Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 16 HALLUR AV RANA H óast YouTube upp­runa­ liga ikki er ætlað sum ein tónleikatænasta, eru fólk kring allan knøttin farin at brúka tænastuna til júst tað. So nógv faktiskt, at YouTube í dag verður mett at vera størsta heimasíðan fyri stroyming av tónleiki í verðini. Á einum lista, ið amerikanski miðilin Forbes hevur gjørt yvir 10 tær mest brúktu tón­leika­ tænasturnar, har tað ber til at stroyma tónleik, er YouTube nógv tann mest brúkta tænastan. - YouTube er uttan samanbering tann mest brúkta tænastan í verðini innan stroyming av tón­ leiki. Felagið, sum Goggle eigur, sigur at 1,5 milliardir fólk nú brúka síðuna hvønn mánað og nógv av teimum trýsta á í hvørt fall eitt tón­leikasjónband. Summi vilja vera við, at YouTube er ein síða fyri at stroyma sjónbond og ikki ein tónleikatænasta. Tekniskt sæð er tað rætt, men síðan er vorðin ein av sterkastu miðlum í tónleiki og fyrsta staðið hjá milliónum, um ikki milliardum ella fleiri, av fólkum til at fáa atgongd til sangirnar, ið tey elska, skrivar blaðið millum annað um YouTube sum tónleikatænastu. Til samanberingar kann vísast á, at nummar tvey á listanum er kinesiska tónleikatænasta Net­ Ease, ið hevur 400 milliónir brúkar­ ar, meðan Spotify er nummar fýra við 170 milliónum brúkarum. ES herdi krøvini Tí er tað kanska heldur ikki óvænt­ að, at stórir partar av tón­leika­ vinnu­ni í summar fóru í hernað móti YouTube, tá ES-parlamentið at­kvøddi um eina nýggja lóg um upp­havsrættindi. Lógin bleiv í fyrsta umfari vrakað, men bleiv sam­tykt í september. Undir gomlu lógini bleiv lógin tulkað soleiðis, at YouTube og lík­ nandi tænastur ikki høvdu ábyrgd­ ina fyri tað tilfar, ið varð lagt út á teirra tænastu. Hetta tí, at tað ikki var YouTube, men brúkararnir, ið løgdu tilfarið út á síðuna. Sostatt fingu tónleikarar og onnur í vinnuni lítið og einki gjørt, um brúkarar løgdu teirra verk út á tænastuna uttan teirra samtykki. Brúkarin kundi biðja YouTube um at strika tilfarið, men YouTube hevði sjálvt onga ábyrgd at forða fyri, at tilfar, ið gjørdi seg inn á upp­havsrættindi, ikki varð lagt út. Nýggja lógin leggur ábyrgdina á YouTube og aðrar líknandi tæn­ astur, um brúkarar leggja tilfar út, ið brýtur við upphavsrættindi. Enda­málið við lógini er at hjálpa og verjan rættindini hjá tónleikarum og øðrum listafólkum á netinum. Tað verður gjørt við, at YouTube og aðrar líknandi tænastur antin mugu strika ólógligt tilfar ella rinda eitt gjald fyri tað. Upprunaliga fall uppskotið í juli, tá meiriluti í tinginum at­ kvøddi móti uppskotinum, men eftir at uppskotið bleiv dagført, at­kvøddu 483 parlamentslimir fyri upp­skotinum í september, meðan 226 atkvøddu ímóti. Men hóast uppskotið sostatt bleiv samtykt við broytingum, er enn langt á mál. Atkvøðast skal um endaliga uppskotið í januar 2019, og aftaná skulu tey einstaka lima­londini hvør sær taka støðu til, um tey ynskja at seta lógina í gildi. HALLUR@SOSIALURIN.FO Stroyming TEMA: Stroyming YOUTUBE ÁLAGT AT RINDA Nýggja lógin leggur ábyrgdina á YouTube og aðrar líknandi tænastur, um brúkarar leggja tilfar út, ið brýtur við upphavsrættindi. Endamálið við lógini er at hjálpa og verjan rættindini hjá tónleikarum og øðrum listafólkum á netinum. Tað verður gjørt við, at YouTube og aðrar líknandi tænastur antin mugu strika ólógligt tilfar ella rinda eitt gjald fyri tað Summi vilja vera við, at YouTube er ein síða fyri at stroyma sjónbond og ikki ein tón­leika­ tænasta. Tekniskt sæð er tað rætt, men síðan er vorðin ein av sterkastu miðlum í tónleiki og fyrsta staðið hjá milliónum, um ikki milliardum ella fleiri, av fólkum til at fáa atgongd til sang­irnar, ið tey elska