Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 20 Fátækradømi – anna Vit mugu ikki enda í tí støðu, at vit fáa eina undirstætt av tilflytarum við veikum sosialum og ment­ an­ar­lig­um/máls­ligu­m førleikum. Hetta kann gerast ein kelda til fátækradømi í framtíðini. Neyð­ugt er, at før­oyska sam­fel­agið miðvíst arbeiðir við at lyfta bæði útlendingar og føroyingar við av­bjóð­ ing­um upp úr tí mentanarliga fátækradømi, tey eru endað í, skrivar Sámal Matras Kristians m. a. í tíðargreinini í dag Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo Meiningar og kjak R adarin 10. oktober 2018 snúði seg um fá­tækr­a­ dømi. Hetta er eitt sera nógv umtalað og fjøl­ broytt evni. Tíverri verður fá­ tækr­a­dømi ofta umtalað sum ein rein­ur búskaparligur trup­ ul­leiki. Lutfalsliga fá­tækra­ mark­ið verður tikið fram sum høv­uðs­á­bend­ing um, hvussu nógv fólk eru í fátækraváða ella ikki. Verða onnur mát tikin fram, eru tey oftast eisini bú­ ska­p­ar­lig. Av tí at diagnosurnar eru bú­skap­ar­lig­ar, eru loysn­ir­ nar eisini rættiliga bú­skap­ar­lig­ ar - »øko­nom­ist­isk­ar«. Gev teimum fátøku fleiri peng­ar, so kunnu tey keypa seg burt­ur úr sínum trupulleikum, tyk­ist meginreglan at vera. Kjakið snýr seg um, at verða veit­ing­ar­nar ov høgar, missa fólk til­elv­ingina til at arbeiða. Hi­n­vegin kann skipanin sakt­ ans virka tilelvandi, samstundis sum fólk ikki fáa arbeiði vegna vant­andi førleikar. Tað kann vera »mis­match« millum útboð og eft­ir­spurn­ing á ar­beiðs­ markn­að­i­num. Harumframt skal vísast á, at ar­beiði ikki bert snýr seg um inn­tøk­u­skap­an, men eisini um sos­ial sam­bond, viðurkenning, sam­leika, »sjálvrealisering« o. s. fr. Her hoppar »økonomistiska« ket­an av. Eins og Sonja Jógv­ans­dótt­ir vísti á í Radaranum, vilja flestu fólk í stóran mun arbeiða, hóast pen­ing­a­liga meirúrtøkan í mun til al­mennar veitingar er lítil. Tó hugsi eg, at Sonja yvirmetir bú­ skap­ar­ligu orsøkirnar og und­ir­ met­ir mentanarligar orsøkir til hend­an samanhang. Rætt er, at pengar kunnu loysa nógvar trupulleikar. Mat­ e­r­i­ella livistøðið er ein týðandi part­ur av vælferðini hjá fólki nú á døgum. Tó skapar hendan »øko­nom­istiska« tankagongdin nakr­ar blindvinklar, ið tó part­ víst vórðu latnir upp í á­huga­ verdu samrøðuni við Eriku Hay­field, ið m.a. vísti á, at fá­ tækra­dømi eisini er stig­mat­i­ ser­andi. Fátøk fólk koma undir sjón­ eyk­una hjá øðrum fólkum við hevj­að­um moralskum peik­i­ fingr­um. Serliga í einum ultra- pro­te­stan­t­iskum landi sum Før­oyum, har arbeiðsmoralurin nær­um hevur heimsmet, er tað skamm­iligt at ganga hendur í lumma. Fátækradømi er ikki bert pen­ingalig trongstøða, men sann­iliga eisini ein samleikalig trong­støða. Verður tikið støði í kenda sam­fel­ags­frøðinginum Pierre Bour­dieu sæst, at umframt b­ú­ skap­ar­ligan ­kapital, tørvar menn­iskj­um eisini ment­an­ar­ liga­n, sosialan og symbolskan kap­i­tal fyri at kunna skapa eitt gott lív. Hesir »kapitalar« kunnu byggj­ast upp á ymiskan hátt og kunnu eisini »vekslast« mill­um sín. Í dagsins samfelagi er ar­ beið­s­markn­að­ur­in høvuðskelda til all­ar hesar kapitalar, ikki bert tann búskaparliga. Eitt er, at fólk kunnu hava aðr­ar keldur til vælferð enn inn­tøku. Tey kunnu hava ognir ella at­gongd til ognir, soleiðis at leig­u­út­reiðsl­ur kunnu sparast. Tey kunnu hava familju og net­ verk, ið kann veita teimum ikki- penga­gjørda vælferð sum t.d. kjøt, fisk, epli, handverkshjálp o. s. fr. Eisini hóast bert verður hugt við »øko­nom­ist­isk­um« brill­um sæst, at tað er mis­vís­ andi bert at hyggja eftir inn­tøk­ u­síð­uni. Útreiðslusíðan er kanska enn­tá størri fá­tækraorsøkin í Før­oyum í dag. Vantandi útboð av bú­støðum, høgir ger­and­is­ vør­u­prísir og høgir orkuprísir eru dømi um búskaparligar fak­ tor­ar, ið skapa reelt fá­tækr­a­ dømi, eisini hóast fólk hava inn­ tøk­ur om­an ­fyri lutfalsliga fá­tækr­a­mark­ið. Tó, eins og vit áttu at havt eitt betri og fjøl­ broytt­ari yv­irlit yvir hvørji fólk eru fá­tøk í Føroyum, áttu vit eis­ini at kortlagt bú­stað­a­neyð­ ina nógv meiri miðvíst. Tíverri fáa sosial hagtøl als ikki somu rað­fest­ing sum búskaparlig hag­tøl. Ivaleyst enn eitt úrslit av omanfyrinevndu »øko­nom­ ismu«. Hinvegin má eisini stað­fest­ ast, at fólk hava sera ymiskan livi­hátt. Til ber at velja mat­e­r­i­ ellu kapp­renn­ingina frá og held­ur liva eitt meiri nøgdsamt lív, har vælferðin byggir á meiri ó­mat­e­r­i­ell virði. Slík virði eru ofta mun­andi bíligari enn tey mat­er­i­ellu virðini, tó at tað sjálv­andi eisini finnast tæn­ast­ u­veit­ing­ar, ið hava sera høgan prís. Eis­ini veita land og komm­ un­ur eina ørgrynnu av tæn­ast­ um, ið á ymiskan hátt kunnu betra og fjálga um lívsgóðskuna hjá fólki. Hesar tænastur eru ant­in bíligar ella enntá ókeypis. Vel­ur man at laga sín lívsstíl eft­ir síni inntøku, kann man fáa størri lívsgóðsku burtur úr minni brúki. Fá­tækradømi er eisini ein spurn­ingur um hugburð. Vantandi útbúgving er størsta fátækradømið Fólk kunnu vera fátøk av ym­ isk­um orsøkum. Summi hava møg­u­liga gjørt skeiv val gjøgn­ um lívið ella hava snøgt sagt verið ov dovin. Onnur hava ver­ ið úti fyri onkra »sosiala hend­ ing«, ið hevur gjørt tilveruna trupla. Talan kann vera um hjún­a­skiln­að, arbeiðsloysi, rús­ drekka, strongd, sálarligar trup­ ul­leik­ar og mangt annað. Líkamikið hvør orsøkin er, er ikki rætt at generalisera. Fá­ tækr­a­dømi er sera individuelt. Or­søk­ir­nar eru sera fjølbroyttar og ofta samansettar. Ofta verð­ ur víst á, at fátækradømi elvir til psyko-sosialar trupulleikar. Hetta er rætt, men umvent eru psyko-sosialir trupulleikar eis­ ini orsøk til fátækradømi. Her er talan um eina klassiska sam­ fel­ags­frøð­i­liga hønan/eggið-tví­ støðu. Ein høvuðskelda til fá­tækr­a­ dømi er vantandi útbúgving ella før­leik­a­menning. Tað lætt­ asta í verðini er at rakka niður á tey fólk, ið onkursvegna ikki