hósdagur 18. oktober 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 121
7
Guðrun við Rættará:
PERSÓNSSØGA
Tað er hugnaligt við
livandi jólatræ
SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR
E
g havi altíð havt livandi jólatræ,
tað er so hugnaligt við luktinum
av granni, man kemur ordeliga í
jólahýr av tí, sigur Guðrun við
Rættará, sum starvast í Nips í SMS og
rekur bólkin “Íblástur til okkara heim” á
Facebook.
Ein partur av at hava livandi jólatræ
er tó, tá tað livur “ov nógv”, sigur
Guðrun við Rættará. Eg havi hoyrt um
fleiri sum hava upplivað at skriðdjór
koma úr trøunum, tíbetur havi eg bara
upplivað at mariuhønur eru komnar úr
mínum. Tað kann oyleggja stemningin
eitt sindur, um man finnur eitt óynskt
skriðdjór, sigur Guðrun við Rættará.
– Eg elski livandi jólatrø, men tey
seinastu fýra árini havi eg havt óektað
jólatræ. Tað er Ikki tí eg havi hoyrt um
skriðdjór osv. at eg tók avgerð at skifta
yvir. Tað er av tí einkultu orsøk, at eg
pynti jólatræ so tíðiliga, at eg havi verið
noydd at skift út áðrenn jólini koma,
sigur Guðrun við Rættará.
Tað loysir seg betur at hava óektað
jólatræ, arbeiðið tekur so nógv av
mínari tíð, tá vit koma inn í
jólamánaðin, so eg pynti altíð
áðrenn. Og tá eg pynti áðrenn,
vil eg helst sleppa undan
at pynta einaferð afturat,
tá vit eru komin inn í
jólamánaðin,
sigur
Guðrun við Rættará.
- Arbeiðisplássið fer í
jólahýr, eg fari í jóla
hýr, og mítt hús
fer í jólahýr eitt
sindur
áðrenn
jólamánaðin
byrj
ar, sigur Guðr
un við Rættará.
Instagram: @Gudrunvidrættara
EINKI EFTIRLIT
VIÐ INNFLUTNINGI
AV PLANTUM
SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR
H
eilsufrøðiliga
starvsstovan
umsitur lógir um djórasjúk
ur og innflutning av vanda
miklum djórum, hetta bæði
fyri at verja móti smittu og fremm
andum verum sum kunna ávirka vist
skipanina í Føroyum.
Reglur fyri innflutningi av djórum
eru rættilga strangar. Langt frá øll
djórasløg sleppa til landið.
Tey djór, sum sleppa inn, skulu
bæði vera kannað, koppsett og við
gjørd fyri sníkar, sigur Birna Mørkøre,
landsdjóralækni.
Eisini skulu lógirnar tryggja, at djór,
sum ikki eru heimahoyrandi í Føroy
um, kunnu breiðast og órógva før
oysku náttúruna.
- Til dømis skula lógirnar virka so
vit ikki fáa “villan” mink, sum kann
oyðileggja fuglastovnar, ella ymisk
smákykt, sum kann órógva náttúrligu
vistskipanina í Føroyum. Hesi djór fáa
ikki innflutningsloyvi, um so er at tey
kunnu nørast í føroysku náttúrini,
leggur Birna Mørkøre afturat.
Men eftirliti við innflutningi av
plantum er so at siga einki. Hesar
kunnu hava smákykt við, sum kunna
órógva føroysku náttúruna, og tað er
spell, sigur Birna Mørkøre at enda.
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Fiskivinnan
ÚR STEVNUSKRÁ MIÐFLOKSINS UM FISKIVINNUNA
“Ágóðin av sølu av tilfeingisrættindum eigur í eini líðandi tilgongd at
gerast av inntøkum landskassans, tó uttan at beinleiðis tilfeingisrenta
verður løgd á vinnuna”
Fiskurin á grunnum okkara er ogn hjá øllum føroyingum í felagsskapi. Tí
eigur rætturin at gagnnýta tilfeingið at verða latin fyri ávísan prís, sum
verður goldin í landskassan. Hesin prísur er í dag voðin alt ov høgur og
er vorðin eitt haft um beinini á vinnuni. Tí vinnan rindar ikki einans fyri
tilfeingisrættindi við kassa eitt. Vinnan rindar eisini fyri síni rættindi við
at lúka lógarásett krøv, sum almenni mynduleikin setir sum treyt fyri
rættindini. Sostatt gjalda reiðaríini fyri rættindi millum annað við at:
· Skip ikki sleppa at landa uttanlanda til høgri prís enn í Føroyum
· Tey skulu gjalda hýrur sambært menningarsátmálunum
· Allur fiskur skal um føroyskan kaikant
· Partar av veiðu skulu um uppboðssølu í Føroyum
· Tey eru avmerka av anti-trust reglunum
· Útlendskur kapitalur skal út úr vinnuni
Øll lógarkrøv og allar avmarkingar fyri vinnuligum fralsi í tilfeingisvinnuni
eru ásett fyri at verja landsins virð mótvegis reiðarínum. Allar avmarkingar
minka um møguleikan hjá vinnuni at vinna meiri pening; hetta fyri at
verja landsins almennu áhugamál. Sostatt er gjaldið fyri at gagnnýta
tilfeingið samansett av beinleiðis gjøldum og almennum lógarásettum
avmarkingum
Miðflokkurin heldur tí, at beinleiðis tilfeingisgjøldini eru vaksin upp um
øll sømulig mørk og eiga at minkast aftur, Hetta tí vinnan frammanundan
er bundin av mongum avmarkingum fyri at tryggja m.a. føroysk
arbeiðspláss og virksemi. Avleiðingin av, at til dømis allur fiskur fer um
føroyskan kaikant hevur seinastu árini skapt sera stórt virksemi á landi.
Hetta virksemi hevði als ikki verði, um skip landaðu uttanlands.
Miðflokkurin heldur, at við at stýra vinnuni politiskt við lógarásettum
krøvum og avmarkingum, sum ganga samfelagnum øllum, rinndar
vinnan sína tilfeingisrentu. Tí er ongin orsøk til at leggja eyka
tilfeingisrentu á vinnuna. Heldur eiga vit at lóggeva soleis, at um vinnuni
verður áløgd tilfeingisrenta, eiga almennau lógarkrøvini samsvarandi at
linka. Ta er skilaleyst at taka vinnumøguleikarnar frá vinnuni. Tá verða
øll taparar; vinnan tapir, landskassin og vælferðarsamfelagið tapir,
arbeiðs plássini hvørva
Fiski- og alivinnan kappast ikki innanhýsis við hvønnannan í Føroyum:
tær kappast á heimsmarknaðinum. Miðflokkurin vil tryggja vinnuni
kappingarførar treytir og karmar bæði skattliga og viðvirkandi lógar-
krøvum.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN