týsdagur 16. oktober 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. oktober 2018 · Nr. 120
Tróndur Arge
Føroyska U19-landsliðið hevur nú
spælt sínar tríggjar landsdystir í
innleiðandi EM-undankappingini,
sum hevur verið í Írlandi í
hesum
døgum.
Føroyar
taptu
allar dystirnir og fingu bara tað
eina málið, sum Hanus Sørensen
skoraði móti Bosnia-Hersigovina í
2-1 tapinum í gjár.
Annars taptu Føroyar 5-0 fyri
Hollandi og 3-0 fyri Írlandi.
Taptu móti sterkari
mótstøðu
Føroyska
U19-landsliðið
við
dreingjum tapti fyrsta dystin í
innleiðandi EM-undankappingini
móti Hollandi, sum vann 5-0. U19-
landsliðsvenjarin heldur fyri, at
hesa ferð var mótstøðan bara ov
sterk.
- Vit spældu væl meginpartin
av fyrra hálvleiki, og komu eisini
til onkrar góðar støður. Men beint
áðrenn steðgin eydnaðist Hollandi
at fáa tvey mál. Í seinna hálvleiki
komu vit undir stórt trýst, og vit
mugu bara ásanna, at vit taptu
móti einum betri liði, sigur Jógvan
Martin Olsen, landsliðsvenjari, og
leggur afturat um dystin:
- Holland hevur eitt sera gott lið,
og til tíðir vórðu vit niðurspældir
av einum liði, sum var klassar
omanfyri
okkum.
Hagtølini
yvir skot á mál sigur eisini eitt
sindur um gongdina í dystinum.
Holland hevur 14 skot innanfyri
málrammuna hjá okkum, meðan
vit høvdu eitt.
Holland er tiltikið fyri at menna
góðar ungar spælarar, og í fleir ár
var Ajax felagið, sum øll royndu
at eftirlíkna. Hetta er tó eini tjúgu
ár síðani, men enn er dugur í
hollendska ungdómsarbeiðinum.
- Okkara spælarar stríddust væl,
men mótstøðan var ov sterk, sigur
Jógvan Martin Olsen við FSF.fo
Í hinum dystinum í fyrsta
umfari í bólkinum vunnu írsku
vertirnir 3-1 á Bosnia-Hersigovina.
Greiður írskur sigur
Í øðrum umfari í innleiðandi EM-
undankappingini, tapti føroyska
U19-landsliðið greitt. Írsku vertirnir
vunnu 3-0 og aftur heldur venjarin
fyri, at føroyska liðið er upp í móti
eini sterkari mótstøðu.
- Írar stýra dystinum, og vit
mugu bara viðganga, at teir eru
betri enn vit. Kortini haldi eg,
at okkara verjurpartur riggaði
væl, men tíverri gera vit eitt býtt
brotsspark miðskeiðis í seinni
hálvleiki, og so komu teir ordiliga í
gongd, sigur Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari.
Tað er ikki fyrr enn í 67. minutti,
at írar fáa hol á, tá Troy Parrott, ið
gjørdi øll málini hjá Írlandi, settur
eitt brotsspark í netið. Tíggju
minuttir seinni økir Troy Parrott
um írsku leiðsluna, og tá fýra
minuttir eru spældir út yvir vanligu
leiktíðina, skorar Troy Parrott aftur
úr ellivu metrum.
- Vit megna at spæla okkum til
einkultar støður, men neyvleikin
manglar
í
avgerandi
løtum,
sigur Jógvan Martin Olsen við
heimasíðuna hjá FSF.
Í hinum dystinum í bólkinum í
øðrum umfari vinnur Holland stórt
á Bosnia-Hersigovina. Úrslitið er
6-0 til Holland.
Á odda - men tapa
Í gjár spældi føroyska liðið so
triðja og seinasta dystin,
sum var móti Bosnia-
Hersigovina.
Her
fær
føroyska liðið eina góða
byrjan, tá Hanus Sørensen
leggur føroyska liðið á
odda aftaná 27 minuttir.
Tíverri megna vit ikki at
halda leiðsluna.
Longu tá farið verður
til hálvleiks er Bosnia-Hersigovina
á odda 2-1. Ajdin Hasić skorar bæði
málini. Tølini siga, at tað var ikki
so stórur munur á liðunum, men
tíverri stendur U19-landsliðið eftir
við ongum.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
FÓTBÓLTUR
Hóast talan er um sterka manning, har fleiri spælarar eru á síggja í útlendskum feløgum og á bestu
liðunum í Føroyum, so stendur U19-landsliðið eftir við ongum í innleiðandi EM-undankappingini
U19-landsliðið í fótbólti:
STANDA EFTIR
VIÐ ONGUM
Hópurin:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ
Jonn Johannessen, KÍ
Magnus Holm Jacobsen, FCFP (POR)
Dann Fróðason, 07 Vestur
Steffan Løkin, NSÍ
Filip í Liða, AB
Bartal S. Petersen, AB
Andrias Edmundsson, Sunderland (ENG)
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland
(DEN)
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)
Símun Sólheim, HB
Elias El Moustage, Thisted FC (DEN)
Pætur T. Skipanæs, NSÍ