hósdagur 18. oktober 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 121
15
JÓGVAN SKEEL NOLSØE
F
RUM er tónleikaverkætlan
hjá songkvinnuni Jenný
Augustudóttir Kragesteen,
verkætlan hennara kann
lýsast sum eitt samspæl millum tað
tónleikaliga og tað visuella, listar
liga. FRUM er umboðað av plátu
felagnum Tutl, og hevur givið út
fýra stakløg. Øll stakløgini eru væl
umtókt, hetta sæst aftur á nógvu
avspælingunum á eitt nú Spotify,
Itunes og YouTube – m.a. hevur
staklagið ‘Beat’ omanfyri 300.000
avspælingar á miðlinum Spotify.
FRUM trein inn á tónleikapallin
í 2016, og kennir tískil væl til hvussu
umráðandi tað er, at føra seg fram
á talgildum stroymingstænastum,
soleiðis at fólk varnast tónleikin
hjá einum.
-Eg byrjaði at geva tónleik út
aftaná at stroymingstænastur sum
Spotify og Itunes vóru komnar.
So í roynd og veru kenni eg bara
til tað, og tað hevur eisini loyst
seg væl hjá mær. Serliga tí at Tutl,
sum umboðar meg, hevur eitt gott
samstarv við fólk, sum arbeiða
innan hetta, fólk sum eitt nú gera
playlistar á Spotify, sigur Jenný.
Nýtir YouTube sum miðil
at fevna um tað visuella
Um ein hevur upplivað tónleikin
hjá FRUM til eina beinleiðis fram
førslu ella sæð eitt videolag til
eitt av stakløgunum, so sær ein
skjótt at nógvur dentur er lagdur
á tað visuella. Tónleikurin skal
virka fangandi, men tað skal eisini
verða pláss til at leiða fólk inn
í ein visuellan myndaheim. Av
tí at Spotify miðilin bert er ein
stroymingstænasta fyri tónleik, so
er tað neyðugt at nýta aðrar miðlar
fyri at fáa tað visuella sjónarhornið
inn, eitt nú er YouTube miðilin væl
egnaður til júst hetta, og tað gagn
nýta Jenný og FRUM eisini.
-Fyrst og fremst geri eg tað, tí at
tað visuella hevur so nógv at siga
fyri meg og tað hevur nógv at siga
fyr heildina á verkinum. Eisini fyri
at fólk kunnu leggja merki til ein
og síggja, at eg eri meira enn bara
tónleikurin, tað trúgvi eg at fólk
minnast betur.
JOGVANSKEEL@SOSIALURIN.FO
KENNIR BERT TIL
TANN TALGILDA
TÓNLEIKAHEIMIN
SUNLEIF Á VIÐURKENDUM PLAYLISTA
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
A
t koma á Composer
Weekly er ein viður
kenning í sær sjálvum,
tí Composer Weekly
brúkarin á stroymingstænastuni
Spotify hevur næstan 24.000
fastar fylgjarar.
Síðan playlistin av Sunleif Ras
mussen hjá hesum brúkaranum
varð kunngjørdur fyri 10 døgum
síðani, hevur Sunleif Rasmussen
merkt ein ávísan aktivitet um
tónleikin hjá sær. Naxos of
America, sum fæst við klassiskan
tónleik, hevur m.a. víst áhuga fyri
tónleikinum hjá honum, og hann
er yvirraskaður av at vera komin á
Composer Weekly playlistan.
- Eg eri øgiliga yvirraskaður og
fegin um hatta. Eg vildi ikki trúð, at
tað vóru so nógv, sum lurtaðu eftir
tónleikinum hjá mær. At koma á
handan listan vísir, at fólk hava
lurtað, sigur hann.
Kann fáa góða ávirkan
Sjálvur ásannar Sunleif Rasmus
sen, at hann ikki kennir so væl til
Spotify og stroymingstænastur,
men hevur tí spurt seg fyri hjá
serkønum, um hvat hetta kann
merkja fyri hann.
- Tað kann jú merkja, at fleiri
fara at lurta, og sum eg skilji, so
kann hatta gera, at eg fari at fáa
fleiri bíleggingar.
Men fyri Sunleif Rasmussen
geva hvørki fløgusøla ella
stroyming av tónleiki nakra serliga
inntøku.
- Hvørki stroyming ella fløgusøla
gevur nógvar pengar fyri okkum,
sum eru í klassiskum tónleiki.
Eg tjeni pengar, tá mín tónleikur
verður spældur á konsertum,
útvarpinum og sjónvarpinum,
sigur Sunleif Rasmussen og leggur
aftrat, at hann tjenar mest, tá hann
fær honorar fyri verk, sum fólk
bíleggja frá honum.
Tølini av lurtingum, sum Tutl
hevur atgongd til, vísa, at dagin
eftir, Sunleif kom á hendan
playlistan, fekk hann umleið 5.000
stroymingar í einum. Beint áðrenn
lá talið undir 15 avspælningar um
dagin. Tutl hevur bara givið ein
part út av tónleikinum hjá Sunleif
Rasmussen, og í dag er tað Dacapo
Records í Danmark, sum gevur
hansara verk út. Hesi tølini síggjast
ikki í hagtølunum hjá Tutl, og tí
kann roknast við, at samlaða talið
er væl hægri.
PATURE@SOSIALURIN.FO
Tað kom óvart á tónaskaldið, Sunleif Rasmussen,
tá 30 verk hjá honum fingu pláss á viðurkendum
talgildum playlista fyri klassiskan tónleik