hósdagur 18. oktober 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 121
10
PERSÓNSSØGA
in, so er menningin tann, at tað
sum teldur kunnu loysa, fara
tær at loysa. Tað er tað einasta
skynsama. Ongin fer framyvir
at gera eitt starv, ið ein telda
líka gott kann gera. Tað stutta
av tí langa er, at tey størvini
fara at hvørva. So um man fer
undir lesna nú, so er mítt ráð, at
fyrst finna út av hvat ein telda
kann og ikki, og síðan finna
eina útbúgving, har teldur ikki
kunnu yvirtaka, sigur Martin
Zachariasen.
Sjálvur dylur hann ikki fyri
at kalla hesa broyting fyri eina
kollvelting og samanbera tað
við eitt annað søguligt tíðar
skeið hjá mannaættini.
- Vit tosa um eina kollvelting
av arbeiðsmarknaðinum. Nakr
ar metingar siga, at helming
urin av teimum størvum, ið vit
kenna í dag, verða burtur um 10
til 20 ár, tí teldurnar yvirtaka
tey. Hetta kann samanberast
við ídnaðarkollveltingina, tá
maskinurnar yvirtóku manu
ella arbeiðið. Tá hvurvu nógv
størv, og nú er tað sama í ferð
við at henda innan tey mentalu
størvini, sigur hann.
Tá hann verður spurdur um
hvørji tey arbeiðini so eru, ið
teldur fara at yvirtaka, vísir
hann á tey datatungu størvini,
meðan tey kreativu størvini
eru trygg.
- Teldur fara at yvirtaka
partar av arbeiðinum hjá lækn
um, harundir at sjúkugreina
sjúklingar og veita heilivág, ein
stóran part av greiningar- og
samanberingararbeiðinum hjá
advokatum og onnur størv, har
arbeitt verður við nógvari vit
an, sigur hann og leggur aftur
at.
- Hinvegin hava teldur trup
ult við teimum kreativu størv
unum. At undirvísa duga tær
ikki og at skriva hava tær eisini
trupult við.
Ein nýggjur førleiki
Tá teldur fara at gera nógv av
arbeiðinum í framtíðini, so er
eisini neyðugt, at vit menniskj
ur læra hvussu vit best kunnu
gagnnýta tær. Sambært Martin
Zachariasen verður tað innan
KT-vinnuna nú tosa um ein
nýggja førleika, ið øll mugu
læra.
- Tað týdningarmikla er, at
tey ungu læra hvat teldur
kunnu gera. Tað merkir ikki, at
øll skulu forrita, men at øll
skulu hava eina vitan um hvat
ein telda kann. Her tosa vit um
Computational Thinking. Tað
er ein eyka førleiki, ið vit skulu
læra, sigur hann og heldur
fram.
- Sum nú er læra vit at lesa,
skriva og rokna, men framyvir
er neyðugt at ogna sær eina
vitan um hvussu man kann
taka ein trupulleika og um
skapa hann, so hann kann
loysast av einari teldu. Tað er
ikki beinleiðis forritan, men ein
tankagongd, ið líkist forritan.
Hetta er týdningarmikið, tí so
situr man ikki og loysir ein
trupulleika, ið man lætt kundi
givið eina teldu, ið kann loysa
tað túsund ferð skjótari.
Komandi rektarin á IT-uni
versitetinum vil ikki seta ein
aldur á nær man skal læra
hetta, men leggur dent á, at tað
er týdningarmikið at byrja tíð
liga.
Teldu heima
Sjálvur birtist áhugin hjá hon
um fyri teldur og forritan á
ungum aldri. Martin Zacharia
sen vaks upp í Hoyvík, tá Hoy
vík enn bara var ein bygd í
70'unum og gekk í nýbygda
skúlanum í bygdini. Tað var í
hesum broytingartíðum fyri
Hoyvíkar bygd, at hann fyrst
slapp framat einari teldu.
- Pápi mín, hagfrøðingurin
Petur Zachariasen, hevði ein
ávísa áhuga í teldum, og brúkti
teldur til at gera útrokningar
og greiningar í samband við
arbeiðið. Tí kom eg at kenna til
teldur rættiliga tíðliga og byrj
aði at forrita sum 13 ára gamal.
Tá á tíðum var jú rættiliga for
kunnugt, at hava eina av hesum
lítlu teldunum heima við hús.
So tað var har mín áhugi fyri
KT byrjaði, greiðir hann frá.
Við telduni hjá pápanum
byrjaði Martin og beiggin Per
at læra seg at forrita. Okkurt
spæl spurdist burtur úr hesum
tá, men fyri Martin bleiv hetta
byrjanin til eina yrkisleið innan
KT.
Millum teir fyrstu
Aftaná trý ár í student í Hoy
dølum var tíðin komin at taka
eina avgerð, um hvørja útbúgv
ingarleið hann skuldi fara. Um
hetta mundi hoyrdi ungi mað
urin um, at Fróðskaparsetur
Føroya fór undir eina KT-út
búgving, og fangaði tað hans
ara áhuga,
- Tá hevði eg annars ivast í,
um eg skuldi lesa verkfrøði,
støddfrøði ella alisfrøði, men eg
endaði at taka eina bachelor í
kunningartøkni. Tað var eitt
slag av datalogi, men lá tætt
upp at verkfrøði. Trý ár seinni
vóru eg og trý onnur liðug. Tá
vóru vit tey fyrstu á Setrinum
við tí útbúgvingini.
Eftir lokna bachelor-útbúgv
ing gekk leiðin á Fiskirann
sóknarstovuna, har hann í tvey
ár arbeiddi við at menna teldu
skipanar, datasøvn og annað, ið
kundi gera útrokningar, grein
ingar og forsøgnir fyri lívfrøð
ingarnar á stovninum.
Men tvey ár eftir, at hann
byrjaði, setti hann kós móti
Danmark, har hann fór undir
víðari útbúgving.
- Eg tók fyrst nakað eyka
støddfrøði, so eg hevði undir
vísingarførleikar í støddfrøði á
student, og fór síðan víðari við
datalogi, har eg bleiv kandidat.
Eg bleiv liðug við tað í 1995,
greiðir hann frá.
Broytingartíð
Júst um hetta mundi fóru stór
ar broytingar fram í KT-verðini.
Fleiri feløg vóru farin at ar
beiða við skipanum, ið gjørdi
tað møguligt at samskifta mill
um teldur, og innan universit
etsheimin vann ein skipan
frama, ið bara bleiv kallað int
ernetið.
- Eg minnist væl hesa tíðina,
tá internetið vann frama. Tað
eru serliga tvey ting, ið eg
minnist væl frá hesi tíðini. Tað
fyrra var, tá eg skrivaði enda
ligu ritgerðina og hevði tørv á
einari grein, ið ein amerikansk
ur professari hevði skrivað. Tá
skrivaði eg mín fyrsta teldu
post
og
sendi
hann
til
viðkomandi, ið var staddur í
USA. Tveir tímar seinni hevði
eg fingið greinina. Eg var rætti
liga ovfarin av hvussu skjótt
tað gekk. Havandi tíðarmunin í
huga, so skuldi hann nokk bara
vakna, áðrenn hann sendi mær
greinina, sigur Martin Zach
ariasen.
Hitt var eisini, tá hann var í
ferð við at skriva ritgerðina.
Nakrir av hansara klassafel
agnum gjørdu tá nakrar roynd
ir við nøkrum, ið gjørdi inter
netið munandi lættari fyri
vanlig fólk at brúka.
- Teir gjørdu royndir við ein
um netkaga. Tað er tann visu
ella atgongdin til internetið. Eg
var hugtikin av hesum, hóast
hetta ikki var nakað, ið eg hevði
lært nakað um. Men tað kom
fram tá.
Undir
lestrartíðini
hevði
hann eitt starv hjá Oracle Den
mark, og har slapp hann eisini
at uppliva, hvussu internetið
kollvelti vitanardeiling.
- Tað var fyrstu ferð, at eg sá
stórar fílar av data verða deild
ar gjøgnum netið. Fram til tá
blivu allar dagføringar gjørdar
við diskum, men nú kundi man
brádliga
senda
dagføringar
gjøgnum internetið. Tað var
byrjanin upp á netið fyri mítt
viðkomandi,
sigur
Martin
Zachariasen.
Yrkisleið innan leiðslu
Eftir at hoyvíkingurin var lið
ugur við sína kandidat fór
hann í holt við eina ph.d. rit
gerð. Hon tók trý ár at gjøgn
umføra og aftaná bíðaði eitt ar
beiði á universitetinum. Fyrst
sum adjunktur og seinni sum
leiktari.
Fyri ellivu árum síðan fekk
hann tó hug at royna nakað
nýtt og fór leiðsluvegin. Í 2007
var starvið sum leiðari fyri
deildina hjá honum lýst leyst,
og søkti hann tað.
- Eg fekk tað ikki, men bleiv í
staðin settur sum varaleiðari.
Nýggi leiðarin bleiv tó ikki
drúgvur í starvinum, og fekk eg
boðið sessin aftaná. Eg takkaði
fyri og var har í sjey ár. Tá mín
tíð var liðug har, søkti og fekk
eg starvið sum dekanur á nátt
úruvísindadeildini í Syddansk
Universitet, har eg havi verið
síðan 2015.
Gjøgnum tíðana í Køben
havns Universitet og Syddansk
Universitet hevur hann alla
tíðina fylgt við gongdini hjá IT-
universitetinum í Keypmanna
havn. Og tá rektarin síðan
stovnan kunngørdi at hann fór
at gevast, sendi Martin Zach
ariasen eina umsókn inn og
fekk starvið. So um KT er fram
tíðin, so er tað ein 51 ára gamal
føroyingur, ið kemur at mynda
tey, ið seinni fara at mynda
samfelagið.
- Eg eri spentur upp á nýggja
starvið. Eg havi fylgt IT-uni
versitetinum øll árini og tað
hevur gingið gott. Hetta er eitt
universitet við fleiri útbúgv
ingum og er tað tað universi
tetið í danska ríkinum, ið út
búgvir flest kandidatar innan
KT, sigur nýggi rektarin.
Tað týdningarmikla
er, at tey ungu læra
hvat teldur kunnu
gera. Tað merkir ikki,
at øll skulu forrita,
men at øll skulu hava eina vitan
um hvat ein telda kann. Her tosa
vit um Computational Thinking.
Tað er ein eyka førleiki, ið vit
skulu læra