mánadagur 22. oktober 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN SÍÐA 7
Arn
skov in
memoriam
EDMUND JOENSEN
KJAK SÍÐA 10
Piugde
mont farin
og hvat so?
Vit hava sæð tað so mangan áður
– politikarar rúkandi ósamdir um
politisk mál. Eitt mál verður sam
tykt á tingi við lítlum meiriluta.
Men tá so politiska rákið vendir,
og tey, sum sótu í adnstøðu sita í
samgongu, so verður einki gjørt við
at broyta »ta ræðuliga skipanina«
aftur til tað betra.
Eitt dømi er málið um flatskattin
og forskattingina av pensjónum,
sum undanfarna samgonga sam
tykti eftir skundviðgerð á tingi
beint undan jólum í 2011.
Hetta var skipanin, sum gav høg
um inntøkum stóran skattalætta.
Ja so stóran skattalætta, sum vit
ongantíð áður av hava sæð í Før
oyum. Tey, sum fingu mest, fingu
yvir 5.600 krónur í skattalætta um
mánaðin.
Fyri at landið skuldi hava ráð til
hendan skattalættan, so varð far
ið eftir pensjónsinngjaldinum hjá
øllum føroyingum. Løgtingið sam
tykti, at vit øll skulu gjalda 40 pro
sent av inngjaldinum í skatti. Áður
var pensjónsinngjaldið skattafrítt,
tí skattur varð rindaður, tá pensjón
in var útgoldin. Og tá var pensjónin
ofta so lág, at skatturin lá væl undir
teimum 40 prosentunum.
Hetta var ein gøla sambært
andstøðuni, ið tá var. Men nú tann
andstøðan er samgonga, so frættist
einki um, at hendan skipanin skal
broytast aftur. Ikki eitt kis. Tað ein
asta er, at forskattingin av pensjón
unum skal lækkast eitt vet.
Tað vil siga, at tað sum var heilt
galið í 2011 við at geva háinntøkum
skattalætta nú er í ordan.
Vit skulu ikki siga, at tað er tí.
Men tað er eyðsýnt, at júst hørðu
mótstøðufólkini hjá Jørgeni Nicl
asen tá, tey sita í dag í landsstýri
num og hava júst ta inntøku, sum
fekk mestan skattalætta frá Jørgen
Niclasen.
Løgmaður og løgtingsformað
urin fáa 84.705 krónur í løn um
mánaðin. Um skattaskipanin varð
broytt aftur til ta gomlu, so skuldi
løgmaður
rindað
5.417
krónur
meira í skatti um mánaðin. Lands
stýrisfólkini fáa 71.674 krónur í
løn um mánaðin. Tey høvdu skula
goldið 4.983 krónur meira í skatti
um mánaðin, og tingfólk høvdu,
sum fáa um 40.000 krónur í løn frá
Løgtinginum, høvdu skulu goldið
2.617 kr meira í skatti av løgtings
lønini um mánaðin.
Tingfólk lóggeva ikki ímóti
sær sjálvum, og tí fara tey ikki at
hækka skattin hjá sær sjálvum. Og
av tí sama kunnu tey heldur ikki at
hækka skattin hjá øðrum háinn
tøkum.
Tí kunnu fólk við høgum lønum
vera ekkaleys. Flatskatturin verður
ikki afturrullaður.
TEY HEPNU Á OVARU RÓKUNUM
Sunnudagin boðaði Tórs
havnar kommuna frá, at
ein gamal kjallari kom und
an kavi, tá arbeitt varð við
at byggja nøkur parkeri
ngspláss aftan fyri Sjón
leikarhúsið. Les her: Gamal
kjallari kom undan kavi
Hóast tað var óvissa í
Tórshavnar kommunu um,
hvat hetta var fyri kjallari,
hava tey í Sjónleikarhúsi
num altíð vitað av hasum
kjallaranum, og tí er tað yvir
høvur einki yvirraskilsi fyri
Havnar Sjónleikarfelag.
