Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 14 til konsertir, og hendan áhugan merkja tónleikararnir og plátufeløgini væl. Fysiska sølan av tónleiki riggar enn sera væl til hetta, og Kristian Blak fortelur, at ein sum Eivør selir serliga nógvar fløgur og plátur, tá hon hevur konsertir. - Eivør kann selja næstan 100 til eina konsert, sigur Kristian Blak og leggur aftrat, at fløgurnar hjá Eivør, sum í løtuni er á konsertferð í Evropa, eru útseldar, so hon má fáa fleiri sendandi. Tí er fløgusølan enn eitt gott inntøkugrundarlag hjá tónleikarum og plátufeløgum, og um vælumtóktu tónleikararnir ikki høvdu selt sín tónleik uppá hendan mátan, høvdu teir mist ein part av inntøkuni. Hetta fyllir t.d. serliga nógv í Týsklandi. Konni Kass er eisini eitt dømi um, at ein stórur partur av at vera á konsertferð er at selja fløgur og plátur. - Konni Kass prentaði í fyrsta umfari 500 eintøk av LP- plátu hennara, sum skjótt bleiv útseld. So vit máttu endurprenta pláturnar, sigur Kristian Blak. Talgilda stroymingin er eitt gott amboð Olivur Eystberg frá Tutl heldur undir ongum umstøðum, at talgilda menningin er ein hóttan ímóti tónleikavinnuni og søluni av tónleiki hjá einkultu tónleikarunum. Hann sær tað tvørturímóti sum nakað positivt, at stroyming hevur vundið so nógv uppá seg síðstu árini. - Eg haldi, tað er fantastiskt. Talgilda stroymingin eitt ótrúliga gott amboð fyri at gera sín tónleik atkomuligan. Tað er ein møguleiki fyri tónleikavinnuna at halda fram. Um har ikki koma pengar inn frá talgildu søluni til tey, ið arbeiða við tónleiki, so hevði professionelli tónleikurin, sum skal distribuerast, svunnið burt, sigur hann. Sambært Tutl fær mann 5 oyru fyri hvørja avspæling á Spotify. Tað kann vera ringt at trúgva, at tað kann geva eitt serliga stórt yvirskot til tónleikaran, og serliga tá ein partur eisini fer til promovering. Eru tað ikki bara teir tónleikararnir, ið hava óvanliga nógvar avspæligar, sum kunnu tjena pengar uppá hendan mátan? - Jú, men soleiðis hevur tónleikur altíð verið. Tað var ikki øðrvísi í 90’unum, tá fløgumarknaðurin var uppá sítt størsta. Um mann var ein lítil tónleikari, tjenti mann heldur ongar pengar. Mann fekk jú ikki nógvar pengar við at selja 3.000 fløgur tá, sigur Olivur Eystberg. Fleiri skulu hava ein bít av kakuni í fløgusøluni Olivur Eystberg vísir á inn­ tøkumunin millum fløgusølu og talgilda marknaðin. - Nakað, sum mann ofta gloymir, tá mann tosar um, hvat mann fær burturúr tí talgilda, er, at mann gloymir, hvussu nógv ymisk fólk skulu hava ein bít av kakuni, tá mann selir fløgur, sigur Olivur Eystberg og sipar til dýru framleiðsluna, útbreiðsluna og tollin. - Aftaná alt varð goldið fingu tónleikarar fyrr umleið 8-10% av einari sølu, og allar oftast var 0% eftir. Einasti mátin, teir kundu halda fram við at tjena pengar, var at geva eina nýggja fløgu út. Tí kann munurin á sølu av einari fløgu fyri 120 krónur og avspælingini av einum sangi fyri 5 oyru á Spotify tykjast stórur. Men tað kemur sambært Olivur Eysberg ann uppá, hvussu mann sær uppá tað, og hvønn hugburð mann hevur til tað. - Tað eru so nógv fólk, sum brúka stroyming, og fyri eitt plátufelag er tað gull. Tónleikarar kunnu kanska hugsa, at tey bara fingu t.d. 10.000 krónur burturúr einum heilum ári. Men tað eru 10.000 krónur, sum ikki hava kostað nakað í framleiðslu – í mun til eina fløgu, sum kanska hevði kostað 20.000 krónur fyri at framleiða 1000 eintøk. Tónleikurin livir víðari á stroymingstænastunum Í Tutl hava tey gjøgnum nógvu árini í tónleikavinnuni lagt merki til, at tá mann hevur eina nýggja fløgu, so selir hon mest í byrjanini. Sølan veksur og veksur, inntil áhugin er størstur, og so dalar sølan niður eftir. So leingi, fløgan hevur nógvan áhuga, kann mann býta fløguna út til handlar o.s.fr. Men tá áhugin er burtur, verður sølan eisini burtur. Men á talgilda tónleikamarknaðinum hevur mann vørulistan online allatíðina, óansæð um áhugin er har ella ikki. - Um eg vil inn og lurta eftir onkrum gomlum føroyskum sangi í 2030, sum liggur á einari stroymingstænastu, so kann eg tað. Tann tónleikurin kostar einki at hava liggjandi har, sigur Olivur Eystberg. Eitt áhugavert at leggja merki til er, at bólkurin Valravn liggur nummar tvey á listanum yvir mest stroymda tónleikin hjá Tutl. Tey hildu uppat at spæla fyri fimm árum síðani, men kortini livir tónleikurin víðari á Spotify. - Mann nýtist ikki at vera “on the road” fyri at tjena pengar í dag. Um tónleikurin er har úti, so kann tað breiða seg skjótt. Tað er veruliga merkisvert, at Valravn eru næstmest umráðandi navnið í Tutl, meðan onnur stríðast og strevast fyri at fáa líka so nógvar stroymingar sum tey, meðan Valravn einki hava gjørt í fimm ár, sigur Kristian Blak. PÆTUR@SOSIALURIN.FO Virðið á tónleikarunum hjá Tutl - hesir eru tónleikararnir, ið verða mest stroymdir og selja mest Stroyming TEMA: Stroyming