týsdagur 16. oktober 2018síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2018
8 KVEIK
Hallur av Rana
Eitt tað fyrsta man leggur merki til, tá man stígur
innar í heimið hjá Janus Poulsen og Duritu Hilduberg
í Klokkaragøtu í Havn eru teir nógvur litirnir, ið
eru í heiminum. Her er eitt heim, ið skilur seg frá tí
minimalistiska og hvíta rákinum, ið hevur sett sítt
fingramerki í nógv heim kring landið.
Á veggjunum hanga fleiri myndir og málningar og ein
blanding av gomlum og nýggjum innbúgvi prýða rúmini.
Nakað av innbúgvinum er keypt nýtt, men her er eisini
ymiskt, ið er keypt sum endurnýtsla.
- Vit hava lagt okkum eftir at fylla heimið við eini heitari
kenslu. Tað merkir nógvir litir. Vit vildu sleppa burtur frá
hesum sterila, svart/hvíta og tómar veggir. Tí hava vit fylt
teir við so nógvum sum gjørligt, greiðir Janus Poulsen frá.
Veggirnir í lítla heiminum eru eisini fyltir av málningum,
myndum og prentum frá ymiskum listafólkum. Talan er
um eina verkætlan, ið byrjaði fyri 20 árum síðan, og sum
síðan hevur vundið meira upp á seg.
- Vit byrjaðu at samla fyri 20 árum síðan og síðan eru
bara fleiri og fleiri verk løgd aftrat, tí fólk vita vit eru glað
fyri slíkt. Eg eri serliga glaður fyri stóra bláa málningin eftir
Anker Mortensen. Hann keypti eg tá eg var í læru. Á sama
veggi hongur eisini eitt prent eftir danska listamanninum
John Kørner, ið mær dámar væl, sigur Janus Poulsen.
hallur@sosialurin.fo
- Vit hava lagt okkum eftir at fylla heimið við
eini heitari kenslu. Tað merkir nógvir litir. Vit
vildu sleppa burtur frá hesum sterila, svart/
hvíta og tómar veggir. Tí hava vit fylt teir við
so nógvum sum gjørligt, sigur Janus Poulsen
LITRÍKA HEIMIÐ Í
KLOKKARAGØTU