mánadagur 22. oktober 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Tey 33 fólkini á tingi og tey
7 landsstýrisfólkini eru mill
um teirra, sum fingu størsta
skattalættan frá undanfarnu
samgongu.
Um landsstýrissamgong
an gjørdi av at broyta flat
skattin aftur til tað, sum
hann var í 2011, so merkti tað:
• At løgmaður hvønn
mánað skuldi gjalda 5.417
krónur meira í skatti.
• At løgtingsformaðurin
hvønn mánað skuldi gjalda
5.417 krónur meira í skatti.
• At landsstýrisfólkini
hvønn mánað skuldu gjalda
4.983 krónur meira í skatti í
part.
•
At
løgtingsfólkini
í
minsta lagi skuldu gjalda
2.617 krónur meira í skatti í
part um mánaðin.
Tað var eftir løgtingsvalið
29. oktober í 2011, at nýggja
borgarliga samgongan setti
sær fyri at broyta skatta
skipanina.
Fólkaflokkurin hevði tá
koyrt nógv upp á at broyta
skattaskipanina soleiðis, at
vit fingu eina skipan við flat
skatti í Føroyum.
Tað var Bjarni Djurholm
úr
Fólkaflokkinum,
sum
beint eftir ólavsøku í 2011
legði fram uppskot, nevnt
»Uppskot til samtyktar um
at fremja bruttoskatt við
flat-tax skipan«.
Í uppskotinum til sam
tyktar varð heitt á lands
stýrið um at leggja fyri
Løgtingið lógaruppskot til
skattanýskipan soleiðis, »at
skattaskipanin fer at byggja
á flat-tax skipan, har ásett
verður fast skattaprosent
av allari inntøku oman fyri
ávíst ásett inntøkumark«.
Á ólavsøku í 2011 var
Fólkaflokkurin ikki partur
av landsstýrissamgonguni,
og tí stóðu bæði flokkurin
og Bjarni Djurholm fríari at
leggja uppskot fyri tingið.
Fólkaflokkurin var partur
av seinnu ABC samgonguni
– millum Sambandsflokkin,
Javnaðarflokkin og Fólka
flokkin, sum varð skipað í
september í 2008, tá CHE
samgongan millum Javnað
arflokkin, Tjóðveldi og Mið
flokkin slitnaði. Men á vári
í 2011 fór Fólkaflokkurin úr
samgonguni, og eftir sótu
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin í minni
lutasamgongu – tann sum
viðhvørt verður kallað Makr
elsamgongan.
Júst tí at Fólkaflokkurin
var í andstøðu, og tí at Bjarni
Djurholm legði uppskotið
fram einsamallur, var tað
ikki tikið í serligum álvara –
hvørki á tingi ella í fjølmiðl
unum. Og av tí at val varð
skrivað út til at vera 29. ok
tober í 2011, so fall uppskotið
burtur, áðrenn tað kom til
endaliga viðgerð í Løgting
inum.
Men nú var øðrvísi. Nú
hevði Fólkaflokkurin aft
ur politiskt vald – hóast
Fólkaflokkurin ikki hevði
løgmann, so var vanlig fatan,
at
Fólkaflokkurin
hevði
buktina og báðar endarnar í
hesi samgongu.
Og hesaferð gekk tað við
rúkandi ferð at fáa lógina
um flatskattin samtykta.
Málið var lagt fyri tingið 12.
desember, og tollaksmess
udag 23. desember klokkan
14:45 varð tað endaliga sam
tykt, við 18 av teimum 19 at
køvðunum hjá samgonguni
fyri, øllum 14 andstøðuat
kvøðunum ímóti, meðan Jen
is av Rana atkvøddi blankt.
TÍ VERÐUR FLA
IKKI AFTURRU
Verður skattalógin broytt aftur til tað, sum hon var í 2011 – áðrenn flatskatturin varð samtyktur, so skulu polit
ikararnir persónliga gjalda fleiri túsund krónur meira í skatti um mánaðin. Ósemjurnar vóru stórar í Løgtinginum
í 2011. Tey tingfólk, sum samtyktu flatskattin, umboða bara 15 tingsessir í dag. Tey, sum vóru ímóti, umboða 18
tingsessir í dag. Men einki frættist um, at lógin um flatskatt verður broytt aftur
Pensjónsskattur
fíggjar skattalætta
Flatskattalættin í 2011 varð fíggjaður á tann hátt, at
farið var frá at skatta eftirløn, tá hon verður útgoldin,
til at skatta eftirløn, tá hon verður inngoldin.
Henda umlegging varð mett at geva landskassanum
eina meirinntøku í 2012 upp á 234 milliónir krónur.
Valkvøldið 1. september í 2015. Javnaðarflokkurin hevur vunnið valið, og alt bendi hetta kvøldið á, at Aksel V. Johannesen fór at skipa nýggja samgongu saman
við Tjóðveldi og Framsókn. Fyri fyrstu ferð kundi øll andstøðan skipa samgongu og samgongan øll sum hon var fór í andstøðu
Tað var við miklum gangi
at fólk mótmæltu uttan fyri
Løgtingið, tá uppskotið um
flatskatt var til viðgerðar