Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 9 ini Zachariasen innan KT og leiðslu. Og við tí vitan, ið hann hevur ognað sær gjøgnum gransk­ing og arbeiði innan økið síðan einaferð mitt í 80'un­ um, kundi hann ikki annað enn taka undir við ráðunum hjá Bar­ack Obama. - Hansara herróp er Com­ put­er Science for all. Tað byggir á breiðu semjuna innan KT- vinn­una, at kunningartøkni fer inn í allar krókar og øll økir í sam­felagnum, sigur hann. Teldur fyri menniskjur Broytingin byggir millum annað á, at nú tað ber til at brúka teldur at greina tekstir, og gev­ ur tað heilt nýggjar møgu­leikar inn­an fleiri økir. Søgu­tekstir, lóg­artekstir og annað rúgvis­ mikið tilfar, ið áður hevur kravt stóra arbeiðs­orku at fara ígjøgn­ um og greina, kann nú loys­ast við ein­ari teldu. - Løgfrøði er til dømis við at blíva gjøgnumsúrgað av data­ greiningum. Við at lata teldur greina dómar og annað, sleppa løg­frøðingar frá at lesa tús­und­ tals av dómum, men fáa í staðin týdningarmiklu vitanina, tá tørv­ur er á tí, sigur Martin Zach­ari­asen og leggur afturat. - Tað er í ferð við at koma inn á øll økir, har man brúkar data, tekstir og myndir. Faktiskt alt slag av greiningararbeiði av upp­lýsingum. Tað nýggja er, at teld­urnar eru so framkomnar, at tær nú koma inn á økið hjá læknum. Við at greina sjúkra­ søg­una, sjúkraeyðkenni, DNA og annað hjá sjúklingum, kunnu teldur greina hvat er galið og ráðgeva um bestu við­gerð, sig­ ur hann. Kollveltingin er ávegis Broytingarnar, ið komandi stjór­in á IT-universitetinum tos­ar um, eru so víttfevnandi, at um tað gongur sum spátt, so liva vit í eini søguligari tíð, har ar­beiðs­marknaðurin næstu ár­ ini verður endavendur. - Sjálvandi kann man gera slíkar uppgávur sjálvur, men tá tú kemur út á arbeiðs­markn­að­ Ongin fer framyvir at gera eitt starv, ið ein telda líka gott kann gera. Tað stutta av tí langa er, at tey størvini fara at hvørva. So um man fer undir lesna nú, so er mítt ráð, at fyrst finna út av hvat ein telda kann og ikki, og síðan finna eina útbúgving, har teldur ikki kunnu yvirtaka Framhald á síðu 10 PERSÓNSSØGA