Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 29 Avrikið móti Danmark er á eini góðkendari leið. Vit spæla móti einum U21-landsliðið, sum er væl skúlað og hevur spælarar, sum hava royndir í bestu deildunum í størri kappingum enn okkara. Danmark var kroyst til at vinna og tað geva eyka megi, men hesum kláraðu vit væl at standa í móti, so tað heldur bleiv til fjálturstungið spæl frá vertunum í 46. minuttir. Tað sæst tó aftur á avrikinum, at vit hava langt upp til toppin. Sjálvt okkara stinnastu spælarar, sum spæla fast á bestu liðunum, og sum hava spælt eitt nú í Evropa, hava tað trupult á bóltinum. Vit orka at fylgja vit meginpartin av fyrra hálvleiki, men tað gongur verri, tá vit danskararnir í seinna hálvleiki skifta gear. Sum heild er talan um eitt gott avrik, har ongin spælir undir miðal, eftir føroyskum mátistokki. Ongin leggur seg fyri sínum mótstøðumanni, men skulu vit gera framstig, so er heilt klárt, at føroyskur fótbóltur skal til at venja meiri og miðvíst. Av føroysku spælarunum eru Meinhard E. Olsen og Jóannes Bjartalíð sjónligir á bóltinum í fyrra hálvleiki, meðan Jákup Thomsen eisini roynist væl í onkrum støðum, men sum heild er talan um eitt trygt avrik í verjustøðu, meðan vit ikki eru so stinnir á bóltinum. Spælarar sum Betuel Hansen og Jákup B. Andreasen standa eisini sterkir í verjustøðu, meðan øll verjan kemur væl frá fyrra hálvleiki. Benjamin Heinesen bjóðar seg eisini fram, og gevur liðnum ein hóttan afturat við longu innkøstunum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO 5 5 6 5 5 6 6 5 5 4 5 KARSTIN HANSEN JÓANNES K. DANIELSEN MEINHARD E. OLSEN ÓLAVUR NICLASEN JÁKUP B. ANDREASEN BJARNI PETERSEN JÓANNES BJARTALÍÐ BETUEL HANSEN JÁKUP L. THOMSEN ARI OLSEN BENJAMIN HEINESEN Dan í Soylu (Inn 80.min) Petur Kundsen (Inn 87.min) Janus S. Samuelsen (90.min) 5 Til tíðir gott – men nógv manglar U21: Danmark - Føroyar 3-0 (1-0) 1-0 Jacob-Bruun Larsen, 45+2 2-0 Mikkel Duelund, 50 3-0 Christensen, 90 Dómari: Christopher Jaeger Stað: Aalborg Stadium Føroyar (4-1-4-1): Karstin Hansen – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen, Jóannes K. Danielsen – Betuel Hansen (Janus S. Samuelsen, 90.min) - Benjamin Heinesen (Dan í Soylu, 80.min), Jóannes Bjartalíð (Petur Knudsen, 87.min), Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen – Jákup L. Thomsen. Gul kort: Bjarni Petersen Venjari: Eli Hentze Danmark (4-2-3-1): Daniel Iversen – Rasmus Nissen (c), Joachim Andersen, Jacob Rasmussen, Andreas Poulsen – Victor Nelsson, Oliver Abildgaard – Jacob-Bruun Larsen (Magnus Christensen, 90.min), Mikkel Duelund (Jens Stage, 78.min), Rasmus Skov (Anders Dreyer, 71.min) – Marcus Ingvartsen Gul kort: Victor Nelsson Venjari: Niels Frederiksen SJEY STIG ER GÓÐTIKIÐ - Hetta var henda undankappingin. Vit fingu úrslit í fimm av tíggju dystum, og liðið hevur ment seg rættuliga nógv, So alt í alt eru vit ernir av okkara monnum, sigur Eli Hentze. Endaliga støðan í bólkinum gjørdist, at Danmark vann við 23 stigum, eitt meir enn Pólland, sum fekk 22 stig. Georgia fekk 12 stig, Finnland 9, Litava fekk 8, meðan Føroyar endaðu á niðasta plássi við 7 stigum. EM-undankappingini DANMARK 1 3 FØROYAR 0 0