– Hasin kjallarin hevur
ongantíð verið nakað loynd
armál. Tað er ikki soleiðis, at
mann hevur funnið ein loyn
iligan kjallara. Kjallarin bleiv
gjørdur í 60’unum og bleiv
dekkaður yvir, tá mann ikki
hevði ráð at gera arbeiðið
liðugt, sigur Birgir Djurhuus,
nevndarlimur í Havnar Sjón
leikarfelag.
Sjónleikarahúsið
fór
í
60’unum undir at gera eina
stóra útbygging, og tá var
ætlanin fyrst at gera kjall
aran og so byggja oman á
aftaná. Men har vóru eft
ir øllum at døma ikki nokk
av pengum til at gera út
byggingina
lidna,
og
so
stóð tað opið í eina tíð. Tí
gjørdi kommunan av at
stoypa omaná og gera økið
til
parkeringspláss.
Síð
an tá hevur hatta verið
parkeringspláss, og Havnará
gongur eftir øllum at døma
beint ígjøgnum kjallaran,
sum er leysur frá Sjónleikar
húsinum.
Birgir Djurhuus skilir ikki
øsingina um kjallaran, tí har
hevur verið atgongd til hann
fyri fáum árum síðani, tá
barakkirnar hjá Tórshavnar
Kommunuskúla
vórðu
settar upp í 2007.
– Tá skúlin varð settur
upp, visti mann eisini av
kjallaranum.
Líka
inntil
skúlin
kom
upp,
kundi
mann ganga inn í kjallaran
úti frá. Har var hol beint við,
har sum parkeringsplássið
byrjar. Har hava nógv fólk
verið inni, so hatta er einki
nýtt í mínari verð. Øll í Sjón
leikarahúsinum
hava
ið
hvussu er altíð vitað av kjall
aranum, sigur hann.
Tórshavnar
kommuna
var væl vitandi um, at ein
kjallari var har, men arbeiðs
menninir og verkfrøðing
arnir vistu ikki heilt, hvat
kjallarin hevði verið brúktur
til.
Tilfarið á 60 ára gamla
dekkinum er í vánaligum
standi, og tískil má størri
umvælingararbeiði til fyri
at tryggja neyðugu trygdina
hjá borgarunum, tá nýggj
parkeringspláss
skulu
gerast. Umvælingin fevnir
um at brekka alt dekslið
og síðani at fylla kjallaran
við
gróti.
Hetta
verður
mett at kosta 450.000 kr.
og hóskvøldið skal býráðið
taka støðu til at játta hesa
upphædd til arbeiðið.
Kjallarin var einki loyndarmál
Eingin tosar longur um
at rulla flatskattin aftur
Umrøddu hand
ilsviðurskiftini
millum Føroyar
og Japan
Poul Michelsen, landsstýr
ismaður í uttanríkis- og
vinnumálum, og japanski
uttanríkisráðharrin, Taro
Kono, hittust leygardagin á
fundi í Reykjavík.
Á fundinum umrøddu
teir
handilsviðurskiftini
landanna millum, og serliga
tilgongdina fram ímóti ein
um
fríhandilssáttmála
millum Japan og Føroyar,
ið Taro Kono og Poul Mich
elsen samdust um á fundi í
Tokyo í februar í ár.
Poul Michelsen og Taro
Kono vóru í Reykjavík til
stóru ráðstevnuna, Arctic
Circle, har báðir taldust mill
um høvuðsrøðarnar til set
anina fríggjamorgunin.
Taro Kono gjørdist uttan
ríkisráðharri í Japan í august
2017. Nakað frammanundan
– í mai 2017, var hann sum
tingmaður á stuttari vitjan í
Føroyum saman við japansk
ari tingnevnd.
Poul Michelsen
hitti Taro Kono
Taro Kono, uttanríksráðharri í Japan, hevur fyrr vitjað í
Føroyum
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin