Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. november 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 18 Nr. 224 - 23. november 2004 19 Landsliðsveteranurin tekur tað tó sjálvur púra róligt, og sigur tað ikki verða nakað vónbrot, um hann ikki fær boðið sátt- mála FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir 57 dystir og átta mál fyri føroyska fótbóltslands- liðið, takkaði John Petersen fyri seg, tá landsliðið í seinasta dystinum á árinum tapti 2-0 fyri Írlandi. Mest tungtvigandi or- søkin í øllum hesum var, at unnustan var sloppin á skúla í Viborg, og at John saman við soninum flutti til Danmarkar, so skjótt sum landsliðsárið var av. Eftir dystin í Írlandi stað- festi hann, at tað so ikki fór at verða til meira fótbólt í ár. Eisini tí hann við sein- asta dystinum fyri B36 var farin út um tað markið, sum ásetur, nær leikari seinast skal hava spælt, um hann skuldi knýtast til danskt felag undan ársskiftinum. Beit merki í hagtølini Men tú hevur so eina støðu, til ein nýggj er tikin, og hjá John Petersen gongur tann vegin, at talan er um nýggja støðu. Niður komin til Viborg fann hann nevnliga út av, at ein kenningur hjá sær var venjari hjá Danmarks-seriu liðnum hjá Viborg. – Eg spurdi so hann, um eg kundi venja við temum, og tað var gaman í. – Tað var so bara eina viku, til teirra kapping fór í vetrarfrí, men eftirfylgjandi hevði Ove Christiansen, sum venur superliguliðið hjá felagnum, spurt seg fyri, um eg ikki hevði hug at venja við superligu- liðnum. Og tað var so ein møgu- leiki, sum John einki hevði ímóti at royna. Fyrstu tíðina ræður eisini mest um at fáa alt í familjuni at ganga upp í eina heild, so enn stendur arbeiði ikki á skránni í ger- andisdegnum. Og tí eru heldur eingir trupulleikar við at venja fyrrapartar. – Í so máta livi eg sum yrkisleikari í løtuni. Mær vantar bara pengarnar, heldur John skemtandi fyri. Sum skilst, so kendi Ove Christiansen ikki nakað serligt til føroyska lands- liðsleikaran, men onkurs- vegna var hann so komin fram til, at maðurin hevur leikt 57 ferðir á lands- liðnum, og at hann við átta málum er millum teir mest skorandi føroyingarnar. Nakað sum hann helt vera vert at kanna nærri. Ætlanin var eisini, at John skuldi verða við á eykaliðnum hjá Viborg, tá hesir skuldu spæla í Rand- ers sunnudagin. Dystirnir hjá eykaliðnum eru ikki skrásettir, so tá hevði tað ikki talt, at John Petersen einki spæliloyvi hevur. Kuldin í Danmark gjørdi so, at tann dysturin var av ongum sunnudagin, men møguliga verður talan um dyst mánakvøldið ístaðin. Tekur tað róligt Sjálvur tykist John tó taka nýkomna møguleikan sera róligt. – Sjálvandi taki eg av, um eg brádliga fái boðið ein sáttmála, men tað er so ikki nakað, sum eg hugsi ítøki- liga um. Eg verði so ikki vónbrotin, um einki meira hendir. Og so staðfestir hann eis- ini, at hóast alt skuldi ging- ið eftir vild í hesum sam- bandi, so er framvegis ikki víst, at hann aftur verður á føroyska landsliðnum. – Har havi eg jú sagt, at eg eri givin. Viborg er eisini eitt felag, við upp ímóti 30 leikarum í superliguhópin- um, so skuldi tað hent, at eg fái sáttmála, so er framveg- is langt á mál, áðrenn eg fái góða dystarvenjing. Men talan er kortini um venjing á høgum støði. Vigar hon ikki nakað? – Sjálvandi. Eg merkti eisini alt fyri eitt, at eg havi ligið brakk í ein mánað ella