Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN OKTOBER 2018 6 KVEIK Def: heim1 -s ~ h3 1 Staður har ein býr, heimbýli, heimahús, heimvist, hús, bústaður, heimbygd HEIM OG BÚSTAÐUR Tá ein skal forklára hvat eitt heim er, verður tað ofta sett í samband við hús, íbúðir, ella annað ítøkiligt, men tað er ofta kenslan “at kenna seg heima”, ið veruliga lýsir týdningin av orðinum, sigur Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur. Eg plagi at samanberða orðið ‘heim’ við eitt fuglareiður, at heimi hjá einum fólki helst skal vera trygt, soleiðis at man kann at fara út í samfelagið, og vera sikkur. Akkurát sum ein fuglur kennir seg tryggan í reiðrinum, áðrenn hann tekur fyrsta stig at læra seg at flúgva, sigur hann. Lýsingin omanfyri er allar helst tann fyrimyndarligi týdningurin av orðinum “heim”, tó er tað ikki altíð at heim kennast trygg, mennandi, ella følast sum eitt heim. Tað kemur fyri seg, at onnur støð veita “heima” kensluna, tað kann henda seg at onnur støð veita tryggleika, eru mennandi, og virðandi, og tískil kennast meira sum eitt heim, enn tín bústaður, sigur Erling Fles. Heim er ein kensla, ein kensla blandað av tryggleika og hugna, og ofta kann hendan kenslan verða tengd at lutum, so sum myndum, teppum, stólum, ella øðrum lutum sum gera eitt heim, ja, heimligt. INNRÆTTING OG HEIM Norðurlond eru kend fyri teirra ljósa og minimalistiska innanhýsis snið, og hesi snið eru vorðin ógvuliga eftirspurd runt heimin tey seinastu árini, helst av tí estetisku kensluni, ið er bundin at sniðgevingini. Hóast minimalisma er eitt rák, tá tað kemur til innanhýsis innrætting, er føroyska mentanin meira merkt av persónligari innrætting. Norðurlendska sniðgevingin sæst aftur í føroysku heimunum, men ístaðin fyri eina eyðkenda sniðgeving, er hon meira persónling við myndum, lutum, ið bera persónlig minnir, og ávísum lutum, sum bera ávísar kenslur fyri tann einstaka, sigur Erling Fles. Man kann siga tað soleiðis, at innanhýsis sniðgevingin í Føroyum er ein lýsing av okkara tilveru, okkara sosiala lívi, og mentanarligu virðum, sigur hann. Eyðkenda modernaða heimið er ljóst, hevur reinar linjur, tað er samanhangur í Erling Fles: HEIM ER HAR TÚ Tá vit hyggja at orðinum ‘Heim’ í føroysku orðabókini, fær orðið týdning ið er tengdur at einum stað, einum bygningi, húsi, og bústaði. Men ofta, tá hugsað verður um heim, ella ein kennur heimlongsul, er tað ein kensla meira enn eitt stað, ið longst verður eftir. Vit hoyra onkuntíð fólk siga “eg føli meg heima”, tá er tað ofta kenslan av heim, tryggleika og hugna, ið sipað verður til