Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 6 FRAMTÍÐARÆTLANIN ER AT KUNNA VEKSA OKKARA EGNU TRØ SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR M enniskjan ávirk­ar náttúruna meira, enn inn­flutn­ing­ urin av trøum ger, sigur Michael Jacobæus, deild­arleiðari á Skógrøkt. Hann leggur tó afturat, at man sjálvandi skal vera varin við tí man flytir inn í landið og hugsa um javnvágina í nátt­úr­ uni. Trøini hava sína ávirkan, men tað er trupult at sleppa heilt av við eina slíka hóttan tá tað ikki ber til fáa trø at veksa í Føroyum, sigur Michael Jac­ obæ­us. Í løtuni er eingin beinleiðis lóg fyri innflutningi av trø­um. Av tí sama er eftirliti har eftir, sigur Michael Jacobæus. Tó er ein margfeldislóg áveg­is. Hon hevur verið uppi og vent í tinginum, spurn­ing­urin er bara nær hon kemur upp á breddan aftur, leggur hann afturat. Tá tað kemur til inn­flutn­ ing av trøum fylgir Skógrøkt regl­um hjá ES, tí í grundini gong­ur tað út uppá at verja føroysku náttúruna og før­ oysku vistskipanina. Skógrøkt inn­flytir trø til Føroyar eina ferð um árið, tí heldur Michael Jacobæus, at hóttanin á nátt­ úr­una av slíkum innflutningi ikki er eins stór og menn­iskja­ sliga hóttanin er. Tá Michael Jacobæus greið­ ir frá hvussu skórøkt fylg­ir lógunum hjá ES, nevnir hann eitt sum kallast plantu pass. Tað er eitt pass sum tryggj­ar at tað bara verða inn­flutt­ar sunnar plantur. - Tað er nakað sum Skóg­ røkt tekur í størsta álvara. Plant­urnar sum koma inn í landi skula ikki bera sjúkur, tí tað kann ávirka javnvágin í nátt­úruni og gera skaða, sig­ur Michael Jacobæus. Tað eru ógvuliga ymsar mein­ingar um, hvussu stór hótt­anin av innfluttum plant­ um er, sigur Michael Jacobæ­ us. Mín meining er so at menn­ iskjan ávirkar meira enn inn­ flutningurin av plant­um og trøum ger, men sjálv­andi kann tað eisini tulkast sum hvør sín hóttan. Framtíðarætlanin hjá Skó­ røkt er at kunna dyrka okk­ara egnu plantur og trø, men hetta fer ikki at steðga inn­flutn­ inginum av slíkum, tí tað er trupult at fáa slíkt at veksa í Føroyum. So møgu­liga um ein lóg verður gjørd, so­leiðis, at man hevur einum leisti at fylgja, minkar tað um hótt­an­ ina sum fylgir við av inn­flutn­ ing­inum av plant­um og trøum, sigur Michael Jacobæus at enda. Jens Kjeld Jensen: Vit gera ov lítið fyri at verja føroysku náttúruna SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR F øryska náttúran er við­ brekin, tá tað kemur til innflutt smákykt, ser­ liga tí at náttúran ikki hevur náttúrligar fíggindar, sum kunna verja náttúruna móti innfluttu smákyktunum. Vand­in fyri at innflutt smákykt yvir­liva svarar til 1 út av 100, tað vil siga at fyri hvørji 100 inn­flutt smákykt yvirlivir eitt. Tað ljóðar kanska ikki nógv, men tá man so hugsar um øll jóla­trøini, vit vanliga flyta inn í landið um jóltíðir, veksur talið iva­leyst. Tað eru umleið 10.000 smá­ kykt fyri hvørt innflutt jólatræ, sigur Jens Kjeld Jensen, sjálv­ lærdur djóra- og náttúru­ser­ frøð­ingur. Flestu av teimum eru blaðlús, eiturkoppar, larv­ ur, og skordýr. Skordýr vóru ikki í Føroyum upprunaliga, og eru allarhelst komin við onkr­ um av tí innflutta. Innflutningur av trøum ella plantum við mold, skuldi ikki verið loyvdur, sigur Jens Kjeld Jensen. Um veturin er vanligt at smákykt leita sær niður í mold­ina undan kuldanum, tá trø og plantur so verða flutta inn til Føroyar, fylgja hesi smá­ kykt ofta við. Til dømis kann man vænta, at humle-fluga og dreparasnigil komu til Før­oyar á henda hátt, sigur Jens Kjeld Jensen. Trupulleikin við at tað ikki eru lógir ella nóg strangar regl­ ar, tá tað kemur til innflutning, er, at man ikki kann siga nakað, fyrenn skaðin er hendur. Tað vil siga, at man gerst eftir­snar­in, heldur enn varin, og tað er spell fyri føroysku nátt­úr­ una. - Føroyar marknaðarføra seg út í heimin við vøkru føroysku náttúruni, so í høvuðs­heit­in­um at lata tað standa til sum tað ger í løtuni, er virðisleyst fyri náttúrúni og fólkinum sjálv­um. Um støðan gjørdist heilt ring, hevði tað kunna ávirkað ferðafólkavøksturin vit hava í løtuni uppá ein keðiligan máta, og helst eisini pen­inga­ligu støðuna í landinum av tí sama, sigur Jens Kjeld Jensen. Í øðrum londum, eitt nú Ong­landi, eru ásettar reglar fyri innflutningi av trøum og plant­ um. Reglarnar eru fyri at verja landið móti innfluttari smá­ kykt, sjúkum og so fram­vegis. - Hetta kundi eisini verið eitt hug­skot í Føroyum, helst tá nátt­úran er tað sum mest verð­ ur ávirkað av hesum inn­flutn­ ingi, heldur Jens Kjeld Jensen. - Akkurát sum vit kannað mat­in, sum verður innfluttur, burdu vit eisini kanna trø o.a. Tá tað er innflutt úr londum, sum hava annað veðurlag enn Før­oyar. Tað eru allatíð nýggj smá­kykt, sum koma við inn­flutt­um vørum, tað er ikki bara jóla­trø sum taka slíkt við sær, sig­ur Jens Kjeld Jensen. Tað mangla fólk, sum vilja taka evnið upp ella taka tað meira álvarsligt, tí tað kemur ikki upp í lag, heldur Jens Kjeld Jen­sen. Tað er tørvur á lóg ella einari reglugerð. Náttúran er tað ser­ staka við Føroyum. Vit gera lítið og einki fyri at verja hana. Brúk­ar man bara vit og skil, so kundi trupulleikin verið loyst­ ur, sigur Jens Kjeld Jensen at enda.