Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122 Nýggjur lands­ stýrismaður verður settur um tvær vikur Ongin er enn settur í landsstýrissessin hjá Henriki Old, men tað verður gjørt um einar tvær vikur, sigur løgmaður Árni Gregersen 1. oktober boðaði táverandi lands­stýrismaðurin, Henrik Old frá, at hann lat sessin frá sær. Orsøkin var fyrst og fremst raðfestingin av hvat av teim­ um smærru bergholunum skal gerast fyrst – Fámjin ella dal­ur. Løgmaður roknaði tá við, at ein nýggjur landsstýrismaður fór at verða settur beint undan heystfrítíðini – ella beint eftir heystfrítíðina. Men soleiðis bleiv ikki. -Tað ganga 14 dagar afturat áðr­enn vit koma hartil, sigur løg­maður í morgun. Hann sigur, at nógv hevur verið at gjørt politiskt í sein­ ast­uni og tað at seta nýtt lands­stýrisfólk, krevur, at ein pol­itisk kanal eisini gongur upp. -Men eg rokni við, at tá ið tvær vikur eru farnar, so hava vit loyst hetta málið eisini, sig­ ur løgmaður. Seinasta freist Tað liggur trýst á lands­stýr­in­ um at fáa tey uppskotliðug, sum skulu koma í gildi 1.januar. Sein­asta freist at leggja upp­ skot fram, sum skulu fáa gildi á nýggjárinum er fríggjadag. -Landsstýrið hevur eini 15 upp­skot, sum skulu leggjast fram fríggjadagin, so tað er nóg mikið at gera. Lands­stýris­ fund­ur var fríggjadagin í sein­ astu viku og vit hava aftur lands­stýrisfund mikudagin, har vit fara í gjøgnum tað sein­ asta í sambandi við uppskotini sum skulu berast tinginum í hesi vikuni, sigur Aksel V. Jo­ hanne­sen, løgmaður. Tingfundur í morgin Ferð er við at koma á politiska arbeiðið. Í morgin er tingfundur, har fleiri 1.viðgerðir eru av stórum málum. Fyrst á skránni er upp­ skotið um at byggja nýtt barna­heim í Havn og beint eft­ ir tað er 1.viðgerð um at priv­at­ isera Posta. Eisini uppskotið um at seta eina tónleikaútflutningsstovu á stovn er á skránni áðrenn tingið skal tillaga tøkugjaldið hjá ali­vinnuni. Elveitingarlógin skal eisini broytast í samband við elprísin til hitapumpur og til elbilar. Seinasta tingsetan Hetta er eftir øllum at døma sein­asta tingsetan í hesum val­ skeiðnum. Val verður í seinata lagi 1. september, men fleestu rokna við, at løgmaður velir at skriva út val undan summarfrítíðini. Júst av somu orsøk eru flestu politikararnir aktivir hesa tíðina og tá ið munnligir fyri­spurningar eru á skránni miku­dagin, er væntandi, at ting­fólk koma við nógvum spurn­ingum. Kortiniu er tað soleiðis, at bert ein tími er settur av til munn­ ligar fyrispurningar hvørja ferð. Landsstýrismaðurin Tað er rættuliga stórur áhugi fyri, hvør tað verður, sum skal yvirtaka sessin hjá Henrik Old í landsstýrinum. Henrik Old umboðaði Javn­ að­arflokkin og tað kann tykj­ ast sjálvsagt, at Javn­aðar­flokk­ urin fær nýggja lands­stýris- ­mann­in. Men hinir báðir flokkarnir í samgonguni, Tjóðveldi og Fram­sókn, halda ikki at tað er so sjálvsagt, tí síðani sam­gong­ an var skipað 14.september 2015 er Javnaðarflokkurin minkað­ur. Sonja Jógvansdóttir tók seg úr flokkinum sama dag sam­ gongan var almannakunngjørd og síðani hevur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, boðað frá, at hann ikki longur kennir seg bundnan av teim­ um avgerðum Javnaðarflokk­ ur­in tekur. Men gitt verður kortini, at nýggi landsstýrismaðurin verð­ur úr Javnaðarflokkinum. Eygleiðarar hava víst á ym­ iskt evni, men alt tykist benda á, at fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, er eitt gott boð. Tað er tó eisini møguligt, at løgmaður velir eitt heilt ókent evni, sum kanska kann gerast eitt av toppvalevnunum hjá flokkinum til komandi løg­ tings­val. POLITIKKUR Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at tað ganga einar tvær vikur afturat áðrenn nýggjur landsstýrismaður verður settur. Henrik Old, Javnaðarflokkurin , fór úr landsstýrissessinum 1.oktober. Ferð er um at koma á politikkin og fólk eru so smátt farin at brynja seg til komandi løgtingsval.