hósdagur 18. oktober 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 121
12
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
S
íðan
1977
hevur
plátufelagið Tutl givið
føroyskan tónleik út
í Føroyum, og felagið
hevur áhaldandi arbeitt fyri at
menna føroyskan tónleik bæði í
Føroyum og úti í heimi. Stovnari
og eigari av Tutl er tónasmiðurin
Kristian Blak, og hann hevur lagt
merki til stóru talgildu menningina
í tónleikavinnuni seinastu árini.
Tá Tutl byrjaði, seldu tey bara
LP-plátur, og tá CD-fløgurnar
komu nøkur ár seinni, var
inntøkugrundarlagið eisini frá
hesum. Men í dag er støðan ein
heilt onnur, og tað sær bara út til
at ganga ein veg.
Í 2007 var árliga talið av fløgum
og plátum, sum Tutl gav út heilt
uppi á 70.000 eintøkum, og síðan
tá hevur sølan og framleiðslan
av fysiskum útgávum bara verið
dalandi. Í 2012 var talið 65.000, og
í 2014-15 var tað 46.000. Árið eftir
framleiddu tey 42.000, og í fjør
framleiddi Tutl um 38.000 eintøk.
Inntil víðari í ár liggur talið á 17.000,
so í ár er tað veruliga komin vend í
søluna av fløgum og plátum í mun
til undanfarnu árini.
Meginparturin av inntøkuni
frá sølu hjá Tutl kemur í dag frá
talgilda tónleikamarknaðinum.
Hetta veri seg stroymingstænastur
og keypsstøðir á netinum. Serliga
er tað ein stroymingstænasta, ið
hevur munin, og tað er svenska
Spotify, har umleið helvtin av
inntøkuni hjá Tutl kemur frá.
Á einum góðum degi eru tað
næstan 50.000 stroymingar um
dagin av tónleikinum hjá Tutl.
Seinasta hálva árið hevur Tutl havt
meira enn eina millión stroymingar
um mánaðin. Metið er 1,3 milliónir
uppá ein mánaða.
Stroymingar um
allan heimin
- Í hvørjum landi heldur tú, størsta
inntøkan kemur frá? spyr Kristian
Blak og heldur fyri topplistan á
telduni hjá sær.
Mann skuldi trúð, at tað var í
Føroyum ella í Danmark, men tá
hann spyr ein so leiðandi spurning,
er meira eysæð at gita Týskland
ella Ísland. Men tað er ikki rætt.
- Tað er í USA, avdúkar Kristian
Blak og vísir á stóra talið av
mánaðarligum stroymingum.
Heili 200.005 stroymingar komu
frá USA seinastu 30 dagarnar, har
sølan var aljóðandi 291 løg og 120
fløgur. Hetta var tilsamans 29,42%
av søluni hjá Tutl.
Hann fortelur, at tað er orsakað
av Eivør, sum hevur nógvar
lurtarar í USA, og tað talið er
bara vaksandi. Av hesari orsøkini
hevur USA eisini verið ovarlaga á
listanum í eitt longri tíðarskeið.
Á øðrum plássi eru Danmark og
Føroyar, sum verða tald saman á
hagtalsskipanini. Ísland stroyma
eisini nógv, men tey hava eina
Stroyming
TEMA: Stroyming
Fløgusølan er minkandi:
STROYMING
ER NEYÐUG
FYRI AT LIVA
AV TÓNLEIKI
- Mann má vera til taks á stroymingstænastum.
Um mann ikki hevur Spotify, hevur mann
ikki møguleika at samskifta við umheimin,
sigur Kristian Blak um nýtmótans mátan at
marknaðarføra seg sum tónleikara uppá
Listi yvir økini, har Tutl fær størstu inntøkuna frá. USA er nummar 1, hóast Danmark/
Føroyar stroyma meira. Hetta er tí, USA keypir nógv meira tónleik