Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 11 Flogfar datt niður og Føroyar søgdu nei til EEC Fjóðra bindið í røðini av endurminningum hjá Jógvani Arge, Mín krýnika, er útkomin ÁRNI GREGERSEN F yri tilkomin fólk, sum minnast endan av sekti-árunum og byrj­ anina av sjeyti-árunum, um­ framt onnur sum hava áhuga fyri nýggjari føroyskari søgu, er bókin “Yvir til Bryggjubakka” hjá Jógvan Arge, spennandi lesnaður. Í bókin viðger Jógvan Arge tað fyrstu tíðina eftir at hann kom til Føroya aftur at arbeiða sum útbúgvin journalistur. Hann lærdi hjá Ritzau í Danmark, men kom so skjótt lærutíðin var liðug til Føroyar at arbeiða í Útvarpi Føroya. Nýggjasta bókin umrøður og viðger í stóran mun tey stóru málini, sum settu dags­sránna í Føroyum hetta tíðar­skeið­ ið. Sjálvt um Útvarpið fór at virka í fimti-árunum, so kom ikki verulig ferð á tíð­indasendingarnar fyrr enn seint í sekti-árunum og í byrjanini av sjeyti-ár­ un­um. Útvarp Føroya var sett á stovn, men útvarpsgjaldið skuldi ásetast hvørt ár. Hvussu stórt tað var, var eitt sindur eftir, hvussu tíðindini høvdu verið tað árið. Ikki soleiðis, at gjaldið var minkað, men tað var so knapt, at tað var torførtt at menna virksemi í útbvarpinum hesa tíð­ina. Onnur loysn Fyri at seta ferð á menningina og savna pening til at byggja nýtt útvarpshús, fekk stovnurin loyvi til at reka eitt spæl. Talan var um V4, sum skaffaði út­ varp­inum stórar inntøkur hesi árini. Peng­arnir vóru brúktir til menning av út­varpinum, umframt at ein stórur part­ur var settur til síðis at byggja nýtt út­varpshús fyri. Í sambandi við V4 dráttin fór út­ varpið undir at gera tær sonevndu V4- send­ingarnar. Sendingarnar vóru leygarkvøld í sam­bandi við dráttin. Hetta vóru send­ ing­ar, sum vit als ikki høvdu hoyrt í Før­ oy­um fyrr. Talan var um eitt slag av send­ingum, har undirhald var blandað sam­an við journalistikki og sam­felgs­ sat­iru. Undirtøkan var ótrúliga stór og í tíð­ ini áðrenn nakað sjónvarp var, sótu fólk leygarkvøld klistraði til útvarpstólini. Ein rættuliga populerur partur var, tá ið V4-manningin hermdi eftir polit­ik­ ar­um og øðrum kendum fólki, umframt væl­umtóktu speirekandi tættirnir. Eit annað, sum var sermerkt var, at sendingarnar vóru sendar ymsastaðni frá – úr samkomuhølum í Havn, men ferð­ast var eisini kring landið við send­ ing­unum. Flogvanlukkan Syndarliga flogvanlukkan í Mykinesi 26.september 1970 fyllir sjálvandi rættu­ liga nógv í bókin. Talan var um eitt flogfar hjá Ice­land­ air, sum var á veg til Føroyar. Tað hevði bíðað á flogvølli í Noreg frá degnum fyri, men kom nú og skuldi lenda í Vág­ um fyrrapartin hendan leygardagin. Tað var nakað av mjørka hendan dag­ in, so flogfarið fór vestur um Mykines at bíða eina løtu til tað klárnaði. Flogfarið byrjaði inn­ flúgvingina, men brádliga misti tornið sambandið við flogfarið. Tað vísti seg, at flogfarið rendi á í Myki­nesi undir Knúki. 30 ferðafólk vóru við og mann­ ingin taldi fýra. Átta fólk lótu lív – teirra millum ísnlednski flog­skiparin. Útvarpið bar sjálvandi tíðindini í tíð­ indasendingini hendan leygardagin klokk­an 12.20. Tá søgdu teir, at flogfarið hevði rent á, men at ongin lat lív. Tað vóru greiðu boðini tá bein­an­veg­ in. Vit eiga at minast til, at tá var sam­ skifti ikki sum nú. Líkindini vóru vána­ lig, tyrlan slapp ikki til Mykisnesar og tað var ókyrt á lendingini. Hetta var størsta føroyska van­lukk­ an, eftir at vit høvdu fingið bæði útvarp og flúgving til Føroyar. Hendingin og frásagnirnar í út­varp­ inum settu Føroyar hesar dagarnar í ein sorg­arstemning. Samráðingar Tað er eisini í hesum árum, at føroyska útvarpið av álvara fer at fylgja við pol­it­ isk­um samráðingum og samráðingum um EEC og Nordek. Jógvan Arge var ferð eftir ferð við og dekkaði sam­ráð­ ing­ar bæði í Keypmannahavn og í Bruxell­es. Í bókini fyllir hetta nógv, men eisini garna­stríðið – ella eggjakríggið – fyllir nógv í bókini. Garnastríðið snúði seg um loyvið hjá garnaskipunum at sleppa at halda fram at royna undir Føroyum. Tingið vildi seta forðing fyri hesum og tað elvdi til rættu­liga hvassar mótmælisgongur í Havn – bæði uttanfyri Tinghúsið og í Havn­ar­gøtum. Jógvan Arge greiðir í bókini eisini rættu­liga nágreiniliga frá, hvussu sam­ ráð­ingar um møguliga føroyskan lima­ skap í Felagsmarknaðinum góru fram Samanumtikið spennandi samið­ar­ søga frá Jógvani Arge. BÓKAUMRØÐA Jógan Arge, journalistur, hevur givið 4.bind í sínum endurminningum. Tað var eitt íslendskt flogfar, sum datt niður í Mykinesi. Atli Dam var løgmaður og gekk á odda í samráðingunum við EEC