Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 13 serliga stroymingstænastu, sum ikki verður skrásett í hesum hagtølunum. Listin hjá Tutl vísir klárt og týðiliga, at føroyskur tónleikur blómar um allan heimin. Sjálvt í fjarskotnum londum sum t.d. Ecuador og Peru verður føroyskur tónleikur stroymdur, og enntá í Kazakhstan eru 185 lurtingar um mánaðin. Umleið 5.000 lurtingar koma frá New Zealandi og 8.000 úr Argentina. Neyðugt við stroyming Royndi tónleikarin og Tutl eigarin heldur, at tað er neyðugt hjá tónleikarunum at bjóða sín tónleik út á stroymingstænastum. - Ein yvirgang vóru fleiri, ið ikki vildu hava sín tónleik á t.d. Spotify, tí so seldi mann ongar fløgur. Tað eru enn fleiri, ið hava hesa áskoðanina. Men tað er heilt “out of timing”, sigur hann. - Mann má vera til taks á stroymingstænastum. Um mann ikki hevur Spotify, hevur mann ikki møguleika at samskifta við umheimin. Um ein í t.d. Guatemala hoyrir um ein ávísan føroyskan tónleikara, kann viðkomandi finna tónleikin á Spotify uppá fá sekund, greiðir ein imponeraður Kristian Blak frá. Playlistar avgerandi fyri at sláa ígjøgnum Fyri at marknaðarføra tónleikin úti í heimi, samstarvar Tutl við fronsku fyritøkuna, Believe Digital, sum stendur fyri teirra talgildu útbreiðslu. Tey leggja tónleikin út á Spotify, iTunes, Apple Music og aðrar keyps- og stroymingstænastur fyri Tutl. Samstarvspartnarin hjá Tutl roynir m.a. at fáa føroyska tónleikin á altjóða Spotify playlistar. Tað er ringt at koma á hesar playlistarnar, men teir kunnu vera avgerandi fyri byrjanina av yrkisleiðini hjá tónleikarum, tí tað er ein góður máti at blíva hoyrdur um allan heimin. Sambært Olivur Eystberg, sum fæst við marknaðarføring í Tutl, kemur umleið ein triðingur av lurtingum á Spotify frá playlistum. - Í mun til aðrar stroymingstænastur fungerar Spotify soleiðis, at fólk fáa íblástur av playlistum, sum onnur hava gjørt. Tað kunnu vera playlistar gjørdir av fyritøkum og privatum persónum, men teir størstu playlistarnir eru kureraðir av Spotify sjálvum, sigur Olivur Eystberg. Tað er fyri tað mesta stórar fyritøkur sum Believe Digtial, sum klára at fáa avtalur í lag við Spotify um at hýsa einum sangi á hesum playlistunum. Hesar stóru PR-fyritøkurnar eru áhugað í at tónleikurin, sum tey distribuera, verður spældur so nógv sum gjørligt, tí tey fáa nevniliga eitt ávíst prosent av hvørjari avspæling. Tað hevur hent seg, at føroyskur tónleikur er komin á hesar playlistarnar. - Vit hava verið heppin av og á at koma ígjøgnum hendan vegin við playlistum. M.a. við FRUM og Konni Kass, sum hava fingið nógva eksponering her frá, sigur Olivur Eystberg. Kann eisini gerast uttan hjálp Spotify hevur fleiri túsund ymsar playlistar, sum allir skulu viðlíkahaldast og dagførast við nýggjum sangum. Tí kann mann saktans koma á viðurkendar playlistar uttan hjálp frá fyritøkum, um mann t.d. fær skapt ein ávísan aktivitet um sín tónleik. - Um nóg nógv fólk av egnum áhuga fara inn og lurta eftir einum tónleikara á Spotify, uppdagar Spotify hetta. Tað kemur antin frá algoritmunum, ella kunnu starvsfólk frá Spotify leggja sangin beinleiðis á ein playlista, tí tey síggja tað, fortelur Olivur Eystberg. - Um mann hevur góðan tónleik, og fólk lurta eftir tí, so kann tað koma á av sær sjálvum. Men um eingin lurtar eftir sanginum, so hendir einki, sigur hann. Hesum tekur starvsfelagin Kristian Blak undir við. - Tað nyttar ikki bara at siga, at mann kann tjena nógv, um mann stroymir. Tað mugu vera nógv, ið lurta, og tað kann mann ikki krevja. Mann kann ikki blíva fornermaður yvir, at fólk ikki lurta eftir einum, sigur Kristian Blak. Fløgur og plátur hava enn týdning Tónleikafjepparum dáma altíð væl at keypa sær okkurt merchandise Yvirlit av talgildu støðunum, inntøkan hjá Tutl kemur frá. Spotify er mest brúkti pallurin her Kristian Blak