hósdagur 18. oktober 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 121
19
Upplýsing er
tað besta
- Upplýsing um hvussu kvinnur sjálvar kunnu
kanna síni bróst er heilt vist tað besta. Tað
er gott fyri hvønn einstakan persón at læra
sítt egna likam at kenna, so at man veit nær
okkurt er normalt og nær tað ikki er normalt,
sigur Turið Horn, forkvinna í Bót til Bata.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
O
ktober hevur mongu
seinastu árini verið
mánaðurin tá sjón
eyka
hevur
verið
sett á bróstkrabba. Í ár er held
ur einki undantak og varpar
Krabbameinsfelagið enn eina
ferð ljós á sjúkuna, ið hevur
rakt hundraðtals av føroying
um seinastu árini.
Síðan 1995 hava 485 tilburð
ir av bróstkrabba verið stað
festir í Føroyum. Av teimum
vóru 31 tilburðir skrásettir í
fjør, ið er hægsta talið av skrá
settum tilburðum nakrantíð.
Kannið sjálvi
Í 2017 var fyrstu ferð, at tað
stóð øllum kvinnum millum
50 og 69 ár í boði at fáa eina
ókeypis screening fyri bróst
krabba og var talan um eitt
frambrot á krabbameinsøkin
um. Men hóast nýggja til
boðið, so er týdningarmikið at
kvinnur kanna síni egnu bróst.
Tað metir Turið Horn, for
kvinna í Bót til Bata, ið er ein
sjálvhjálparbólkur hjá Krabba
meinsfelagnum, og er fyri
kvinnur, ið hava ella hava havt
krabbamein í bróstinum.
- Upplýsing um hvussu
kvinnur sjálvar kunnu kanna
síni bróst er heilt vist tað
besta. Tað er gott fyri hvønn
einstakan persón at læra sítt
egna likam at kenna, so at man
veit nær okkurt er normalt og
nær tað ikki er normalt, sigur
Turið Horn og leggur afturat.
- So eg trúgvi meira upp á
eina fyribyrgjandi kanning, ið
kvinnur sjálvur kunnu gera,
enn upp á screening. Harvið er
kortini ikki sagt, at vit ikki
skulu hava eina screening. Aft
aná eg fylti 50 ár tók eg sjálv
av tilboðnum.
Hon vísir á, at kvinnur
verða mæltar til at kanna
bróstini 14 hvønn dag, tá tær
eru í brúsu.
Menn verða gloymdir
Hóast tað er altíð er tungt hjá
einum persóni at fáa boð um,
at krabbi er funnin, so er við
gerðin fyri bróstkrabba í dag
so framkomin, at tey eru fá, ið
doyggja av tí.
- Hagtølini vísa, at 98 pro
sent av teimum, ið fáa staðfest
bróstkrabba, eru á lívi tíggju
ár seinni, sigur forkvinnan í
Bót til Bata.
Turið Horn vísir eisini á, at
eitt, ið mangan verður gloymt,
tá tosað verður um bróst
krabba í Føroyum, er at menn
eisini
kunnu
fáa
staðfest
bróstkrabba.
-
Menn
verða
mangan
gloymdir, tí teir eru so fáir í
mun til kvinnurnar, men hag
tølini vísa, at ein føroyskur
maður um árið fær staðfest
bróstkrabba. Teir eru tó øgi
liga tigandi um hetta, so
spurningurin er, um tað ikki er
eitt tabu hjá monnum at fáa
bróstkrabba, sigur Turið Horn.
Nógv eru hagtølini um bróst
krabba og tað verður eisini
granska nógv í økinum. Harí
millum hví føroyskar kvinnur
verða raktar av bróstkrabba.
- Ein stór verkætlan er ný
liga farin í gongd, har man
granskar føroyskar kvinnur, ið
hava havt bróstkrabba. Orsøk
in er, at man ikki hevur nógv
an arvaligan bróstkrabba í
Føroyum, og ynskir man tí at
staðfesta hvat orsøkin er til, at
føroyskar kvinnur verða rakt
ar, sigur Turið Horn.
Í góðum hondum
Aðrastaðni í blaðnum ber til at
lesa, at Sjúkrahúsverk Føroya
hevur avgjørt at enda sam
starvið við íslendska skurð
læknan Kristján Skúla Ás
geirsson, ið hevur viðgjørt
føroyskar kvinnur í tíggju ár.
Tað er við blandaðum kensl
um, at Turið Horn tosar um av
gerðina.
- Føroyskar kvinnur hava
verið í góðum og tryggum
hondum hjá Kristján Skúla Ás
geirsson. Men sjálvt um vit, ið
hava havt krabbamein, og tær
kvinnur, sum eru raktar av
krabbameini, eru harmar um
at missa Kristján Skúla Ás
geirsson og hansara serfrøði,
so haldi eg kortini, at tað er at
frøast um, at nýggja avtalan
ger, at føroyskir sjúklingar
sleppa at vera meira í Føroy
um. Tí tað er øgiliga hart fyri
kvinnurnar og familjurnar, at
skulu av landinum í fleiri mán
aðir í samband við skurðvið
gerðina, sigur Turið Horn.
Møgulig sjúkueyðkenni
Húðin um bróstvørtuna krympar
saman, so at smáar rukkur
síggjast á bróstinum. Hetta
kann vera tekin um illkynjaðan
knykil, sum liggur djúpt i
kertlavevnaðinum í bróstinum.
Væta úr bróstvørtuni. Bróstvørtan
fer at draga seg inn í húðina.
Vætan kann vera klár ella blóðig.
Eksem um brótsvørtuna,
sum er ein serligur formur
fyri bróstkrabba, kallaður
Paget’s Disease.
Bróstið er reytt og hovið. Tað
kennist sum bruni. Húðin minnir
um skalið á eini appelsin.
Sár á bróstinum kann vera
tekin um bróstkrabbamein,
sum er komið langt áleiðis