Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 5 Stórthundrað úr­vals­yrk­ ing­ar á 100 ára degnum hjá skald­inum Regini Dahl 5. novEMBER 2018 – Tað gleðir okkum almikið at kunna boða tykk­um frá, at yrk­ ing­a­savnið Dansa við deyð­ans grind­ir eftir Regin Dahl nú er kom­ið út og fæst til keyps í bók­a­búðunum. Soleiðis skrivar forlagið »Orð og løg« um nýggja yrk­ing­a­savn­ ið við úrvalsyrkingum eft­ir skald­ið Regin Dahl úr øllum hans­ara yrk­ing­a­søvnum, frá tí fyrsta til tað sein­asta, stórt­ hundr­að yrkingar til samans. Um­ráðandi hevur verið, at øll høv­uðs­evnini eru um­boðað í úr­val­i­num. Umframt yrkingarnar er í bók­ini ein stutt­ur tekstur um skald­ið, sum Guðrun Gaard hev­ur skrivað. Undirskundandi høvi til út­ gáv­una júst nú er, at tann 5. nove­m­ber í ár eru 100 ár liðin, síð­an Regin Dahl var føddur. Regin Dahl var eitt av før­ oysku stórskøldunum í und­an­ farnu øld. Hann var bæði orð­a­ skald og tónaskald. Orðaskaldið sæst aftur í tónunum, og tón­a­ skald­ið speglar sær í orðunum. – Bókin er eitt frálíkt høvi at kunna seg um megintáttin í skald­skap­inum og lesa hann sam­an­hang­andi í eini og somu bók, skriv­ar forlagið. Forlagið Orð og løg varð í síni tíð stovn­að til at geva út listarlig av­rik eftir Regin Dahl í orðum og tónum. Dansa við deyðans grindir er 185 blaðsíður. Staðið fyri úr­val­i­ num hevur Heðin M. Klein sam­an við Hanusi Kamban, Guðr­uni Gaard og Halgiri Wint­ her Poulsen. Permuna hevur Tór­odd­ur Poulsen evnað til, og Sendi­stovan havt prent­um­sit­ ing­ina um hendi. Dansa við deyðans grindir – yrkingar eftir Regin Dahl – Bókin er eitt frálíkt høvi at kunna seg um megintáttin í skald­ skap­inum hjá Regini Dahl og lesa hann sam­an­hang­andi í eini og somu bók, skriv­ar forlagið Vilt tú vera okkara nýggi starvsfelagi? Vit søkja eftir húsasmiðum og / ella bygningssnikkarum Krøv og væntanir til umsøkjaran: Tú skal leggja æru í at gera eitt væl úr hondum greitt handverk, vera virkin, jaligur og hava góð samstarvsevnir. Vit bjóða spennandi uppgávur og ein væl skipaðan arbeiðsdag í toymum. Dentur verður lagdur á at hava trygd og trivnað, samstundis sum vit útinna eitt vælgjørt arbeiði. Løn sambært avtalu. Eysturlon er byggifyritøka, við yvir 35 ára royndum, um 35 starvsfólkum, og hava vit fleiri verkætlanir koyrandi samstundis. Gott høvi er at royna mangt ymiskt innan handverki. Ert tú áhuga /áhugaður at arbeiða hjá okkum ella vilt tú bara hoyra nærri, ert tú vælkomin at ringja ella senda sms á tlf. 284256, Jógvan Hans, ella á tlf. 283577, Anna Maria. Umsókn við avriti av prógvum og lívsgongdar­ lýsing (CV) skal sendast til eysturlon@eysturlon.fo ella á postadressu: Eysturlon Smyrilsvegur 3, Postboks 37, 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagi fríggjadagin 26. oktober 2018 Eysturlon | Smyrilsvegur 3 | FO-100 Tórshavn | Tel. +298 28 42 56 | eysturlon@eysturlon.fo | www.eysturlon.fo Eysturlon er eitt byggivirki, ið hevur yvir 35 ára royndir innan nýbygging og umvæling. Vit hava bygt og umvælt bæði størri og smærri bygningar við sera góðum úrslitum. Hjá Eysturlon arbeiða uml. 35 starvsfólk. Søk áðrenn fríggjadagin 26. oktober Smyrilsvegur 3 FO-100 Tórshavn Føroyar Tel. +298 28 42 56 eysturlon@eysturlon.fo www.eysturlon.fo S T A R V S L Ý S I N G Gátan um morðið á Olof Palme varð ong­an­ tíð uppklárað Einkjan eftir myrda fyrr­ver­ andi svenska for­sæt­is­ráð­ harr­an, Olof Palme, er deyð 87 ára gomul eftir stutta sjúkr­a­legu, skrivar senvska tíð­ind­a­stovan TT. Oluf Palme varð skotin til deyðis í Stokkhólmi hin 28. febr­uar í 1985, tá hann og kon­an Lisbeth høvdu verið í bi­o­agrafi. Lisbeth Palme stóð við lið mansins, tá hann varð skotin. Hon var sjálv lættari særd av skotum frá dráps­ mann­i­num, sum slapp til rým­ing­ar. Lisbeth Palme var út­ búgv­in sálarførðingur, og tvær ferð­ir útpekaði hon Pett­er­s­son sum mannin, sum skeyt og drap mannin. Býarrætturin dømdi Pett­ er­s­son lívlanga fong­suls­revs­ ing, men landsrætturin trúði ikki vitn­i­s­frá­greð­ingi­ni hjá Lisbet Palme. Svenski hægstirættur av­ vísti í 1986 eini kæru frá á­ kær­u­myndugleikanum um at lata málið móti Pettersson gang­a av nýggjum. Prógvini vóru ov veik, varð sagt. Í samrøðu við Sveriges Radio í 2011 stóð Lisbet Palme við sítt, at tað var tann smá­kriminelli og al­k­oh­ol­i­ ser­aði Christer Pettersson, sum skeyt tey bæði. Hon vísti eisini sorg sína í sam­røðuni. – Eg hugsi um mann mín hvønn dag. Sorg er nakað, sum ávirkar eitt menniskja ógv­uliga sterkt. Sorgin her er á ein øðrvísi hátt enn tá. – Men hon er har, tí at Ol­ of ikki longur er á livi, segð hon við Sveriges Radio. Christer Pettersson doyði í 2004. Morðið er enn ikki upp­klá­rað. /ritzau/TT Lisbet Palme deyð