týsdagur 16. oktober 2018síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
SOSIALURIN OKTOBER 2018
KVEIK
FØLIR TEG BEST
farvunum, og er í Føroyum eisini merkt av mentanarligu
virðunum, og persónligheitini hjá tí einstaka. Eitt nú er tað
ógvuliga serkent í Føroyum at hava seyðaskinn til pynt í
stovuni, og so at veggirnir eru prýddir við familjumyndum,
og myndum, ið hava tilknýti til okkurt serstakt hjá tí
einstaka.
Í grundini kann ein siga, at sniðgevingin av føroyskum
heimum, er ógvuliga persónlig, lutirnir sum vit prýða
heimið við, ímynda okkara tilveru, okkara mentan, og
okkara sosialu virðir. Lutirnir, ella sniðgevingin, draga
fram minnir og kenslur sum longsul, gleði, kærleika,
o.s.fr. ið ímynda okkara tilveru, okkara sosialu virðir, og
okkara mentanarligu virðir. Av tí sama kann ein gera eina
niðurstøðu, ið leggur dent á hvussu okkara sniðgeving og
okkara persónligheit er drigin at kenslum, heldur enn at
hava minimalismu sum miðpunkt.
Heim kann verða lýst sum sambond, ið eru tengd at
kenslum til ting, huglag, onnur fólk, og persónlig virðir,
sigur Erling Fles.
FØROYSKA HEIMIÐ TÁ OG NÚ
Rák flyta seg, og broytast gjøgnum tíðina, tað sama hendur
tá tað kemur til áskoðanir og ætlanir hjá fólki, eins og
innrættan í einum heimi. Um man hevur í huga hvussu eitt
heim sá út fyrr, og síðan samanber tað við heimi nú, so er
heimi ikki tað sama nú, sum tá.
Fyrr hevði man eina roykstovu, eina fína stovu, køk
o.s.fr. øll rúmini høvdu ein ávísan týdning, køkurin var til
mat, roykstovan til hugna, og fína stovan til fína vitjan. Í
dag er vanligt at stova og køkur eru sama rúm, og at man
bara hevur eina stovu heldur enn eina fína og eina vanliga,
tað passar ikki til rákið við minimalismu. Rákið hevur flutt
seg frá fleiri rúmum til eitt multifunktionelt rúm, eitt rúm
har øll eru meira samlað, innrættingin er einklari, og fólk
brúka meira tíð saman. Onkursvegna, hóast innrætting
og virkni broytist gjøgnum tíðina, er heim og hugni ein
samanhangandi eind, sigur Erling Fles, hugnin skapar
tryggleika, og í grundini er heim eitt stað tú kennir teg
tryggan, sigur hann.
Kenslan av at tað skal verða hugnaligt, trygt, og
avslappandi at verða heima, liggur djúpt í føroysku
mentanini. Tað sæst aftur í innrættingini av heiminum,
eins og hugnaløtunum sum eru vorðnar ein sjálvfylgja
heldur enn nakað annað. Eitt typiskt familju-fríggjakvøld
verður brúkt í sofuni framman fyri sjónvarpinum við
onkrum lekkrum aftur við, soleiðis gerst hugni tann reyði
tráðurin gjøgnum lýsingina av orðinum heim.
TÚ, TÍNI VIÐURSKIFTI, OG HEIM
Menniskjan hevur tað sum hon følir tað, heim er tengt at
kenslum og hugsanum um ein sjálvan, sigur Erling Fles. Um
vit taka dømi um fuglareiðrið aftur, um fuglurin ikki kennir
seg tryggan, áðrenn hann fer úr reiðrinum, kemur fuglurin
ikki at kenna tryggleika á sama hátt, sum fuglurin, ið lærdi
um tryggleikan í reiðrinum, leggur hann afturat. Hetta er
eisini galdandi fyri fólk, allar fatanir um heim, og kenslur í
samband við heim, eru ymiskar fyri hvønn persón. Um tú
hevur eitt gott ella eitt ringt heim, hevur tað eina ávirkan
á tína fatan av hvussu eitt heim er, ella skal vera. Heim er
eitt lutfalsligt orð, har týdningurin av orðinum broytist frá
persón til persón, tískil ber tað ikki til at seta eina ávísa
frágreiðing á, hvat orðið merkir fyri øll. Sostatt ber til at
vísa á, at tín tilvera hevur ávirkan á, hvussu títt heim sær
út og følist.
HEIM ER EIN LUTFALSLIG FATAN
Eingin er líka, og av tí sama hevur eingin somu fatan.
Hyggja vit nærri at orðinum, og hugsa um hvussu vit sjálvi
tulka tað, so kann man heilt sikkurt siga, at eingin hevur
somu tulking. Tó, so kann man broyta sína tulking. Fyri
summi er tað neyðugt at flyta heim. Um man nú býr í einum
keðiligum heimi, við einum sera negativum umhvørvið
umkring seg, so ávirkast man sjálvandi neiliga. Sleppur
man so burtur frá hesum, og í eitt meira jaligt umhvørvi,
so kann tað fáa ein at hugsa, at ‘heim’ er eitt gott og trygt
stað. At ein nú sær, at heimið ikki er eitt neiligt stað, ella ein
neilig kensla, men hinvegin, at tað er eitt stað ein hoyrir til
og følir seg tryggan. Tað eru fleiri mátar ein kann skapa sær
eitt heim uppá. Tú skapar tær eitt heim saman við einum
maka, ið tú flytir út í egnan bústað við. Tú skapar tær eitt
heim saman við tínum vinfólkum tá tú fer uttanlands at
lesa. Tú skapar tær egnan bústað, tá tú búsetir teg har
títt arbeiði er. Summi vilja vera við, at heimið er har tey
føla seg tryggan, og eru vird, hoyrd, og sædd. Og umvent,
at tryggleikin er har heimið er. Eitt heim er ein kjarna við
øllum tí ein brúkar, at brynja seg við, tá man fer heimanífrá,
og út í verðina at menna seg.