Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 17 PÆTUR HJALMAR EVENSSON Í næstu viku kemur eitt upp­skot fyri løgtingið um eina nýggja tón­leika­út­ flutningsstovu, sum skal virka fyri útflutningi av føroyskum tónleiki. Hetta skal sambært upp­ skotinum m.a. verða gjørt við at marknaðarføra tónleik uttanlands, veita ráðgeving og samstarva við føroyska tónleikaumhvørvið fyri at stimbra vinnuna. Uppskotið kemur sum liður í politikkinum fyri skapandi vinnur, har mælt verður til at gera eina røð av átøkum fyri at menna skapandi vinnarnar í Føroyum. Ein leyslig meting er sambært áliti­num, at tað eru umleið 75 fulltíðar yrkistonleikarar í Før­oy­ um. Stóra talið hevur givið lands­ stýri­num og arbeiðsbólkinum eina ábending um, at hetta bara kann vera vaksandi, um meira ferð kemur á tónleikavinnuna í Før­oy­ um. Hesa ferðina skal tón­leika­út­ flutn­ingsstovan vera við til at seta gongd á. Í álitinum verður dentur m.a. lagd­ur á, at fløguútgávurnar sein­nu árini eru færri í tali, tí meira verður keypt og stroymað á netinum, samstundis sum live- framførslurnar av somu orsøk eru vorðnar ein munandi størri part­ur av inntøkugrundarlagnum í tón­ leikavinnuni. - Kann hjálpa tónleikarunum Uppskotið kemur frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, og Poul Michel­sen, landsstýrismaður, held­ur uppskotið vera umráðandi fyri føroysku tónleikararnar, tí teir av hesari orsøk kunnu koma í sam­band við tey røttu fólkini og skapa sær eitt breiðari netverk uttan­lands. - Tað er ómetaliga týdn­ing­ ar­mikið við einari tílíkari út­ flutn­ings­stovu. Í roynd og veru er tónleikurin í Føroyum á ein­ um støði, sum fleiri halda vera áhugavert, og fleiri og fleiri før­ oyskir tónleikarar gera seg gald­ andi uttanlands. At skipa tón­leika­ vinnuna í eina út­flutnings­stovu við meira málrættaðum endamáli fær tónleikin hjá okkum í eina tryggari legu, sum kann hjálpa okkara tónleikarum at finna tað rætta netverkið úti í heimi, sigur Poul Michelsen. Hann vísir á, at tað er vanligt hjá einhvørjum tónleikara at hava eitt ynski um at koma út á altjóða tón­leikapallin. - Allar flestu tónleikararnir hava ein innbygdan longsul eftir at sleppa út. Útflutningsstovan kann eisini hjálpa uppá tann kreativa part­in, soleiðis at fleiri fáa eitt hægri mál enn at bara spæla heima í Føroyum. Landsstýrismaðurin metir tón­leika­útflutnings­stovuna vera menn­andi fyri bæði tað mentan­ar­ liga og tað búskaparliga, tí pengar kunnu eisini koma inn til landið hendan vegin. - Hatta er nakað, sum kann geva okkum búskaparliga menn­ ing, samstundis sum tað er ein menn­ing av føroyska tón­leika­ um­hvørvinum. Tað eru bæði tann mentanarligi og vinnuligi parturin, sum verða styrktir av hesum, sigur Poul Michelsen. Eingin tílík skipan enn 1 millión skal sambært upp­skoti­ num til løgtingsfíggjarlóg fyri 2019 setast av til landsfevnandi tón­leikaútflutningsstovuna. Tað er ikki nógv í mun til endamálið, men landsstýrismaðurin meinar, at hetta er ein góð byrjan, og at signal­ið í hesum kann leggja lunnar undir, at mann í framtíðini setir fleiri pengar av eftir tørvinum. Tað varð longu tosað um eina tón­leikaútflutningsstovu í 2008. Tað eru 10 ár síðan, og tónleikurin hevur flutt seg nógv síðan tá. Landsstýrismaðurin ásannar, at tey ikki hava tikið tað í nóg stórum álvara. - Mann hevur kanska ikki tikið tað í nóg stórum álvara. Men tað er her og nú, at vit halda hetta hava týdning, sigur Poul Michelsen. Sum nú er eru nakrar skipan­ir, har tónleikarar kunnu søkja um stuðul frá – m.a. frá Mentan­ar­ grunni Landsins og Vinnu­frama­ grunnurin. Samstundis er Loft­ brúgvin eitt tilboð til tónleikarar og listafólk, men eingin skipan er enn, sum miðvíst virkar fyri útflutningi av føroyskum tón­leiki, eins og uppskotið um tónleika­út­ flutn­ingsstovuna leggur upp til. PATURE@SOSIALURIN.FO Føroyskan tónleik út í heim: - At skipa tónleikavinnuna í eina útflutningsstovu við meira málrættum endamáli kann hjálpa okkara tónleikarum at finna tað rætta netverkið úti í heimi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, um nýtt uppskot NÝGGJ TÓNLEIKA­ ÚTFLUTNINGS­STOVA SKAL MENNA FØROYSKAN TÓNLEIK