Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 4 Viðhvørt er tað torført at taka polit­ isku skipanina fyri fult. Samtykt er, at øll orka á landi í 2030 skal vera grøn – altso ikki verða fram­leidd við oju ella gassi. Ljóðar skilagott eftir at vit herfyri hoyrdu eina ræðandi frágreiðing frá ST, sum turt staðfestir, at vit eru í ferð við at brenna jørðina undan okk­ um – og at hetta hendir í hesi øldini. Tí ljóðar tað so gott, at okkara myndug­leikar taka hetta í álvara, men í hesi vikuni staðfestir lands­ stýris­kvinnan við umvhvørvismálum, at hetta helst ikki verður so. Sjálvur siti eg bara eftir og hugsi, at um hon ikki trýr at hetta ber til, hvussu bláoygdur skal eg so vera fyri at trúgva, ta hetta fer at bera til. Helt at heimurin var farin at skilja, at støðan er álvarslig, tá ið tað snýr seg um dálkingina, men kanska halda okkara fólkavaldu, at vit eru so smá, at vit framhaldandi kunnu dálka sum vit vilja. Ája! Meðan vit tosa um dálking, so verð­ur sagt, at vit skulu skifta bil,so vit fáa elektriskar bilar í staðin fyri. Gamaní, men eru teir nóg góðir og kunnu teir loysa somu uppávur, sum teir vit hava nú? Gera teir tað, so kann tað ikki vera so ringt at fáa okkum at skifta. Allir politikarar vita, at tað ber til at stýra at­burðinum hjá borgarunum við peng­um. So tað snýr seg um at ger el-bil­ar­ nar bíligari, so keypa vit teir heldur enn dálkandi bensin- og dieselbilar. So einfalt er tað. Ája! Sjálvandi halda politikararnir ikki, at alt er so einfalt. Tey hava eisini eina aðra uppgávu: tað er at fylla lands­kassan við pengum. Skattir og avgjøld verða skapt fyri at nóg mikið skal koma inn í botnleysa kassan. Politikarnir eru sannførdir um, at so nógv skal brúkast sum til ber og teir hava góð argumentir um, at væl­ ferð­arsamfelagið kostar nógv. Tað stuttliga er, at landskassin er eitt altetandi dýr, sum ongantíð fær nóg mikið av skatti og avgjøldum. Tað sigur seg eisini sjálvt, tí politkararnir vilja heldur hava pengarnar at gera okk­urt við enn at pengarnir liggja í borg­arans lummum. Gylti millumvegurin eigur at kunna finnast. Eittt lítið sindur ein­ fald­ari samfelag, sum ikki kostar so nógv at reka. Færri eftirlit og dupult­ funk­tiónir, eina kommunu og so fram­vegis. Tað ber til at liva uttan nógvar av teim­um funktiónum, sum vit hava lagt inn í okkara gerandislív. Ája! Sjaskveður hevur sett dám á fjall­gongu og heyst­frítíð. Broyt­ing­ arnar í veðr­inum hanga saman við veð­ur­lags­broyt­ing­ un­um, el og bens­in­ bil­um og so fram­ vegis. Jú, tíðin er komin at hugsa alternativt, skulu vit halda ein livi­ standard, sum líkist tí vit hava í dag. Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Navnið spillir ongan, men navnanevndin spillir summi nøvn Sunnudagin spældi føroyska a-landsliðið 1-1 móti Kosovo á Tórsvølli. 13 listafólk hava fingið tilsamans 800.000 krónur frá Mentamálaráðnum til at gera film við. Sigrun Jónsveinsdóttir er sett sum stjóri í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. 300.000 ferðafólk eru farin um Vága Floghavn higartil í ár Irdið MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt av føroyingum nýta enn oljufýr, sambært einum spurnarumfari hjá Spyr.fo. 82% Ásvør Færø og Andreas Mouritsen ætlaðu at nevna dótrina Irdi, sum fleiri aðrar føroyskar kvinnur eita. Men navnanevndin vildi ikki loyva teimum tað. Irdi er ikki eitt føroyskt navn, men heldur ein stytting av Ingrid, vil navnanevndin vera við. Loysnin bleiv, at gentan skal eita Irdið, altso, at eitt ð verður skoytt í endan á navninum. So bar brádliga til. Júst hvør munurin er, er ilt at siga, men sambært navnanevndini er Irdið føroyskt og loyvt, meðan Irdi er bannað. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Harry, prinsur í Onglandi, og Meghan, hertúgafrú, vænta eitt barn í vár? Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 7 til 12 m/s. Tað klárar í, onkur sólglotti og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig. 7-12 m/s 12-17 m/s 12-18 m/s LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 12 til 17 m/s, skýggjað og regn, men fyrrapartin snarar hann í ein útsynning og tað klárar í, hóast okkurt æl. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 6 og 9 stig. Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, út á dagin strúkur í vindi upp í skrið, 12 til 18 m/s. Fyrrapartin sólglottar og okkurt æl, annars yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.