Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 121 30 TRÓNDUR ARGE U m vikuskiftið verður 26. og næstseinasta umfar í landskappingini í fótbólti. Alt var av­ gjørt fyri fleiri vikum síðani, men onkursvegna, so hevur hevur spenn­ingurin funnið vegin fram aftur til tey seinastu umførini. Serliga í botninum kom eldur í, tá 07 Vestur og AB vunnu á ávika­ vist KÍ og Víkingi, meðan EB/ Streymur enn eina ferð stóð eftir við ongum. Sundalagsmenn hava ikki fingið stig seinastu trý um­ førini, meðan seinasti sigurin kom í 14. umfari. Í oddinum er og verður HB føroyameistari, men granna­upp­ gerðin sunnudagin hevur tó eina fintu, sum kann fáa eld í upp­ gerðina. HB er nú áraka meti­num hjá B36 frá 2011, sum er 67 stig í ein­um kappingarári. Fáa teir stig sunnudagin, so taka teir metið hjá grann­unum í grannauppgerðini. Kanska ein lítil hevnd fyri steypafinaluna? 07 Vestur – EB/Streymur Sunnudagin klokkan 15.00 Hvør skulu trúð, at hetta bleiv mest spennandi dysturin í hesum umfarinum, tá eitt nú grannauppgerð er millum nummar eitt og tvey. Orsøkin er óvanliga ringa gongdin hjá EB/Streymi, sum bara hevur fingið trý stig, síðani liðið í 14. umfari vann 2-1 á júst 07 Vestur. Vágamenn hava heldur ikki staðið seg so væl, men seinastu umførini hevur liðið vunnið seg í eina støðu, sum ger at felagið kann yvirliva – óansæð gongdina í 1.deild. Tað eru nú fýra stig upp til EB/ Streym, sum hevur AB í seinasta umfarinum. Tað merkir, at EB/ Streymur skal spæla móti tveimum kappingarneytum seinastu tvey umførini. Við gongdini, sum hon er nú, so er ikki óhugandi, at vágamenn kunnu vinna hendan dystin. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 AB – Skála Sunnudagin klokkan 15.00 Argjamenn liva enn, men tað er enn nakað á mál. Hóast teir vunnu á Víkingi í seinasta umfari, so eru framvegis fimm stig upp til EB/ Streym. Helst síggja argjamenn ein møguleika í at vinna á Skála, sum ikki hevur annað at spæla fyri, enn sætta plássið, meðan 07 Vestur sjálvandi leggur nógv fyri í royndini at vinna á EB/Streymi. Men um argjamenn skulu liva til seinasta umfar, so skulu vágamenn vinna, og tá er støðan tann, at bæði 07 Vestur og EB/Streymur hava fleiri stig enn argjamenn undan seinasta umfarinum. Tí er bjargingin langt vekk, men soleiðis tað ber til, so royna teir. Stóri trupulleikin hjá argja­ monn­um hevur verið mál­skjót­ ingin. Tí er eitt sindur ringt at rokna við einum sigri til heimaliðið, tá Skála kemur á vitjan. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 B36 – HB Sunnudagin klokkan 15.00 Her stendur ikki so nógv upp á tal á stigatalvuni, tí HB er longu FM-vinnari, meðan B36 er steypa­ vinnari. Men tá tað er sagt, so eru fleiri aðrir lutir í hesum dystinum, sum kunnu gera hann spennandi. HB eltir í løtuni metið hjá B36 frá 2011, sum er 67 stig í einum kapp­ ingarári. Hetta kunnu teir nú gera móti grannunum sjálvum. Feløgini spældu eisini eina ógloymandi steypa­finalu, har HB stóð eftir við ongum, hóast tveir mans í yvirtal í ein hálvan tíma. Umframt tað, so skal eisini íroknast at talan er um eina granna­uppgerð, sum hvørgan parturin er áhugaður í at tapa. Hetta er FM-vinnarin móti steypa­ vinnaranum – men eisini meir enn tað. SOSIALURIN TIPPAR: 2-2 KÍ – Suðringar Sunnudagin klokkan 15.00 Gongin hjá KÍ hevur verið óvanliga vánalig seinastu dystirnar, har liðið bara hevur fingið fýra stig í seinastu seks dystunum. Hetta er eisini seinasti heimadysturin hjá Pálli A. Klettskarð á hesum sinni. Hann flytir av landinum eftir kapp­ingarárið og verður ikki við KÍ komandi kapp­ingar­ár. Suðringar hava verið í eini góðari gongd, og tykjast ikki hava Ikki við: Mikkjal Hentze (leikbann, 7 gul) Við aftur: Bjarki Nielsen (hondin) Við aftur: Meinhard Olsen (burturstaddur seinast) Ikki við: Lukasz Cieslewicz (krossbandsskaði), Róaldur Jakobsen (skurðviðgjørdur), Erlendur Magnusson (knæskaði), Jónas Tór Næs (ryggskaði), Hannes Agnarsson (fipur), Robert Heðin Brockie (burturstaddur) Ikki við: Rógvi Egilstoft Nielsen (Leikbann), Leif Niclasen (Brotið fótin), Fríði K. Johansen (Brotið fótin), Aksel B. Danielsen (Vøddaskaði) Við aftur: Rói Olsen Ikki við: Sebastian Pingel (knæið, langtíðarskaddur), Tróndur Jensen (trælær) Ivasamur: Jógvan Rói Davidsen (ryvjabein) Ikki við: Hákun Edmundsson (Lærkrikin) Ivasamir: Deni Pavlovic, Hjalgrím Elttør LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 26.umfar: NÚ ER ELDUR Í BOTNINUM FÓTBÓLTUR: Upptakt 26.umfar 07 Vestur kann seta eld á botnstríðið, um teir vinna heimdystin móti EB/Streymi, sum annars ikki hevur verið partur av botnstríðnum, fyrr enn í seinasta umfari. Argjamenn hava heldur ikki mist mótið, meðan HB vil hava metið frá grannunum – í grannauppgerðini