Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 23 Komandi partur Komandi partar verður frásøgn hjá eiðismanninum Poul Carl Poulsen og hansara sigling undir 1. heimsbardaga, tá hann tvær ferðir upplivdi at hansara skip varð niðurskotið av kavbátum. var farmasigling fyri áttati ár­ um síðani. Karen gjørdist fiskiskip Í 1929 var motorur settur í Kar­ en, og hon varð nýtt til fiski­ skap. Nú var áhugin minkaður fyri henni. Tað man hava verið Kristoffur á Hædd, sum hevur ført hana. Mær er sagt, at tá teir komu heim um heysti í 1931, var handilin stongdur. Tað vóru ringar tíðir fyrst í trediv­ in­um og heimskreppa. Tann 4. juni 1932 keypir Elias Sørensen (Líggjas í Fugloy) hana á tvingsilssølu. Hann man hava haft hana í 1933. Í 1934 keypir Símun Hansen (Sím­un í Vági) Karen. Nú kom eg aftur í samband við hana við tað, at eg arbeiddi har. Sím­ un man hava haft hana í tvey ár. Í 1936 er Sjóvinnubankin eig­ari á skipinum. Hetta ár fór Kar­en til Grønlands við Kaj Jo­ hanne­sen sum skipara. Í bókini "Havið og vit I" stend­ur á síðu 113: "Í nov. 1936 fór "Karen" á land í ódnarveðri á Kald­baks­ firði." Hvar hon hevur verið síðan hesi hending veit eg ikki. Men eitt av krígsárunum 1942–43 kom ein motorbátur av Strond­um sleipandi við henni á Klaksvík. Tá sá hon ikki gott út. Hon hevði tvær mastrar og spryt, men skipið var tað sama. Mær rann í hug skemtivísuna "I Amsterdam i Holland der ligg­er en brigg, slidt på sejl og slidt på rigg." Í Klaksvík bleiv hon riggað til, men bert so mikið, at hon kundi klára seg til Íslands við berum segl­um. Íslendingar høvdu keypt hana. Undir krígnum var tað so, at viður og annað var skamtað. Við­ur fekst bara til ábøtur. Tí varð hon seld til Íslands. Júst­ in­us í Oynd­arfirði skuldi føra Karen til Íslands. Hann kom úr Oynd­arfirði við fleiri oynd­ firðingum. Teir skuldu sigla hana yvir, og so fáa ar­beiði har yvri. Tá hon var reinkað og riggað. Nú var at bíða eftir byri. So ein sunnumorgun, frískt lot var av landsuðri, kom Kvikk­ur (gamli). Hann sleipaði hana út á oyggjar. Hetta man hava verið síðsta skip, sum er farið av Klaks­vík við ongum mot­ori við kós ímóti Íslandi. Hetta var undir krígnum, so har var einki samskifti loft­veg­ is. Tað man hava verið ein av­ tala, at fjar­rit skuldi sendast, tá teir fóru úr Føroyum. So skuldi skip koma ímóti teimum og sleipa teir til lands. Úti á oyggjum var hon yvir­ latin til sín sjálvan. Nú kendi hon hálv­gloymdar ræsur. Sum Mikkjal á Ryggi eis­ini kvøður: "Á aldurdóms ár­ um hon sýndi prógv, at onkun­ tíð mundi hon duga". Hon var við Portlandi áður enn skip fór úr Vestmanna­ oyggj­um, hag­ar hon skuldi. Tá ið eg nøkur ár seinni sá Kar­en aftur, hevði hon brúgv, stóran motor, dávidar við nóta bátum og snurpinót, tá var hon í tí íslendska silda­skipa­ flotanum. Men eftir kríggi kom hon aftur til Føroyar. Tað var Christian Holm Jacobsen, ið keypti hana, og hevði hana á silda­verksmiðjuni á Langa­ sandi í Kollafirði. Tá stóð hon á botni uppi við bryggjuna har. Eg kendi nógv aftur. Har end­ aði hon siglingina. "Nú viðurin longur ei varar" (Mikkjal á Ryggi) Tá skonnartin “Karen” fór á land í Leirvík Hans Eli Hansen, Klaksvík, hevði eitt ískoyti frásøgnina hjá John. Hetta ískoyti er um, tá ið Karen sakk, tá ið hon kastaðu akker út fyri Leirvík, tí teir hildu seg vera komnar á Fugla­ fjørð. Hans Eli segði frá: Fyri nøkrum árum síðani var undirritaði ein túr í Marstal og fór ein túr inn á gólvið á Sjósavninum, sum liggur niðri við havnina. Með­ an eg gekk runt og hugdi at hes­um sera áhugaverda sjó­ savni, steðgaði eg upp við eina mynd, har landslagið virkaði mær so kent. Á myndini sást ein strandað skonnart og nøk­ ur kavaklødd fjøll aftanfyri. Und­ir myndini stóð teksturin: Skonnarten “Karen” strandet på Færøerne. Áðrenn eg fór út av savn­in­ um, keypti eg ein lítlan bókl­ ing um Marstals­konnartirnar, og har fann eg nakað um Karen, sum eg haldi kundi verið vert at lagt afturat søgu henn­ara. Skiparin á “Karen” var dani og kall­aðist Mads Hansen Boye. Í bók­linginum stendur brot úr skips­dagbókini, har hann greiðir frá, hvat hendi um­borð á Karen hin 16. apríl 1916: “Klokken 8 formiddag: Peiler “Bordø-Næs” í NNV. Giss­et afstand = 5 kvartmil. Styr­ende kurs­en ind i fjorden ved Gøtunes, skift­ede kursen efter Fuglefjord til. Samtidig frisk­ede vinden og var den gang storm af SV med regndis. Efter vi var passeret Gøtunes, begyndte der at komme “fjeld­ kast”. Da skibet nærmede sig Fuglefjord, blev det regn­tykke og fjeldkastede så vold­somt, at vi måtte hale alle sejl ned og næsten ikki kunne man­øvr­ ere. Vi fik da en by at se, og for­modede jeg, skibsføreren, at det var Fuglefjord. Gjorde da straks klar til at ankre, og så, at det var umuligt at man­ øvr­ere med de voldsomme fjeld­kast. Men samtidig med at ank­eret kom i bund, da var klokk­en 10½, stødte skibet hårdt. Det viste sig, at det ikke var Fuglefjord, men Lervig, hvor skibet var. Kort før det skete havde vi ingen bund med loddet, og turde jeg heller ikke gå af dækket og se i kort­ ene med det voldsomme vejr. Skibet stødte meget hårdt og huggede slemt i grunden. Kl. 11 var der 7” (tummar) ved pump­ en. Klokken 11½ var der 24”, så skibet lækkede meget. Der blev antaget otte mand fra land tillige med skibets mand­skab til at pumpe, for hvis vi kunne holde den på pump­erne, kunne skib­et slæb­ es af grunden ved høj­vande. Men ved højvande, da skibet hugg­ede meget i grunden, blev den mere læk, og vandet steg i rummet. Holdt pump­ erne gående til klokken 5½. Mand­skabet be­gyndte så at tage deres tøj op for at bjærge det i land, men klokken 6 var der allerede så meget vand, at vi ikke kunne komme hverken i lukaf eller kahyt, så vi fik ikke alt vor tøj, og før vi gik fra borde, var vandet 0aller­ ede inde på dækket. Vinden var nu SSV storm og hårde fjeld­kast. Klokken 3 om morgenen den 17. april gik mandskabet ombord igen og begyndte at bjærge alt, hvad der kunne bjærg­es. Der kan ikke arbejdes om­bord ved højvande, da står hele agterdækket under vand. Skipsdagbókin er und­ir­skrivað av skiparanum H.M. Boye og stýrimanninum C. Ras­mus­ sen. Sum áður nevnt var Karen tikin út aftur og gjørd í stand. Andrias Lützen, keypmaður í Klaksvík, keypti hana, meðan hon lá vrak. Í 1929 fekk hon motor og varð nýtt til fiski­ skap í nøkur ár, men hon hósk­aði ikki væl til snøris­ veiðu, tí hon var nógv grynri enn vanligu slupp­irnar, og rak tí ov skjótt. Mestu tíðina varð hon nýtt til farma­sigling. Manning á Karen. Menninir á myndini eru fremst frá vinstru: Dánjal Olsen úr Vestmann (sonur skiparan) og Jóhannes Lassen. Og aftanfyri stendur Alfred Jacobsen í Búð- unum. Johannes Lassen, “amerikanarin” saman við konuni Malenu John Lassen saman við konuni Onnu, ættað av Fløtti í Norðragøtu Karen sokkin út fyri Leirvík í 1916.