Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 18 VILJA HAVA MEST MØGULIGT TIL FØROYAR - Nýggja avtalan við Aalborgs Universitetshospital umfatar alt økið, ið hevur við bróstkrabba at gera. Hendan avtalan umfatar diagnostikk, uppfylging, viðgerð og tann onkologiska partin. Vit vænta okkum, at tað verður betur fyri sjúklingarnar, at alt økið nú verður samlað í einari avtalu, sigur Jóanes Erik Køtlum, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, nú avgjørt er at enda samstarvið við Kristján Skúla Ásgeirsson. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO S júkrahúsverk Føroya hev­ ur avgjørt ikki at leingja sáttmálan við ís­lendska skurðlæknan Kristj­án Skúla Ásgeirsson við­víkj­andi við­gerð fyri bróst­krabba. Í stað­in skulu føroyskar kvinn­ur nú viðgerast í samstarv við Aal­ borgs Universitetshospital. Tað váttar Jóanis Erik Køtlum, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya. Síðsta árið hevur ein fyribils avtala verið millum Sjúkra­hús­ verkið og íslendska skurð­lækn­ an, men við nýggju avtaluni er greitt, at 10 ára gamla sam­ starvið millum Landssjúkra­ húsið og Kristján Skúla Ás­ geirs­son steðgar 31. desember 2018. Ikki fyrstu ferð Hetta er ikki fyrstu ferð, at ætlað hevur verið at enda sam­ starvið við íslendska skurð­ lækn­an. Í desember 2017 frætt­ ist, at avgjørt var at enda sam­starvið, men aftaná at sjúkra­hús­leiðslan hevði fingið 700 und­irskriftir frá kvinnum, ið ynsktu at varðveita sam­ starvið við íslendska læknan, háls­aði leiðslan á Lands­sjúkra­ hús­inum um og longdi av­tal­ una til 1. januar 2019. Tað er hendan fyribils av­tal­ an, ið nú ikki verður longd. Or­ søkin er, at man ynskir at samla alt økið í eina avtalu. - Nýggja avtalan við Aal­ borgs Universitetshospital um­ fat­ar alt økið, ið hevur við bróst­krabba at gera. Hendan av­talan umfatar diagnostikk, upp­fylging, viðgerð og tann onko­logiska partin. Vit vænta okk­um, at tað verður betur fyri sjúk­lingarnar, at alt økið nú verð­ur samlað í einari avtalu, sig­ur Jóanes Erik Køtlum, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya. Meira í Føroyum Stjórin í Sjúkrahúsverkinum vís­ir á, at eitt av krøvunum hjá Sjúkra­húsverkinum í samráð­ ing­um við onnur sjúkrahús um bróstkrabbaøkið, hevur verið ynskið um at fáa so stóran part av økinum sum gjørligt til Før­ oy­ar. - Hendan avtalan inniber, at ein so stórur partur sum gjør­ ligt verður gjørdur í Føroyum. Tær størru viðgerðirnar veðra gjørd­ar í Aalborg, men vænta vit, at umleið 60-70 prosent av við­gerðini nú verður í Føroyum. Fyri sjúklingin merkir tað, at við­komandi ikki noyðist líka oft­ani av landinum við álv­ar­ sam­ari sjúku, sigur Jóanis Erik Køtl­um. Kravið um, at ein so stórur part­ur sum gjørligt av økinum skal vera í Føroyum, er eisini or­søkin til, at Sjúkrahúsverkið ikki gjørdi eina avtalu við Region Hovedstad, tí man har ikki hevði møguleikan at flyta part av viðgerðini til Føroyar. - Vit hava verið í samskifti við fleiri sjúkrahús, men tað er Aal­borg Universitetshospital, ið best livir upp til tey krøvini, ið vit hava til viðgerðina. Harí­ mill­um at so stórur partur sum møguligt skal vera í Føroyum, sigur sjúkrahúsverkstjórin. Lættari við einum avtalufelaga Jóanis Erik Køtlum sigur, at tað eru ymiskar orsøkir til, at man ikki hevur valt at longt um sátt­málan við Kristján Skúla Ás­geirsson. - Fyrst og fremst verður hetta gjørt, tí tað verður lættari at samskipa viðgerðina við ein­ um avtalufelaga. Áður hevur ein partur staðið fyri diagn­ ostikk­in, Kristjan fyri skurð­við­ gerð­ini og onkologiin hevur verið á Ríkissjúkrahúsinum. So tað hevur verið spjatt, men nú verð­ur tað lættari hjá okkum at hand­fara og vónandi sæst tað aftur í eini betri samanhang­ andi viðgerð av sjúklingunum, sig­ur hann. Harumframt vísir hann á, at við samstarvinum við Aalborgs Universitetshospital hevur Sjúkra­ húsverkið fingið avtalu í lag við eitt toymi av serfrøð­ing­um. - Tá man hevur gjørt ein av­ talu við eitt uni­versitets­sjúkra­ hús, so er tað eitt ella annað stað tryggari. Um ein í toym­in­ um ikki kann taka lut ein dag, so tekur onkur annar yvir fyri við­komandi, sigur Jóanis Erik Køtl­um, ið eisini vísir á, at onkr­ ar avbjóðingar hava verið við gomlu avtaluni. - Fyri eldra ættarliðið hevur málið verið ein avbjóðing, tí alt fyri­gongur á enskum. Og í seinastu hevur tað eisini verið ein avbjóðing, at tað er torført at finna nøktandi gistingar­ pláss, tí ferðavinnan er vorðin so stór í Íslandi. Tað hava vit upp­livað eina ávísa misnøgd við, sigur hann. Nýggja avtalan við Aalborgs Uni­versitetshospital kemur í gildi 1. januar 2019. Sostatt held­ ur avtalan við íslendska skurð­ lækn­an fram í nakrar mánaðir aftrat. Júst hvussu skiftið verð­ ur millum nýggju og gomlu av­ tal­una er tó ikki fingið heilt upp á pláss enn. - Tað er nakað, ið vit hyggja upp á nú, men vit fara at tryggja okkum, at eingin sjúkl­ ing­ur dettur niðurímillum í hes­um skiftinum, sigur Jóanis Erik Køtlum. Nýggj avtala um bróstkrabba: