Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 23. november 2004 21 KÍF-VÍF 20-32 (11-18): VÍF heldur kósini Kollfirðingar sluppu ikki at órógva vest- menningar, sum framvegis halda beina kós frameftir HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hava helst verið koll- firðingarnir, sum hava skapt størstu órógvina hetta kapp- ingarárið. Hetta skilt so- leiðis, at teir eru liðið, sum hava skapt mest óvæntaðu úrslitini. Hetta er ikki minst komið væl við hjá VÍF, tí bæði H71 og Kyndil hava higartil mist móti KÍF. Kanska einamest, tí tey ikki tóku dystirnar í nóg stórum álvara, men tað mistakið gjørdi VÍF so ikki hesaferð. Sunnudagin var nevnliga eingin sum helst ivi um, hvønn veg stigini skuldu fara. VÍF var sum so eisini ávarað, tí í fyrra dystinum millum liðini vóru vest- menningarnir beinleiðis hepnir, tá teir sluppu avstað við øllum. Sunnudagin var tó skjótt greitt, hvønn vegin tað bar. Longu eftir tíggju minuttum hevði KÍF biðið um time- out, tí verjan snøgt sagt varð rend um koll, og tó at teir eftir hetta royndu at skipa seg betri, so vendist dysturin ikki. VÍF bygdu støðugt upp á leiðsluna hjá, og tá farið varð undir seinna hálvleik, settu teir veruliga trumf á. Eftir tíggju minuttum av hesum stóð 12-25 á mál- talvuni, og tó at VÍF eftir hetta gearaði nakað niður, so var allur ivi nú burtur. Hava nakað eftir Úrslitið merkir, at VÍF framvegis er einsamalt oddalið í deildini, og tó at vit enn bara eru í grund- spælinum, so fær hetta ikki verið annað enn ein hugalig staðfesting í Vestmanna. At liðið so eisini eigur til góðar, at Sámal Joensen kemur aftur at spæla, og at venjingarstøðan hjá Áka Olsen spakuliga betrast, sigur eisini, at enn eru ikki allir trumfirnir spældir út. Spurningurin er so, hvørt tað er nóg mikið til at halda fast í verandi støðuni. Í so máta eru viðhaldsfólkini helst nakað klókari um eina viku. Komandi sunnudag verður tað nevnliga Kyndil, ið kemur á vitjan. Fyrra dystin millum liðini vann Kyndil greiðan sigur, og spurningurin er so, hvørt vestmenningarnir nú eru tað pettið hvassari, ella um óstøðuga Kyndil tá enn einafeðr lyftir seg heilt upp. KÍF spælir næstu ferð á heimavølli móti Neistan- um, og so er spurningurin, hvørjum parti tað tá skal eydnast at toga seg nakað upp á talvuni. Kollfirðingar royndu, men teir fingu ongantíð veruligt tak á VÍF sunnudagin KÍF-VÍF 20-32 (11-18) Málskjúttar KÍF: Regin Petersen 5(1), Eddie Joensen 5, Rógvi Weihe 3, Mirko Milenkvic 2, Petur Martin Poulsen 2, Gert Hansen 1, Kristjan Madsen 1, Jóan Pauli Ol- sen 1 VÍF: Ingi Olsen 10(2), John Zachariassen 7, Áki Olsen 4, Agnar Joensen 4, Karl Jóhan Durhuus 2, Harald Bjørgvin 2, Áki G. Olsen 2, Rúni Joensen 1 Brotskøst: KÍF 3, VÍF 2 Útvísingar: KÍF 5, VÍF 4 Dómarar: Brandur Johansen & Heri Petersen FAKTA UM DYSTIN StÍF-Kyndil 22-32 (10-15): Kyndil aftur á beint VB snøgt sagt hølvaði VÍF av sunnudagin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir 40 minuttum í VB- høllini stóð 26-5 á mál- talvuni. Eitt týðiligt tekin um klassamunin, sum var á liðunum báðum, sum dyst- aðust hendan dagin. VB hevði tá við fullari ferð víst, at liðið framvegis er mill- um tey allar bestu í før- oyskum kvinnuhondbólti. Samstundis var staðfesting- in enn einaferð, at VÍF í løt- uni er langt frá liðnum, sum eitt tíðarskeið var mest sum einaráðandi í Føroyum. Tølini tala helst eisini í ríkiligt mát fyri seg, tá dyst- urin skal viðgerast. Eftir sjey minuttum stóð 3-3 á máltalvuni, men so skrædn- aði tað fullokomuliga. 27 minuttir skuldu ganga, áðr- enn VÍF aftur skoraði. Tá hevði VB sent bóltin í kass- an ikki færri enn 20 ferðir afturat, og so var tann ivin líkasum burtubeindur. Seinastu løtuna slapp VÍF at minka nakað um, munin, men meira enn kosmetiskt gjørdist tað so ongantíð. Meistararnir úr Kyndli tóku alt á Skála, og eru nú besta boðið upp á ein kappingarneyta hjá VÍF HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir tapið fyri H71 sein- ast, vóru boðini til Kynd- ils-leikararnar greið sunnudagin. Ein sigur á StÍF var krav, um sam- bandið við oddaliðið úr VÍF ikki skuldi detta heilt burtur. Hinvegin vildu strand- ingar sjálvsagt eisini hava ein sigur. Bæði tí liðið nú so smátt er um at isolerast í botninum, men so sanni- liga eisini sum eitt slag av hevnd til Kyndil, sum meira ella minni læt StÍF úr, tá liðini hittust í fyrra sínamillum dystinum í grundspælinum. Skrædnaði um steðgin Fyrsta partin av dystinum sá eisini út til, at talan skuldi gerast um trupla uppgávu hjá Kyndli. Strandingar tóktust tendr- aðir til dystin, og fyrstu tjúgu minuttirnar var millum lítið og einki, sum skilti partarnar. Seinastu løtuna undan steðginum skrædnaði tó eitt sindur. Frá 9-9 broytt- ist støðan til 10-15, og so megnaði StÍF ongan tíð aftur at skapa nakran spenning. Kyndil helt við skilagóðum spæli fast um leiðsluna. Teir tóku eingi óráð fyri, og einsamallur megnaði Sveinur Justin- ussen ikki at høgga nóg nógvar bóltar í kassan, soleiðis at munurin kundi minkast. Aftur á beint Og so stendur greitt, at Kyndil nú aftur er um at koma á beint. Higartil í ár hava teir bæði heil- og hálvkiksað móti ávíkavist KÍF og H71, og higartil hevur tað kostað, at VÍF hevur skrætt seg leyst í oddinum. Hinvegin hevur spælið hjá Kyndli í øðrum dyst- um – eitt nú í heimadystin- um móti VÍF – verið av slíkum slag, at fáur man ivast í, at liðið aftur í er eitt av teimum, sum skulu tak- ast heilt alvorliga, tá tosað verður um FM-biðlar. Strandingar tykjast hin- vegin ganga í sama spor- inum. Tað ræður um at byggja nýtt upp, og so má tað bara takast við, at tað kostar í úrslitunum í ár. StÍF-Kyndil 22-32 (10-15) Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 12(3), Pauli Hansen 3, Leivur Justinussen 2, Alexandur Johansen 2, Artur Johansen 1, Bárður Danielsen 1, Borgar Danielsen 1 Kyndil: Josef Abrahamsen 9(3), Finnur Hansson 5(1), Jakob Jónsson 4, Hans Áki Dal Christiansen 4(2), Høgni Klein 3(1), Ragnar Stakksund 2, Hans Arni Thomsen 2, Rókur Akralíð 2, Hjalti M. Jacobsen 1 Brotskøst: StÍF 6, Kyndil 10 Útvísingar: StÍF 7, Kyndil 6 Dómarar: Kristian Johansen & Dánjal Samuelsen FAKTA UM DYSTIN VB-VÍF 31-14 (20-3): VÍF fekk smekk Tølini talaðu fyri seg, tá VÍF bókstaviliga varð bukað blátt og gult í Vági Mynd: Áki Bertholdsen VB-VÍF 31-14 (20-3): Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 10(3), Aukse Vysniaskaite 8, Margreth Augustinussen 6, Rannvá Augustinsusen 2, Arnleyg Hjelm 2, Jacoba Poulsen 1, Laila Jesper- sen 1, Jóna Thorsteinsson 1 VÍF: Ioana Rápa 4, Linda Johannesen 3, Kirstin Helgadóttir 2, Fríða Marjunardóttir 1, Tórunn Jón- álvsdóttir 1, Finngerð Jensen 1, Annfríða Helgadótt- ir 1, Eyðritt Andreasen 1 Brotskøst: VB 4 Útvísingar: VB 1, VÍF 2 Dómarar: Pole Hansen & Hartvig Joensen FAKTA UM DYSTIN 21 20 Nr. 224 - 23. november 2004 Tríggir stórsigrar Klaksvíkingar, havn- armenn og vest- menningar skaraðu framúr í triðja umfari í FM-liðkappingini TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Kappingin í ár fer uttan iva at standa millum fýra lið; Klaksvíkina, Havnina, Vestmanna og Kollafjørð. Soleiðis sær tað út eftir trý umfør og verður helst hetta eisini myndin restina av kappingini. Hvalvíkingar hava mangar ferðir blandað seg í ovaru helvt, men í ár tykist ikki sum teir hava eins nógvan viðvind sum teir plaga. Toftamenn flyta helst niður í 2. deild í ár. Suverent oddalið Í Klaksvík vann heimaliðið ein knasandi 3,5 - 0,5 sigur á hvalvíkingum. Finnbjørn Zachariassen leikti javnt á 1. borði móti Ólavi Simon- sen. Stórsigurin viðførir, at klaksvíkingar nú draga frá hinum liðunum. Longu eft- ir trý umfør, eru teir hálvt- triðja stig fremstir. Havnarmenn vunnu held- ur óvæntað heili 3,5 - 0,5 á kollfirðingum. Havnarliðið er sterkt, men kollfirðingar hava eisini eitt væla lið við Hans Kristian Simonsen og Torbjørn Thomsen á odda. Uppgerðin millum vin- mennirnar Martin Poulsen og Hans Kristian endaði við sigri til Martin. Ein kærkomin sigur til havnar- menn, sum sostatt yvirhál- aðu kollfirðingar á stiga- talvuni. Vestmenningar vunnu væntaðan stórsigur á skerdum toftaliðið (uttan Jens Kristian Hansen) 3,5 - 0,5. Helgi Joensen bjargaði æruni hjá toftamonnum við javnleiki móti John Jacob- sen. Danin Mogens Nielsen leikti á 4. borði hjá vest- menningum. Mogens bú- leikast annars á Sandoynni, har hann í samstarvi við Talvsambandið, undirvísur í talvi. Áhugurin hjá ung- dóminum á Sandoynni til talvítróttin er øgiligur, tí heili 78 børn verða undir- víst í trimum teimum størstu bygdunum, Sandur, Skopun og Skálavík. Eitt herðaklapp til Mogens og Talvsambandið fyri hetta átak. 4. umfar í liðkappingini verður 5. desembur. 2. deild Klaksvíkingar eru ikki einans á odda í 1. deild. Í 2. deild hevur unga klaks- víksliðið tikið leiðsluna framanfyri m.a. sandavágs- menn. Fá stig skilja trý tey ovastu liðini. Sí úrslit og støður í aðrastaðni í blaðn- um í dag. Russiski meistaraskapurin Garry Kasparov tykist at hava funnið gamla stór- formin aftur í sterkasta russiska meistaraskapinum síðani 1988. Hóast hann yvirsáð ein hampiligan lættan sigursleik í enda- talvinum móti Alexander Motylev (2651), hevur Kasparov telvað væl og við nógvari orku. Hann er sam- an við Alexander Grischuk í oddinum. Grischuk hevur fýra stig fyri seks talv, meðan Kasparov hevur 3,5 stig fyri fimm talv. Ellivu telvarar taka lut og er tí neyðugt við fríumførum. Svidler, Bareev og Morozevich eru nakrir av hinum luttakarunum. Fel- ags fyri hesar tríggjar mætu telvarar er, at teir eftir seks umfør enn ikki hava bland- að seg í oddastríðið. Vladimir Kramnik, ið fyri mánaða síðani endur- vann HM-heitið, avlýsti tíverri sína luttøku. Or- søkin var troyttleiki og stress eftir harða HM- dystin, sum eisini er væl- skiljandi. Ein sum tók øll á bóli varð Anatoly Karpov. 53 ára gamli fyrrverandi heimsmeistarin, sum ikki hevur telvað nógv seinastu árini, meldaði seg úr kapp- ingini dagin fyri kapping- arbyrjanini. Karpov vildi ikki geva nakra beinleiðis orsøk fyri óvæntaða og óhepna atburðin. Tey flestu gita, at hann einfalt ikki hættaði sær at telva móti slíkari sterkari mótstøðu. Talvið hesa vikuna Morozevich,A (2758) - Dreev,A (2698) 57th ch-RUS Moscow (2), 16.11.2004 1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 Rif6 4.Ric3 cxd4 5.Rixd4 Ric6 6.Bg5 Bd7 7.Be2 Fa5 8.Bxf6 gxf6 9.Rib3 Fg5! (Skiftir fokus) 10.g3 f5 11.f4 Fh6 12.Fd2 Bg7 13.0-0-0 fxe4 14.Rixe4 a5 15.Fe3 0-0 16.a3 Fe6 (Svartur er komin betur frá byrjanini. Hvítur fær ikki tíð at fara í álop) 17.Fd3 h6 18.Kb1 a4 19.Ric1 Rid4 20.Ric3 Rfc8 21.Ri1a2 (Moroze- vish er kendur sum ein álopssinnaður og fantasi- ríkur telvari, men nú má hann verja seg alt sum hann er mentur móti landsmanninum hjá sær) 21...Rixe2 22.Fxe2 Ff6 23.Fe3 Be6 24.Rib4 Rc4 25.Ribd5 Bxd5 26.Rxd5 Rac8 27.Rd3 b5! 28.Fc1 e6 29.Re1 d5 30.Re2 b4! (Gjøgnumbrotsleikurin. Hvítur hevur onga verju) 31.Rixa4 bxa3 32.Rxa3 Ra8 (Hvítur má geva riddaran fyri at sleppa undan skák og mát) 33.Rib6 Rxa3 34.Rixc4 Støðumynd eftir 34.Rixc4 34...dxc4! 35.Re4 (bxa3 Fa1 mát) 35...Ra4 36.c3 Ff5 0-1 Úrslit og støður í FM-liðkappingini 1. deild - 3. umfar Klaksvík Hvalvík 3,5-0,5 Ólavur Simonsen Finnbjørn Zachariassen 0,5-0,5 Finnbjørn Vang Martin Brekká 1-0 Rani Nolsøe Sámal Christiansen 1-0 Tummas M. Anthoniussen Kári Petersen 1-0 Vestmanna Toftir 3,5-0,5 IM John Rødgaard Wensil Højgaard 1-0 Samson Højgaard Øssur Hansen 1-0 John Jacobsen Helgi Joensen 0,5-0,5 Mogens Nielsen Oddmar Andreasen 1-0 Havnin Kollafjørður 3,5-0,5 Martin Poulsen Hans Kristian Simonsen 1-0 Olaf Berg Torbjørn Thomsen 0,5-0,5 Bogi Ziska Eyðálvur Johannesen 1-0 Herluf Hansen Bernhard Thomsen 1-0 Støðan 1. Klaksvík 9,5 2. Havnin 7,0 3. Vestmanna 7,0 4. Kollafjørður 5,5 5. Hvalvík 4,0 6. Toftir 2,0 2. deild - 3. umfar Sandavágur Havnin A 2,5-1,5 Havnin A Klaksvík 1-3 Vestmanna Kollafjørður 2-2 Støðan 1. Klaksvík 8,5 2. Sandavágur 8,0 3. Havnin A 7,5 4. Havnin B 5,0 5. Kollafjørður 4,0 6. Vestmanna 3,0 Hans Kristian Simonsen og hinir kollfirðingarnir vóru fyri stórtapið í dystinum móti Havnar Telvingarfelag C M Y K 20