so. Men hinvegin, so haldi eg ikki, at eg datt heilt burtur ímillum. So vit fáa at síggja, hvat tað heila endar við, staðfestir altso fyrrver- andi landsliðsleikarin at enda. John venur í Viborg 57 dystir og 8 mál fyri føroyska fótbóltslandsliðið var nakað, sum venjari hjá Viborg beit merki í, og hann hevur nú ynskt at hyggja nærri at fótbóltsevnunum hjá John Petersen StÍF-Søljan 22-28 (7-19): Munurin staðfestur Søljan punkteraði dystin fyrsta korter- ið, og so ráddi bara um at koyra stigini heim HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ikki stórvegis roks um úrslitið, tá Søljan vitjaði á Skála sunnudag- in. Søljan hevur annars havt nakað av mótburði seinastu tíðina við tapum fyri VB, Stjørnuni og Neistanum, men tær reistu seg so dyggiliga í dystinum móti StÍF. Longu eftir fyrsta góða korterinum stóð 4-13 á máltalvuni, og tó at StÍF slapp betri við í spælið, sum dysturin leið, so stóð alla tíðina greitt, at stigini undir ongum umstøðum vórðu verandi í høllini á Skála. Sum ikki einaferð, so vóru tað tær báðar, Nico- leta og Lina, sum stóðu fyri flestu málunum hjá Søljuni, og tað er einki at ivast í, at júst tær báðar eiga sín stóra lut í, at Sølj- an nú hevur flutt seg fleiri fet upp eftir stigatalvuni. Hinvegin tykist líka so lítil ivi vera um, at eisini lokalu leikararnir á liðn- um hava ment seg nógv seinastu tvey-trý árini. Serstakliga er verjupart- urin batnaður heilt nógv, og við leikarum sum Arn- leyg Haraldsen og Heidi Mariu Akselsen hevur Søljan eisini fingið leik- arar, sum kunnu roknast upp ímillum tann betra endan av føroyskum leikarum. Tí er einki at ivast í, at Søljan hevur skapt sær gróðrarlíkindi fyri eini støðugari tilveru í før- oyska hondbóltsoddinum. Tað røkkur kanska ikki til heiðursmerki longu í ár, men kósin er í øllum før- um bein. StÍF-Søljan 22-28 (7-19) Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 11(3), Poula D. Olsen 6, Paula B. Høgnesen 3(3), Sunfríð B. Jacobsen 2, Malan Petersen 1 Søljan: Nicoleta R. Hansen 11, Lina Andriulyte 6, Arnleyg Haraldsen 3, Hertha J. Simonsen 3, Heidi Maria Akselsen 2, Fía Selma Nielsen 2, Jana Jacobsen 1 Brotskøst: StÍF 7, Søljan 3 Útvísingar: StÍF 2, Søljan 2 Dómarar: Kristian Johansen & Dánjal Samuelsen FAKTA UM DYSTIN 19 Nr. 224 • týsdagur • 23. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo TB fær venjara úr Rumenia Fleiri útlendingar eru longu á Sevmýri, men møguleikin hevur ver- ið nevndur, at nýggi venjarin skal at hava ein spælara til Tvør- oyrar saman við sær TB FYRIREIKING Jóannes Hansen Nú er tað greitt, at nýggi TB venjarin fer at koma úr Rumenia. Tað veit heima- síðani hjá TB, tb.fo, at siga. Sáttmáli varð í síðstu viku skrivaður millum TB og Eugen Neagoe. Hann er 37 ára gamalur og royndur álopssspælari. Fyri tveim- um árum síðani gavst hann at spæla. Hann hevur UEFA A licens sum venjari. Hann hevur verið høvuðsvenjari í næstbestu deildini í Rum- enia, og seinastu tíðina hev- ur hann verið hjálparvenjari í Universitate Craiova. Tal- an er um eitt av fremstu fel- øgunum í bestu deildini í Rumenia. Eugen Neagoe spældi í síni tíð í mong ár í hesum felagnum. Umframt í Craiova spældi Eugen Neagoe eisini í Ungarn, Grikkalandi og á Kypros. Hann var á fleiri ungdómslandsliðum og rakk U 21 landsliðnum. Tað er Ion Geolgau, sum var venjari hjá HB í fleiri ár og eisini vandi B36, ið hevur hjálpt TB at finna fram til nýggja venjaran, sum Ion hevur givið gott skoðsmál. Eftir at Ion fyrra partin av síðsta kappingarári var í Reykjavík og vandi Fram, er hann nú aftur í Rumenia. Fleiri útlendingar Setningurin hjá TB verður næsta kappingarár fyrst og fremst at sleppa undan nið- urflyting. Í ungdóms- deildunum eigur TB fleiri góðar spælarar. Tað vístu úrslitini í fleiri av yngru deildunum síðsta kapping- arár. Fyri felagið er tað týdningarmikið, at tað aftur verður traditión at 1. deild- arfótbóltur verður á Sev- mýri. Tað fer at hava stóran týdning fyri menningina av ungu spælarunum. Sum hjá so mongum øðrum feløgum verður tað í TB mett at vera neyðugt við hjálp aðra staðni frá. Umstøðurnar eru soleiðis, at tað er ógvuliga torført ella rættari ómøguligt at fáa spælarar norðanfjørðs at flyta suður at spæla fótbólt, hóast at tað hevði borið til at fingið arbeiði á við síðuna av. Onkrir spælarar hava onkra ferðina ferðast eitt sindur millum feløgini í Suðuroy, men enn hevur einki verið at hoyrt um, at nakar úr hinum trimum feløgunum í oynni skal flyta til TB. Um TB skal fáa styrk, so skal tað eftir øllum at døma vera úr út- landinum. Útlendingarnir, sum við vissu fara at hjálpa TB næsta ár, eru gamlir kenningar í Føroyum, men tað kann vera, at onkur nýggjur fer at koma afturat. - Predrag Zivkovic hevur spælt fótbólt í Føroyum í fimm ár, so hann verður í fótbóltshøpi roknaður sum føroyingur. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit kunnu hava fýra aðrar út- lendskar spælarar. Ein teirra er Alexander Jovevic, sum síðsta kappingarár var á NSÍ miðvøllinum. Síðsta kapp- ingarár høvdu vit tveir ghanesiskar spælarar, sum vit vóru væl nøgdir við. Sum tað sær út í løtuni, so er tað nógv, sum talar fyri, at teir báðir koma aftur henda vegin, sigur Bjarni Mort- ensen, sum er formaður í fótbóltsdeildini hjá TB. Tað hevur ljóðað, at nýggi venjarin kanska skal spæla við sjálvur, og at hann møguliga skal hava onkran landsmann við sær til Tvøroyrar at spæla fót- bólt, men tað liggur framvegis í tí óvissa. – Venjarin hevur verið góður fótbóltsspælari. Rum- enskur fótbóltur er jú á væl hægri støði enn okkara fótbóltur, og hann hevur spælt á høgum støði í heim- landinum og eisini í granna- londunum har niðri. Men tað eru tvey ár síðani, at hann spældi, og um hann skal spæla, so verður tað sjálvandi neyðugt hjá hon- um at fara undir aftur at venja samstundis, sum hann skal venja hinar. Møgu- leikin fyri at hann skal hava onkran landsmannin við sær henda vegin hevur verið nevndur, men enn er einki komið upp á pláss hesum viðvíkjandi, sigur Bjarni Mortensen. Síðsta kappingarár var tað Jon Johannesen, sum hevði ábyrgdina av TB liðnum, sum vann 2. deild og harvið flutti beinleiðis upp í bestu deildini. Jon boðaði stutt eftir kapp- ingarlok frá, at hann fór ikki at halda fram sum venjari. Jon var leikandi venjari, og sum vit hava skilt tað, so ætlar hann sær aftur næsta ár at vera við í kappingini um plássini á besta liðnum. TB hevur tryggjað sær venjaran til komandi kappingarár Jólasølan hjá Verkstaðnum Vón Árliga jólasølan verður á Verkstaðnum mikudagin 24. november frá kl. 14.00-20.00 og hósdagin 25. november frá kl. 14.00-19.00. Møguleiki verður at keypa sær drekkamunn við onkrum heimabakaðum afturvið. Øll eru vælkomin. Verkstaðið Vón Hóvabrekka 1 · Argir