hósdagur 18. oktober 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 121
24
KLINGURSTJØRN
Á ARGJUM – IKKI
KLINGRUTJØRN
Í HAVN
Eyðun á Borg
Argir
Øll argjafólk hava nevnt
tjørnina KLINGURSTJØRN.
Her hugsi eg um rundu,
djúpu tjørnina oman fyri
Argir, eitt sindur niðan frá
Skúlanum á Argjahamri.
Sjálvur telji eg 5 ættarlið
aftur til mín uppruna á
Argjaboða. Okkara ætt, sam
an við øllum hinum argja
fólkunum, hevur altíð sagt
”Klingurstjørn”.
Sum
sera
staðkendur
undrist
eg
á,
at
onkur
myndugleiki
hálvavegna
hevur
fingið
Tórshavnar
kommunu at broyta tjarnar
navnið til ”Klingrutjørn”. Ikki
tí, tað er eisini vakurt, men
upprunaliga navnið her á
Argjum er KLINGURSTJØRN.
Viggo hevur eisini Klingurs
tjørn í onkrari yrking hjá sær.
TAÐ MÁLSLIGA: Í orða
bókini hava vit orðið ”kling
ur”, at mala í klingur. Har er
eisini orðið ”klingurleittur”
(rundleittur).
Á ARGJUM: Útvarpið tos
aði ein dagin um Klingurs
tjørn í Hoyvíkar haga.!? Ein
annar
miðil
segði,
at
Klingurstjørn (byggiøkið) er í
Havn!? Tórshavnar komm
una lýsir eisini við Klingru
tjørn í Tórshavn!?
Góðu tit øll! Minnist nú til,
at breiða áin, Sandá, er mark
millum Tórshavn og Argir!
Við staðarnavnskvøðu
Grønir bilar og
svartari flota
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna
Síðstu dagarnar hevur verið
nógv fokuserað uppá grøna
orku. Politikarar eru spurdir,
um teir fara at keypa nýggjan
bil við grønari orku. Eg kann
her upplýsa, at bilar standa
fyri 10 % av útlátinum.
Haldi at skipaeigarar hósk
andi skuldu blivið spurdir,
um teir hava ætlanir um at
skifta skipini út. Tað er ikki
óhugsandi, at fiskakeyparar
kanska einaferð í framtíðini
fara at seta krøv um grønt
stempul
á
fiskavørunum,
sum teir keypa. Vóni ikki tað
verður meðan hendan sam
gongan situr. Tað var her
fokusið skuldi verið, um vit
skulu tosa um grøna orku, tí
fiskiskip standa fyri 42 % av
útlátinum.
Viljanum feilar onki.
Vit kenna tó svarið frá skipa
eigarum frammanundan. Teir
vilja gjarna endurnýggja flot
an, men undir verandi um
støðum hava teir ongan
møguleika at byggja nýggj
skip og tora heldur ikki. Hava
ikki fíggjarliga orku til tað.
Peningur, sum skuldi blivið
brúktur til nýggj skip fer
ístaðin í landskassan sum til
feingisgjald og uppboðssølu
gjald. Partur av hesum pen
ingi verður m.a. eisini nýttur
til avgjaldslætta til grønar bil
ar. Ístaðinfyri nýggj framkom
in skip í flotan og eina sterka
kappingarføra vinnu, so fáa
vit ein alsamt vaksandi al
mennan sektor.
Skiparoykurin gerst
alsamt svartari
Fíggingarstovnar tora heldur
ikki at veita lán til skip, tí alt
er ótrygt. Samgongan hevur
koyrt grús í maskinaríið, og
roykurin gerst alsamt svart
ari og svartari. Stórur part
ur av flotanum er gamal og
niðurslitin og treingir til ábøt
ur og endurnýggjan. Øll lond
ini rundan um okkum byggja
nýggj supermodernaði skip,
og vit her í Føroyum keypa
gomlu kasseraðu skipini hjá
teimum. Við hesi gongdini
verða Føroyar staðið har tey
kasseraðu skipini enda.
Samgongan deilir út menn
ingarkvotur, men tá tað kem
ur til at hava nýggjastu og
bestu fiskiskipini á høvunum
eru Føroyar nú blivnar eftir
bátur. Tað kunnu vit m.a.
takka fiskivinnunýskipanini
hjá Høgna, Aksel og Poul fyri.
Bara byrjanin.
Hetta er bara byrjanin og
gongdin má steðgast beinan
vegin. Tað gerst einans við at
vit fáa eitt borgarligt lands
stýrið, sum er besta trygdin
fyri
einum
burðardyggum
vælferðarsamfelagi.
Tað ber ikki til at eta pengaseðlar
Hervør Pálsdóttir, forkvinna
Vegna Unga Tjóðveldið
Menniskjan ovurtroytir nátt
úruna við fíggjarligum vinn
ingi fyri eyga. Hetta má steðg
ast.
Um vit skulu betra um um
hvørvistrupulleikarnar,
sum
eru í heiminum í dag, so er ikki
nokk bara at snakka um teir.
Vit hava tørv á eini kollvelt
andi
lívsstílsbroyting.
Vit
skulu sjálvsagt byrja við at
seta tiltøk í verk, so sum at
minka um nýtslu av einnýtis
plasti og plastposum, men tað
skal nógv meira enn so til fyri
at venda gongdini. Vit mugu
gera upp við teir óvanar, ið
serliga vesturheimurin hevur:
ovurstórt matspill, ovurnýtsla,
dálkandi orkunýtsla og mis
nýtsla av nátturuni.
Átakið
“Rudda
Føroyar”
vísti greitt, at serliga einnýtis
plast liggur og flýtur í náttúr
uni; í havinum og í fjøllunum.
Allir almennir stovnar eiga at
gevast at nýta einnýtisborð
búnað og bestikk, harumframt
eigur tað ikki at vera loyvt at
tveita í náttúruna og skal
hetta revsast við bót í teimum
førum, har tveitt verður. Eitt
hugskot kundi eisini verið at
fingið fleiri ruskspannir upp í
býum og bygdum í Føroyum,
so at rusk verður burturbeint
á rættan hátt.
Vit mugu gevast við at
hugsa vinning sum bert fíggj
arligan vinning. Fíggjarligur
vinningur er løtuvinningur,
um vit halda á fram við hesi
ovurtroytan. Umhvørvisvinn
ingur – at komandi ættarlið
kunnu kenna seg trygg í heim
inum– er sanniliga stórur
vinningur, og hevur so stóran
týdning. Fíggjarligur vinning
ur er týdningarleysur, um vit
ikki hava ein tryggan heim at
liva í. Hvat eru pengar í eini
verð, har náttúran og um
hvørvið stendur til tað síðsta?
Tað ber ikki til at eta penga
seðlar.
Í dag verður okkara bruttu
tjóðarúrtøka bert rokna útfrá
endaligu framleiðsluna av til
fari og hvør peningur er í um
ferð í Føroyum. Vit eiga at
víðka hetta hugtakið til eisini
at innibera lívfrøðiliga marg
feldið og fíggjarliga ójavnan í
samfelagnum. Veksur búskap
urin, meðan lívfrøðiliga marg
feldið lækkar, so er hetta av
gjørt neiligt. Sama er galdandi
um búskapurin veksur, sam
stundis sum ójavnin veksur.
Hetta kann geva okkum betur
fatan av, hvat búskaparligur
vøkstur merkir, tí í sjálvum
sær er búskaparligur vøkstur
ikki góður.
Føroya landsstýrið eigur
eisini beinanvegin at gera sær
greið mál fyri okkara orku
nýtslu. Ætlaninar hjá SEV um
at øll orka skal vera grøn í 2030
er trupul at fremja, og her eig
ur landið at vera ein virkin
viðleikari og vera við til at
gjalda kostnaðin av at seta
ferð á útbyggingina av varandi
orkukeldum til okkum og
komandi ættarliðum at frama.
KJAK
Í dag verður
okkara bruttu
tjóðarúrtøka
bert rokna
útfrá endaligu
framleiðsluna
av tilfari og
hvør peningur
er í umferð í
Føroyum.