Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 21 Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. ð enn bara búskapur Sámal Matras Kristiansen samfelagsfrøðingur megn­aðu at útbúgva seg ella á ann­an hátt at menna ymiskar pro­duktivar førleikar. Í hesum før­um hevði ein hjálpandi hond tænt betri enn ein moralskur peik­i­fingur! Tað umráðandi er, at vit hjálpa hesum fólkum, ið ikki eru komin á sína røttu hill. Sjálvandi eiga fólk, ið eru í bráðfeingis kreppu, at hjálpast pen­ingaliga. Flest øll í politiska landslagnum taka undir við hesum. Men hetta er ikki ein hjálp, ið tryggjar nakra framtíð. Sam­felagið eigur hinvegin at fara aktivt inn og hjálpa fólki at førleikamenna seg. Tað kunnu vera sera nógvar orsøkir til, at fólk eru fallin frá í út­búgv­ing­ar­ skip­an­ini. Rætt er, at skúlin er alt ov stand­ardiseraður og ov illa megn­ar at lofta teimum fólk­um, ið ikki hóska so væl inn í skip­an­ir­nar. Tó eru ábøtur framd­ar seinastu árini. Eisini er gleði­ligt, at meiri nú verður gjørt við miri fokus á real­før­ leik­ar. Nógv fólk duga ymiskt, tey ikki kunnu skjalfesta ella ikki eru nóg tilvitað um. Nógv fólk kunnu lyftast við hug­ burðs­broyt­ing og broyting av sjálvs­fatan. Heldur enn at lata hesi fólk upp­liva ósigur eftir ósigur eigur at verða arbeitt miðvíst við at hjálpa teimum. Summi skulu kanska hava eitt sindur av eyka hjálp til skúlating. Ein sera væl út­giv­in tænasta! Onnur hava djypri persónligar ella sálarligar trup­u­l­leikar, ið gera, at tey í nógv størri mun mugu stuðlast menn­iskja­liga. Men eisini hóast ein pe­r­sónur við avbjóðingum fær stuð­ul hvønn dag, er tað betri enn at viðkomandi endar við svartaperi og situr eftir sum kron­iskt fátækur. Tá tosa vit av álv­ara um eina heilsuskaðiliga støðu, ið kann kosta familju og sam­fel­agi dýrt. Heilt grundleggjandi eiga vit at gera upp við, at fátækradømi bert snýr seg um pengar og brúk. Fá­tækradømi snýr seg eis­ini um vitan og førleikar. Tað kann vera harmiligt, at eitt barn ikki fær ein líka fínan I-pad sum hini børnini í skúlanum, men tað er í grundini nógv harm­i­lig­ari, at barnið veksur upp í einum heimi, har for­eldr­ ini ­ikki lesa søgur fyri børn­u­ num ella syngja sangir saman við teimum. Mentanarligt fátækradømi er í grundini eitt nógv verri fá­ tækr­a­dømi enn lutfalsligt bú­ skap­ar­ligt fátækradømi. (Tosa vit um avgjørt fátækradømi, er støð­an ein heilt onnur). Til ber at vera búskaparliga fátækur vegna arbeiðsloysi. Er man væl fyri, kann man tó reisa seg aftur og arbeiða seg út úr f­á­tækra­ døm­i­num­. Nógv truplari er við ment­an­ar­lig­um fátækradømi. Tað krev­ur stóran innsats at ar­ beiða seg upp gjøgnum út­búgv­ ing­ar­skip­anina, serliga um ein longu hev­ur havt nógvar ringar roynd­ir við henni. Hjálpa vit bert her og nú móti búskaparliga fá­tækr­a­ dømi­n­um, kann talan ofta vera um sym­pt­o­m­við­gerð heldur enn at lúka trup­ulleikan upp við rót­ini. Gera vit hinvegin sam­stund­is eina íløgu í at lyfta fólk upp úr mentanarligum fá­ tækr­a­dømi, so lyfta vit tey sann­líkt eisini upp úr bú­skap­ ar­liga fá­tækradøminum upp á longri sikt. Við útbúgving ber eis­ini til at byggja upp eitt nýtt net­verk, ið kann kompensera fyri tey dysfunktionellu sam­ bond, ein møguliga er vaksin upp við. Útlendingar eru ein serlig avbjóðing Vit hava sum heild eina sera væl­virk­andi uppalingarskipan – frá barnagørðum yvir fólk­a­ skúla og miðnám til víð­ar­i­gang­ andi útbúgvingar. Tað tekur fleiri áratíggju at uppala eitt menn­iskja til nútíðarinnar kom­pleksa samfelag. Er onkur dott­in niðurímillum, er tað tí­ skil ein stór avbjóðing at lyfta við­kom­andi uppaftur, soleiðis at hann kann koma á eitt gott spor. Fólk eiga í nógv størri mun at virð­is­met­a­ tað megnararbeiði, ið fer fram í allari upp­ali­ng­ar­ skip­an­ini. Tað arbeiðið, ið ped­a­ gogar, lærarar, meistarar, lekt­ arar o.s.fr. leggja í okkara ungu er í dag høvuðskeldan til fram­ burð í Føroyum. Ein møguligur váði kann í fram­tíð­ini standast av, at vit hava fing­ið nógvar tilflytarar til land­ið. Nógvir tilflytarar hava ikki allar teir førleikar – hvørki ó­formligar ella formligar – ið skulu til fyri at klára seg væl í Før­oy­um. Í góðum tíðum kunnu teir fáa nógv av lág­t­ løntu størvunum, ið føroyingar flest­ir vanliga ikki skoyta um. Í rin­g­um tíðum er hinvegin stór­ ur váði fyri, at hesi enda uttan fyri arbeiðsmarknaðin og verða marginaliserað sosialt. Lat okk­ um siga tað sum tað er: ringu tíðirnar koma aftur um nøkur ár. Tí er tað nú, tiltøk skulu set­ ast í verk. Erika Hayfield vísti í Rad­ar­a­ num á hvussu stóran týdning net­verk – serliga familier net­ verk – hava fyri lívs­møgu­leik­ar­ nar í Føroyum. Lutvíst fami­l­ist­ isk­a skipanin í Føroyum ger, at tú fært lættari at standa teg, um tú hevur eina sterka fam­ ilju, ið kann stuðla tær á ym­isk­ an hátt. Tað er stórur munur á um ein útlendsk kvinna endar í einari sterkari ella veikari fam­ ilju. Land og kommunur tykjast halda, at familjurnar megna hesa avbjóðing einsamallar, men yvirsíggja, at ikki allar fam­ilj­ur fungera so væl. Al­ menna vælferðarskipanin er til reið­ar at hjálpa fíggjarliga og á ann­an hátt, tá trupulleikar stinga seg upp, men ov lítið verð­ur gjørt við proaktiva før­ leik­a­menning av útlendingum í Før­oy­um. Nakað verður gjørt, men als ikki nóg miðvíst. Tað er púra avgerandi, at vit skilja, at integratión ikki er nak­ að, ið bara hendir av sær sjál­v­ um. Í summum førum eydnast tað, og útlendingurin megnar at arbeiða seg allan vegin upp gjøgn­um útbúgvingarskipanina og inn í okkurt gott, trygt starv. Sól­skins­søgur finnast, men heilt nógv­ir útlendingar megna hetta ikki. Tí vilja teir vera í stór­um váða fyri at marg­in­al­i­ ser­ast, tá tíðirnar verða verri. Um tilflytarar í stóran mun klumpa seg saman í etniskar klik­ur, kann tað vera við til at styrkja trupulleikan enn meiri. Tað er avbera týdningarmikið, at til­flyt­arar verða integreraðir inn í etnisk-føroysk netverk, har teir bæði kunnu styrkja sín­ ar ment­an­arligu og sosialu før­ leikar. Serliga týðandi er, at ti­l­ flyt­ar­ar fáa dagliga venjing í at tosa føroyskt. Nøkur hissini skeið eru als ikki nóg mikið. Vit mugu ikki enda í tí støðu, at vit fáa eina undirstætt av ti­l­ flyt­ar­um við veikum sosialum og ment­anarligum/málsligum før­leikum. Hetta kann gerast ein kelda til fátækradømi í fram­tíðini. Neyðugt er, at føroyska sam­ fel­ag­ið miðvíst arbeiðir við at lyfta bæði útlendingar og før­ oy­ingar við avbjóðingum upp úr tí mentanarliga fá­tækr­a­ dømi, tey eru endað í. Eitt er, at ment­an­ar­ligt fátækradømi er ein per­sónliga skaðilig støða at vera. Enn verri er, at ment­an­ar­ liga fátøk foreldur illa megna at veita sínum børnum ein posi­ tiv­an sosialan arv. Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur