Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 22 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen J ohn var sonur Johannes Lassen, sum var ein kend­ur sjómaður. Í Klaks­vík varð hann kall­ að­ur am­er­ik­an­ar­in. John, sum var giftur við Onnu Gøthe, av Fløtti, í Norðra­ gøtu, doyði fyri nøkrum árum síðani . John mintist so ógvu­ liga væl til. Ein av hans­ara frá­ søgn­um var um skonn­art­ina Karen. John greiðir frá: Stuttligt tá ið pápin kom heim úr útlondum Tá eg havi fingið fleiri fyri­ spurn­ingar um skonnartina Kar­en úr Klaks­vík, kundi eg hugsa mær at skriva nakrar end­ur­minningar um hana. Í bókini "Havið og vit I" eftir J. Símun Hansen, stendur: "Undir krígnum 1914 –1918 fór donsk skonnart, Karen, á land í Leir­vík. Í 1916 var hon út­ aft­ur­tik­in, gjørd í stand og fór árið eftir í lang­fara­farma­sigl­ ing." Mær er sagt, at Klávus Ras­ mus­s­en í Grótinum stílaði fyri at fáa hana útaftur. Eg minnist nógv um Karen við tað, at pápi mín var stýrimaður við henni í farma­sigling. Tí kom eg at um­ gang­ast hana nógv sum smá­ drongur. Eg minn­ist, at tá eg var heilt lítil, vóru teir í úti­sigl­ ing, og plagdu at koma heim um jóltíðir. Tá fekk eg altíð okk­urt, sum hinir dreingirnir ikki áttu, so sum luft­byrsu, matrós­klæð­ir og annað. Ein kassi av súr­epl­um kom eisini í húsið, tað var ógvu­liga for­ kunn­ugt. Hetta man hava verið ímill­ um 1920 og 1922. Síðani minnist eg Karina soleiðis, at hon lá, eins og hini skipini um veturin, og sigldi um summarið. Førn­ ingurin var oftast kol úr Skot­ landi og viður úr Noregi ella Svø­ríki. Tað var ordan í Har var ordan í, allir endar vóru væl og regluliga upp­ gjørd­ir á rætta stað. Har var einki sum bar brá av "sum best bar til". Kokkahús var á dekkinum við mastrina. Óla Jákup á Sel­ heyggi var oftast kokkur. Hann var ein teirra, sum doyðu við "Ernestinu" í 1930. Annars vóru tað ofta ungir dreingir, sum komu við sum kokkar. Conrad Joensen skrivar, at hann hevði verið kokkur við Kar­en. Vatn­ goymslan var á dekk­in­um. Tað var ein øgiliga stór tunna. Tað helt eg í hvussu er. Tunn­an var ikki rund, sum aðr­ar tunn­ur. Hon var fýr­hyrnt, men horn­ini vóru av­rundað. Redn­ings­bát­ urin stóð ímill­um mastrarnar, men bleiv flutt­ur, meðan teir loss­aðu. Framm­anfyri aftaru mastrina stóð spælið. Tað var eitt vanligt spæl, eitt kast var hvørju megin. Tá tað var ein kolalast, var fólk úr landi í lastini. Stýrimaðurin var lúku­mað­ur, báðir matrós­ ar­nir vundu spælið. Á brúnni stóðu menn við trillu­børum, sum tóku eitt mál hvør. Tær blivu so trillaðar niðan í kol­ garð­in, sum var sunnanfyri hand­ilin. Umframt redningsbátin, hevði Karen eina lítla jollu. Hon var fløt aftan og hevði eina ár at vrikka við. Tann kynst­urin lærdi eg ong­an­tíð. Seinni høvdu teir ein pá­hangs­motor, tað mundi vera ein tann fyrsti, sum kom í Klaksvík. Teir, sum sigldu við sum matr­ós­ar, vóru ofta unglingar. Fyri at nevna nakrar: Óli Syderbø úr Kunoy, Dani­ al Olsen úr Vestmanna (son­ur skip­ar­an), Jákup Pauli úr Hvanna­sundi, Alfred í Búð­um og nógvir aðrir. Sostatt kundi hon rokn­ast sum eitt skúla­ skip. Hvussu sigl­ing­in gekk mundi vera misjavnt. Skipið var jú eitt seglskip, so tað kundi bæði ganga skjótt og seint. Tá ið teir fóru av Klaks­ vík, frættu vit onki, fyrr enn teir fóru til dømis úr Leith. Tá kom fjarrit til reið­aríið. Tá vit so komu til handils fingu vit at vita, at teir vóru á veg. So mátti veður og vindur sær ráa. "Vejrmelding fra Nordsøen" Hetta var eitt skjal, sum tele­ fon­støð­in tók ímóti nakrar ferð­ir um vikuna. Henda veð­ ur­frásøgn varð setti í talvuna, sum var úti í Klaksvík og seinni við gamla kirkju­garð. Tað plagdu vit at lesa. Vit plagdu at rokna við einari viku, áð­ur vit fóru at vænta teir koma. Einaferð minnist eg, at pápi kom mitt á nátt, vit høvdu ikki væntað hann tá. Her hevði verið blikalogn eina heila viku. Teir vóru komnir inn á fjørðin og duttu í stilli. Teir settu joll­ una út, settu Niels í Horni á land undir háskúlanum í Føgru­líð. So kom hann til gongu um hálsin oman til Gudda í Víkum, og so teir við Hav­frúnni at sleipa teir inn. Ringur túrur Pápi mín tosaði sjáldan um ringar túrar, honum dámdi best at siga frá skjótum og góð­ um túrum. Hann greiddi frá einum túri, tað var tá ið teir vóru í úti­sigl­ ing. Teir lógu í København og ætl­aðu at fara heim. Tá kom boð um, at teir skuldu fara ein túr afturat. Poul Laksáfoss var við. Hann ætlaði sær at giftast, og bað tí lova sær heim við einum suðuroyaskipi, sum hevði mot­ or. Men hvussu var ella ikki. Teir við Karen fingu góð­an byr og vóru á Klaksvík áður enn Poul. Bert ein ringan túr hoyrdi eg hann onkuntíð tosa um, tá hann var vorðin gamal. Tá man ikki hava staðið væl til. Tað var ein túr­ur úr Leith til Før­oyar. Tá teir sigldu norður við Skotlandi fall baro­metrið nógv. Allir vitar, teir sigldu fram­við, høvdu veður­kúl­una uppi, tað var ikki gott tekin. Hann vildi sleppa at ankra upp undir Hetlandi, men skip­ ar­in vildi sleppa norður um. Teir komu í ódnarveður. Segl­ ini skrædnaðu, og teir drivu til Norra. Her var eisini ódn­ar­ veð­ur. Boð vóru send til Het­ land. Har høvdu teir ikki verið, so vónirnar vóru ringar, tá fjar­rit kom úr Norra. Soleiðis John Lassen í Klaksvík skrivaði í síni tíð áhugaverdar frásagnir um skip og sjómenn. Ein av teimum var um skonnartina Karen. "KAREN" – EITT ÍKAST TIL OKKARA SKIPASØGU Karen var reidd út úr Klaksvík, sum vit síggja á hesum málningi. Hann er málaður av Magnu Auðunsson, dóttir Onnu og John Lassen. Karen fyri fullum seglum