Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. november 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 23. november 2004 23 Brøndby spældi sunnudagn AGF sundur og saman, og hóast FCK vann fyri triðju ferð á rað, so bendir lítið og einki á, at nakar skal gera nakað við oddaliðið SUPERLIGAN Jóannes Hansen Sunnudagin mintust teir í Brøndby, at tað nú eru fjøruti ár síðani, at felagið varð stovnað. Framman- undan 1964 vóru Brøndby Øster og Brøndby Vester í drápiligum stríði um, hvør átti besta fótbóltsfelagið í hesum økinum vestanfyri Keypmannahavn. Bæði fel- øgini droymdu um at flyta upp í divisiónirnar og kanska at gera seg galdandi í kappingini millum tey bestu. Men tað gekk ongan veg. Í 1964 varð ásannað, at um nakað skuldi spyrjast burturúr, so var í fyrsta lagi neyðugt at leggja feløgini saman og síðani at syrgja fyri, at fyritreytirnar at venja og spæla dystir undir vórðu betraðar. Formaðurin í samanlagda felagnum, Keld Rasmussen, gjørdist borgarstjóri, og síðani í 1973 hevur Per Bjerre- gaard, sum nógvu tey fyrru árini eisini var kommunu- lækni, verið stjóri í fel- agnum. Kommunan og Brøndby IF hava arbeitt væl saman. Kommunan syrgdi nógvu tey fyrru árini fyri karmunum, og felagið flutti við ferð og aftur og aftur upp. Brøndby var felagið, sum frammanundan øllum hin- um gjørdi danska liðfót- bóltin professionellan. Teir vórðu meistarar fyrstu ferð í 1985. Í alt hevur felagið vunnið DM níggju ferðir, og nú kappingin er meiri enn hálvrunnin bendir alt á, at felagið skal vinna meist- araskapin fyri tíggjundu ferð. Við róðrið er Michael Laudrup. Hann var fyrsti landsliðsspælarin hjá Brøndby, og hann er kend- asti spælarin, sum hevur umboðað felagið og ein tann kendasti og kanska tann kendasti av øllum donskum fótbóltsspælarum nakrantíð. Sunnudagin hevði Brøndby vitjan av AGF, og í besta Laudrup stíli vant heimaliðið burturúr gestun- um. Úrslitið var 4-0. Brøndby sýndi satt meist- araspæl, og teir høvdu málmøguleikar at vinna uppaftur trivaligari sigur. Hita undir grasið Í Danmark var tað hálvgun vetrarveður sunnudagin. DBU hevur latið feløgini vita, at tey skulu syrgja fyri, at tað verður hiti lagdur í fótbóltsvallirnar, har superligu liðini spæla. Í Brøndby og fleiri øðrum feløgum hava teir langt síðani syrgt fyri hesum. Aðra staðni, har tað ikki eru so nógvir pengar ella har hugburðurin er ein annar, enn hann eitt nú er í Brøndby, hava kommun- urnar ikki hildið seg havt ráð til hetta arbeiðið. Nú sigur DBU, at tað er einki sum eitur. Um tað í framtíðini ikki fer at bera til at spæla, tí frost og kavi verður á vøllunum, so fara feløgini at missa heima- vøllin. Hetta leggur trýst á kommunurnar, sum iva- leyst fara at finna pengar- nar til at leggja hitarør undir grasvallirnar. Sunnudagin vórðu tveir dystir útsettir orsaka av frosti. Talan var um botn- dystin í Silkeborg, har FCN vitjaði, og um dystin í Randers, har Viborg vitjaði. Tríggjar á rað FCK vann aftur, og fyri triðju ferð á rað megnaðu teir at halda mótstøðuliðn- um frá at gera mál. Stóri maðurin í 4-0 sigrinum á heimavølli móti AaB var Peter Møller. Barndómsfel- agið hjá honum var AaB. Har spældi hann fyrstu ár- ini á besta liðnum. Síðani hevur hann spælt við Brøndby og FCK, og sunnudagin var hann fyri 300. ferð í dysti í bestu deildini. Ofta verður sagt, at jubilarar spæla ikki væl. Hetta ber ikki til at siga um Peter Møller. Hann skoraði trý av teimum fýra FCK málunum. Í FCK siga teir seg ikki hava mist mótið um, at tað skal bera til at vinna triðja DM á rað. Men Peter Møll- er, sum hesa ferð hevði Jesper Bech undir liðini í FCK álopinum, ásannar, at tað skal ganga út av lagi illa hjá Brøndby, um teir ikki skulu vinna DM. Brøndby er tíggju stig frammanfyri FCM, og teir eru fjúrtan stig frammanfyri FCK. Í FCK harmast teir um, at vetrarsteðgurin er so stutt burtur, nú tað av álvara er komið glið á hjá teimum. Leygardagin hevði FCM vitjan av Esbjerg. Talan var um kanska bestu uppgerð- ina yvirhøvur í hesum kappingarárinum. Heima- liðið vann 4-3, eftir at teir høvdu verið frammanfyri 2-0 og aftanfyri 3-2. OB vann 2-0 á FCN, sum harvið framvegis er rættu- liga hótt av niðurflyting. 40 ára gamal rennur undan øllum hinum Triðju ferð á rað megnaði FCK at vinna, og Hans Backe var serstakliga væl nøgdur um, lið hansara triðju ferð á rað helt nullinum Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 17 12 - 4 - 1 29 9 20 40 2 FCM 17 9 - 3 - 5 27 23 4 30 3 OB 17 9 - 2 - 6 41 22 19 29 4 Viborg 16 7 - 5 - 4 17 13 4 26 5 AGF 17 7 - 5 - 5 30 28 2 26 6 FCK (M) 17 7 - 5 - 5 28 26 2 26 7 AaB 17 7 - 3 - 7 27 24 3 24 8 Esbjerg 17 6 - 4 - 7 34 30 4 22 9 Silkeborg 16 4 - 3 - 9 23 31 -8 15 10 Herfølge 17 4 - 2 - 11 14 36 -22 14 11 Randers FC 16 3 - 4 - 9 17 30 -13 13 12 FC Nordsj. 16 3 - 4 - 9 18 33 -15 13 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) 23 22 Nr. 224 - 23. november 2004 Slatur í Klaks- vík Tað hava seinastu tíðina gingið leysasøgur um, at KÍ kortini ikki fer at hava Ove Flindt Bjerg sum venjara komandi kappingarár. Tað varð annars stað- fest í heyst, áðrenn dan- in fór av landinum, at hann eisini bleiv í fel- agnum komandi kapp- ingarár, men hetta munnu øll í felanum ikki vera eins fegin um. Trupult hevur verið at fáa nøkur tíðindi váttað, men tað tykist lítil ivi vera um, at kreftir í fótbóltsdeildini ikki vilja hava sama venjar- an aftur, og at tey tí eru farin at hyggja aðrar vegir. Norðlýsið hevði á netinum mánadagin prát við Ove Flindt Bjerg, og hann segði seg so einki kenna til hetta. Sam- stundis harmaði tað hann, at leysasøgur so- leiðsi gingu millum manna um sína framíð, uttan at hann visti nakað um hetta sjálvur. Sagt verður, at Odd- bjørn Joensen skal vera maðurin, sum kemur í mans stað, men hann sigur seg so heldur ikki vita nakað um hetta. - Eg havi regluliga samband við KÍ um ymisk ting, men eg má avsanna, at vit hava gjørt avtalu fyri kom- andi ár, sigur Oddbjørn Joensen við Norðlýsið. -jm Hesaferð koppaði alt rætta vegin hjá Neist- anum. H71 var fyri tað mesta á odda, men tíggju sekund fyri leiklok tryggjaði Áki Mørk teimum bláu sigurin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sunnudagin eydnaðist so Neistanum at økja um stigatalið, sum higartil í ár hevur verið nakað væl lakari, enn vónirnar til árið vóru. Fleiri ferðir hava stigini annars verið heilt nær, men ivamálini eru hvørja ferð follin til mótstøðuliðini, og náðisleysa stigatalvan boð- aði eisini greitt frá, hvussu støðan var. Tvey stig av tíggju møguligum var í øllum førum ikki nakað, sum borgar fyri einum komandi oddaliði í hond- bóltskappingini. Og útlitini vóru kanska betri hesaferð, nú hoyvík- ingar stóðu sum mót- støðulið. H71 hevði fingið ein lítlan frammaná, tá teir taptu móti KÍF herfyri, og við einum sjúkuraktum Henrik Gerster á beinkin- um við stórum hálsturri- klæði, vóru hoyvíkingarnir í øllum førum nakað skerd- ir. Fyrstu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at Neistin skuldi fáa nakað burtur úr dystinum. Halgir Dahl Olesen, sum við einum influensa-raktum av- riki var nakað væl undir miðal móti KÍF, tóktist veruliga hava nakað at prógva hesaferð. Skot- styrkin og fysikkurin annars hava altíð verið framúr. Sum innpískari er hann tó eisini nógv vedur hjá hoyvíkingunum, og við honum á odda hildu hoyvíkingar avstað. Og so vórðu teir bláu eisini skerdir. Ivaleyst slapp Jens á Skipagøtu heilt væl frá hendingini, tá hann rendi saman við Helga Michelsen, sum var á veg í kontra. Ofta hava slíkar hendingar útloyst reyða