Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 8 PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T að er ikki á hvørjum degi, at allir danskir miðl­ar venda eyguni móti miðjútska býn­ um Kolding, men 28. september vóru allir miðlar, við virðing fyri sínum yrki, til staðar í Kold­ing tá Barack Obama, 44. mað­urin í røðuni av amerik­ ansk­um forsetum, flutti fram eina røðu fyri áhoyrarunum í Syd­dansk Universitet. Fyri tey ungu til staðar hend­an dagin var talan um ein sjáld­saman møguleika at hoyra ein av heimsins bestu røðarum og fyrrverandi heimsleiðara veita teimum ráð um teirra fram­tíð. Og tá spurningurin kom frá salinum, um hvørja leið hann mælti teimum á taka inn­ an útbúgvingarøkið, var hann skjótur at svara. - Tit mugu aldrin velja ein vinnuveg, har tit skulu fylgja einari handbók – tey arbeiðini fara tólmenni skjótt at yvir­ taka. Alt sum kann setast í eina algor­itmu, fer einki menniskja at kunna gera munagott um nøk­ur ár, segði fyrrverandi am­ erik­anski forsetin. Computer Science for all Millum tann eldra partin av áskoð­arafjøldini hendan dagin í Kolding var 51 ára gamli før­ oyingurin Martin Zachariasen. Og hóast tey ungu, ið vóru til staðar hendan dagin, eru voks­ in upp í einari tíð, tá teldur, netið, KT og annað er komi inn gjøgnum móðurmjólkina, so mundu tey vera fá, ið skiltu orð­ini hjá røðaranum eins væl sum føroyingurin. Dagin áðrenn vitjanina hjá fyrrverandi forsetanum varð nevni­liga kunngjørt, at hoyvík­ ing­urin frá 1. januar tekur við starvinum sum rektari á IT- uni­versitetinum í Keyp­manna­ havn, aftaná at hann seinastu trý árini hevði røkt starvið sum dekanur á náttúruvísindaligu deildini í Syddansk Universitet. Talan er um seinasta stigið í eini langari yrkisleið hjá Mart­ - Vit tosa um eina kollvelting av arbeiðsmarknaðinum. Nakrar metingar siga, at helmingurin av teimum størvum, ið vit kenna í dag, verða burtur um 10 til 20 ár, tí teldurnar yvirtaka tey. Hetta kann samanberast við ídnaðarkollveltingina, tá maskinurnar yvirtóku manuella arbeiðið. Tá hvurvu nógv størv, og nú er tað sama í ferð við at henda innan tey mentalu størvini. Tað sigur Martin Zachariasen um KT-kollveltingina. Sosialurin hevur prátað við hann, nú hann 1. januar tekur við sum rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn. TELDURNAR YVIRTAKA ARBEIÐINI Løgfrøði er til dømis við at blíva gjøgnumsúrgað av datagreiningum. Við at lata teldur greina dómar og annað, sleppa løgfrøðingar frá at lesa túsundtals av dómum, men fáa í staðin týdningarmiklu vitanina, tá tørvur er á tí