hósdagur 18. oktober 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 121
28
Hóast ætlanin ongantíð var at hjálpa danska U21-
landsliðnum til EM, so bleiv tað júst leikluturin hjá
okkum. Avrikið í Aalborg kundi verið betri, men sum
heild komu vit frá uppgávuni við skinninum á nøsini
TAÐ VAR NAKAÐ LORT
- Sjálvandi eru vit sera skuffaðir at tapa 3-0.
Vit viðurkenna, at Danmark er og var á degnum
betri. Men vit fegnast um enn eitt avrik, ið er
nær við sera gott. At vit ikki fóru til hálvleiks
við 0-0 úrslitinum, var nakað lort! Og so skora
teir, tá ið tíðin er farin, sigur Eli Hentze.
TRÓNDUR ARGE
E
M-undankappingini fyri
U21-landsliði er komin at
enda. Føroyska liðið fekk
sjey stig kappingini, sum
tíverri ikki røkkur longri enn til eitt
aftasta pláss í bólkinum.
Vit
byrjaðu
EM-undan
kappingina við at tapa tvær ferðir
3-0, móti Litava og Danmark. Av
rikini vóru alt annað enn góð. Nú
eru tveir teir seinastu dystirnir
spældir, aftur móti Litava og Dan
mark. Móti Litava megnaðu vit
at partvís reina okkum í 2-2 javn
leikinum, sum helst skuldi verið
ein 2-1 sigur til okkara.
Dysturin í Aalborg setti punkum
fyri hesa kappingini. Avrikið var á
eini leið og vit kunnu fegnast um, at
tað var betri enn í heimadystinum,
men úrslitið er tað sama, 3-0.
Eftir tveir javnleikir móti Pól
landi, so blivu úrslitini hjá føroyska
U12-landsliðnum avgerandi fyri, at
Danmark kemur beinleiðis til EM-
endaspælið. Danmark vann báðar
dystirnar móti Føroyum, meðan vit
tóku stig frá Póllandi í tveimum
førum.
Hástórir danskarar
Tað var lítið óvæntað í upptakini
hjá stóru donsku sjónvarpsrásini,
Kanal 5. Saman við systurrásini,
Kanal 6, plaga tær vanliga at
borðreiða við góðum framleiðslum
av beinleiðis fótbólti. So var eisini
hesa ferð, men tað mundi koma
óvart á vertin og gestirnar, at nógv
ir føroyskir hyggjarar eisini høvdu
tendrað fyri rásini, tí alt gekk
út upp á danska U21-landsliðið,
meðan tey fáu orðini vit fingu, var
ein niðurhøgging, sum vil nakað.
Í upptaktini er serliga ein maður,
sum heldur líti um føroyska U21-
landsliðið. Talan er um fyrrverandi
landsliðsáleyparan, Flemming
Povlsen. Hann sigur, at Danmark
skal vinna hendan dystin 5-0.
Hóast hann fær eitt mótspæl frá
vertinum, sum vísir á, at Føroyar
hava spælt javnt tvær ferðir móti
Póllandi, so er hann ikki í iva.
- Danmark skal vinna hendan
dystin greitt. Tað er risa munur á
liðunum. Eg tippi 5-0, sigur Flemm
ing Povlsen.
Heppin leiðslan í
hálvleikinum
Danska U21-landsliðið er fjáltur
stungið í 46.minuttir. Hóast spælar
arnir umboða feløg sum Borussia
Dortmund, Sampdoria, Dynamo
Kiev, Genk og FCK, so sást eisini, at
teir vóru fjálturstungnir, tí so stórt
trýst er á teimum at vinna dystin.
Hinvegin, so er føroyska liðið
væl skúlað til dystin. Ongin fjáltur
og ein greið ætlan. Í verjustøðu
skulu danskararnir ikki hava
nakað pláss at spæla í, meðan vit
gera skjótt av í álopsstøðu.
Karstin Hansen verður ongan
tíð ordiliga kroystur í fyrra hálv
leiki, meðan vit koma til nakrar
deyðbóltsstøður, har vit við eitt
sindur av hepni kundu havt fingið
meiri bruturúr.
Tað sær leingi út til, at okkara
fara at klára at halda málið reint,
men í seinasta sparkinum fyri
hálvleik gongur galið.
Ati Olsen fær ikki ruddað vekk
eftir hornaspark, og so stendur
Jacob-Bruun Larsen úr Borussia
Dortmund í Týsklandi leysur og
skorar. Hann hevur so seint sum í
seinasta umfarinum í Champions
League bólkaspælinum, skorað fyri
besta liðið hjá Borussia Dortmund
móti Monaco.
Flemming Povlsen:
Soleiðis skal tað verða
Í eini roynd at fáa eitt sindur av skil
á viðmerkingarnar hjá donsku við
merkjarunum, so sendi undirritaði
eini boð á Twitter til Kanal 5 og
vertin, Zak Egholm, har teir blivu
mintir á, at uttan føroyska “hjálp”
við tveimum javnleikinum móti
Póllandi, so var danska U21-lands
liðið trý stig aftanfyri Pólland
undan hesum dystinum.
-Soleiðis skal tað verða, tá vit
eru í einum ríkisfelagsskapi, nakað
soleiðis svar
aði
Flemming
Povlsen aftur í steðginum, har
semja var um, at málið beint fyri
hálvleik hevði stóran týdning.
Her kann nevnast afturat, at
Flemming Povlsen tann 11. oktober
í 1990 skoraði móti Føroyum í Park
ini, tá Danamrk vann 4-1 í okkara
bara øðrum altjóða landsdysti.
Vit klára ikki at
standa ímóti
Føroyska liðið er væl skipað í fyrra
hálvleiki, har Bjarni Petersen og
Ólavur Niclasen hava tamarhald
á støðuni í miðverjuni, har millum
annað Meinhard E. Olsen og Jákup
L Thomseni støðum er hóttandi.
Eisini Jóannes Bjartalíð vinnur
okkum nøkur fríspørk við sínum
góða bóltførleika.
Í seinna hálvleiki riggar einki.
Vit koma undir eitt stórt trýst,
har vit illa nokk megna at verja fyri
egnum máli. Tað er næstan ikki
hugsingur um at koma í mótálop,
tí vit fáa ikki fatur á bóltinum.
Tað endar eisini við, at Danmark
økir um leiðsluna til 2-0. Mikkel
Duelund dribblar væl uttanfyri
brotsteigin
og
meddar bóltin í málið
til 2-0.
Eftir
hetta
kemur
føroyska liðið fyri seg, men tað
blívur ongantíð til meir enn góðar
støður. Vit eru rundanum málið
hjá teimum, men vit kom ikki til
heilt stóra møguleikan, sum kann
fáa okkum inn aftur í dystin.
Í yvirtíðini fáa vertirnir eitt
heppið mál til endaliga úrslitið
3-0. Vit kundu so lættliga sloppið
undan fyrsta og seinasta málinum,
men sannleikin er eisini, at í har í
millum raka danskararnir eisini
stongina tvær ferðir. So 3-0 er ein
góð lýsing av dystinum.
Flemming kann flenna
Hóast hann tippaði 5-0 til Dan
mark, so kann Flemming flenna,
tí Danmark er víðari til EM-enda
spælið fyri U21-landslið, men
kanska hann nú veit av, at tað
hevði ikki gingið uttan føroyska
hjálp. Hóast vit enda aftast í bólki
num, so fingu vit sjey stig, og tvey
av teimum móti nummar tvey í
bólkinum. Tað er nu ikki so galið.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
U21-landsliðið:
DANMARK
TIL EM VIÐ
FØROYSKARI
HJÁLP
FÓTBÓLTUR: EM-undankappingini