týsdagur 16. oktober 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Bæði
føroyska
U17-flogbólts
landsliðið hjá dreingjum og gent
um luttaka í hesum døgum í
norðurevropseisku kappingini –
NEVZA – sum er í Ikast í Danmark
í hesum døgum. Felags fyri bæði
liðið er, at tey hava vunnið flottar
sigrar í kappingini.
Dreingirnir hava
vunnið bólkin
U17-landsliðið við dreingum vann
í gjár bæði á Svøríki og Onglandi.
Sigarnir gera, at føroyska liðið
hevur vunnið sín bólk og er komið
í hálvfinaluna, sum verður í dag.
Dagurin í gjár byrjaði við, at
føroyska liðið vann greiðan 3-0 sig
ur á Svøríki við settúrslitunum 25-
15, 25-21 og 25-15.
Føroyska liðið spældi skjótt spæl
við høgum tekniskum stigi. Svøríki
royndi við ymiskum uppstillingum
og spælihátti at bróta rútmuna
hjá føroyska liðnum, men hetta
eydnaðist ongantíð. Hetta er sam
stundis fyrstu ferð, at føroysku U17-
dreingirnir hava vunnið á Svøríki.
Seinni á degnum var mótstøðan
Ongland. Aftur her vann føroyska
liðið 3-0. Settini endaðu 25-16, 25-16
og 25-21. Við sigrinum hava Føroyar
vunnið bólkin og skulu í dag,
klokkan 16, spæla hálvfinaluna. Í
hinum bólkinum eru Danmark, Fin
land, Noreg og Ísland.
Genturnar vunnu
eisini á Svøríki
Føroyska U17-landsliðið hjá gentum
vunnu í gjáramorgunin 3-1 á Svøríki
við settunum 25-21, 25-21, 18-25 og
25-18. Hetta var annar dysturin hjá
teimum í altjóða Norðurevropisku
kappingini í flogbólti – NEVZA
- sum í hesum døgum er í Ikast í
Danmark.
Mánadagin spældi liðið ímóti
Finlandi. Tá taptu tær 3-0 við sett
unum 15-25, 22-15 og 18-25, sum er
tað besta úrslitið U17-genturnar
hava fingið ímót Finlandi. Føroyar
eru í bólki saman við Svøríki, Fin
landi og Onglandi. Í hinum bólki
num eru Danmark, Ísland, Norra
og Grønland
Um føroyska liðið megnar at fáa
2. plássið í bólkinum bleiv avgjørt,
tá Finland og Svøríki spældu í gjár
kvøldið, men tað var eftir, at blaðið
var farið til prentingar.
trondur@sosialurin.fo
FLOGBÓLT
Bæði føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum og gentum hava vunnið
týðandi sigrar í altjóða norðurevropesisku kappingini, NEVZA. U17-
dreingirnir hava vunnið sín bólk við sigrum á Svøríki og Onglandi
U17-flogbóltslandsliðini:
FLEIRI FLOTTIR
SIGRAR Í IKAST
Hópurin hjá gentunum:
KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir
SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB:
Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar:
Romica Øster og Jákup William Sivertsen
Hópurin hjá dreingjunum:
Fleyr:
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen
SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Mjølnir:
Dávið Hentze
Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen