuldi vera heim-
sins
mest
framkomna
Johannes Møllehave:
Kristna fundamentalisman oyðileggur okkum
– Eg sigi sum Einstein, at eg
harmist um at liva í eini tíð,
har tað er lættari at spalta
eitt atom enn at taka ein
fordóm burtur. Men eg eri
ikki beiskur og trúgvi uppá,
at tað ber til at broyta
menniskju, sigur Johannes
Møllehave
C
M
Y
K
17
16