kortið til málverjan, men tað gjørdi tað ikki hesaferð, men fyri Neistan merkti tað, at Helgi ikki fekk tikið lut í ein hálvan tíma ella so. Ikki minst høvdu teir eisini gott tak í verjupartin- um. Skjúttarnir hjá Neist- anum vórðu hildnir nakað útfrá, og við Jens á Skipa- gøtu at taka móti tí, sum slapp ígjøgnum, hevði liðið eisini ein sterkan seinasta skansa. Neistin misti tó ongantíð heilt sambandið við hoy- víkingarnar. Munurin var soleiðis tvey og trý mál, og spurningurin tóktist kanska vera, um, breiddin hjá H71 fór at halda til samfullar 60 minuttir, nú Gerster ikki fekk tikið lut sjálvur. Um miðjan seinna hálv- leik tóktist avgerðin tó at fella. Neistin hevði annars strítt seg upp á javnt, men hoyvíkingarnir svaraðu aftur, soleiðis at teir nú vóru fýra mál frammanfyri. Kanska var tað áður- nevnda breiddin, sum haltaði, ella kanska hildu hoyvíkingarnir nú, at teir høvdu knekkað Neistan. Ikki minst tí hesir um sama mundi mistu Blagoje Buha, sum noyddist av vøllinum við vøddaskaða. Men dyst- urin var ikki avgjørdur. Ikki minst mátti Neistin takka Zeljko Jotic í málin- um fyri, at teir nú komu aftur í aftur. Eitt er, at talan er um ein sera góðan mál- verja. Annað - og kanska meira týðandi – er, at hann hesaferð eisini vist, nær tørvurin á einum sterkum málverja var størstur. Sein- astu seks, sjey minuttirnar mundi Jota hava einar fimm-seks veruligar bjarg- ingar, og ein minutt áðrenn tíð hevði Neistin strítt seg á 28-27. Tað var tó ein smeitur, tá Damir Oros fekk reytt kort. Hann varð dømdur at hava tikið í skotarmin á Kent Failstrup, tá hesin leyp inn av veinginum, og tá H71 so skoraði við eftirfylgjandi brotskastinum, stóð aftur á jøvnum. Neistin fór í sítt seinasta álop, og hesaferð høvdu teir so hepnið við sær. Bólturin varð at enda sendir út til Áka Mørk, sum av veingin- um fekk skrúvað bóltin út um málverjan og inn í meskarnar. H71 hevði fá sekund eftir at royna seg, men tað endaði alt við ein- um skotik við síðuna av, og so var fagnaðurin á Neista- monnunum stórur. Hjá hoyvíkingum var lagið sum vera man, alt annað enn gott. Annan dystin á rað høvdu teir nú snávað, og tað vil siga, at VÍF nú er fýra stig frammanfyri. Hjá Neistanum stendur hinvegin nakað betri til. Gaman í er talan framvegs bert um fýra stig, men megna teir at vinna kom- andi uppgerðina móti KÍF, so er munurin upp til silv- urmerkini bara tvey stig. Til tann dystin má liðið tó í øllum førum vera Oros fyriuttan, og spurningurin er so eisini, hvørt Buha verður tøkur, ella um tað eisini má bíða. H71 eigur dyst móti StÍF næstu ferð. Tá er so at vóna, at krímið er um at vera liðugt í herferð síni í Hoyvík. Tí hóast liðið í ár er eitt av teimum sterkastu í kappingini, so merkist tað væl, tá leikarar í frægara endanum eru burturfrá ella spæla við skerdari megi. Neistin-H71 29-28 (13-14): Hepnið við Neistanum Stóran part av dystinum var Halgir Dahl Olesen flúgvandi, men hann mátti at enda boyggja seg fyri Áka Mørk og hinum í Neistanum Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-H71 29-28 (13-14) Málskjúttar Neistin: Áki Mørk 8. Blagoje Buha 6(3), Damir Oros 6, Dann Thorleifsson 4, Rani Slættanes 3, Tróndur Kragesteen 2, Helgi Michelsen 1 H71: Halgir Dahl Olesen 9, Piti Negru 6(2), Kent Failstrup 4, Christian Eli Zacharaisen 4(2), Niels Viggo Niclassen 4, Johnny Durhuus 1 Brotskøst: Neistin 3, H71 5 Útvísingar: Neistin 1, H71 3 Diskvalifikatión: Neistin 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar: Kristian Joensen og Karstin Joensen. Tóktust í løtum nakað ivandi, men góvu sær hin- vegin eisini tíð at samskifta, um hetta var neyðugt. Sum nevnt, so kundi onkur dómur væl verið harðari, men samanum tikið, so varð dysturin tó hampuliga væl leiddur FAKTA UM DYSTIN C M Y K 22