Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122 HEIMSINS FYRSTA KOPIMASKINA ÁTTI Í DAG Heimsins fyrsta kopimaskina sá dagsins ljós hendan dagin, 22. oktober í 1938 í Astoria, Queens. Í øllum førum sendur »10-22-38 Astoria« á heimsins fyrstu elektronisku kopimaskinum. Tann, ið fekk patentið, æt Chester F. Carlson. Hann leitaði eftir einum felag, sum kundi hugsast at víðarimenna hugskot hansara. Haloid, eitt felagið, su gjørdi fotopappír, var áhugað. Einaferð skifti Haloid navn til Xerox. Á enskum er »a xerox« tað sama sum eitt kopi. Vælkomið Bestu ynskir lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barnsburðinum, og vilja vit fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Sendið mynd við Finn Bærentsen, Tórshavn andaðist leygardagin 13. oktober, 64 ára gamal. Jákup Eyðunsson, í Vági andaðist hósdagin 18. oktober, 76 ára gamal. Tóroddur Clementsen, ættaður av Sandi, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Tjarnagarði mikudagin, 89 ára gamal. Marjun Nielsen, fødd Kjærbo, ættað úr Gomlu Stovu í Sumba, búsitandi í Havn, andaðist mánadagin 15. oktober, 92 ára gomul. Jóhanna Højgaard, fødd Eliassen, ættað úr Mikladali, búsitandi í Klaksvík, andaðist á Landssjúkrahúsinum týskvøldið, 82 ára gomul. Gullak Hansen, trúboðari, Tjørnuvík, andaðist í heiminum týsmorgunin 16. oktobur, 71 ára gamal. Arnbjørn Borgarlíð, sjómansskúlalærari, Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 15. oktober, 70 ára gamal. Páll Poulsen, lærari, ættaður úr Nesinum, Vestmanna, búsitandi í Havn, andaðist í heiminum sunnudagin 14. oktober, 70 ára gamal. Mourentza Franziska Johansen, Argir, fødd Jacobsen, ættað úr Hvalsrætt á Glyvrum, andaðist leygardagin 13.oktobur, 94 ára gomul. Ingibjørg Midjord, ættað úr Sumba, andaðist leygarkvøldið 13. oktober á Hvidovre hospital, 89 ára gomul. ANDLÁT Arne Juul Arnskov in memoriam Hann, ið hetta skrivar, kom at kenna Arnskov so at siga fra fyrsta degi, hann gjørd­ist skivstovustjóri á Rík­is­um­ boð­num, tá ið hann kom til Før­oyar fyrst í februar 1964. Tá í tíðini umsat Føroya Gjald­stova allar útgjaldingar og bók­haldsførslur av tí, sum rík­is­kassin sambært heima­ stýr­is­lógini átti at rinda: Alt ella %-partar. Hetta innibar, at ríkis­ um­boðs­maðurin við á­hei­t­ an­ar­brøvum frá gjald­stov­ uni – vanliga eina ferð um mánaðin – flutti land­skass­ a­num millióna-upphæddir sum á­veg­is­gjøld til tað árligu upp­gerð­ina, sum gjaldstovan so gjørdi eftir árslok. Í einum práti á skriv­stov­ uni hjá Arnskov spurdi eg hann, hvussu tað lat seg gera at flyta gjaldstovuni mill­i­ón­ a­upp­hæddir næstan sama dag, rík­is­um­boðs­mað­ur­in hevði fingið áheitanina frá gjald­stov­uni. Eg fekk tá at vita, at Danski Na­ti­o­n­al­bankin hevði eina seðl­a­goymslu í Før­oy­um, sum so við og við varð dag­førd við nýggjum seðl­um, sum komu til Rík­is­ um­boð­s­mann­in við herskipi úr Keyp­manna­havn. Eg fekk eisini at vita, at hesin for­ skots­kas­s­in hjá Danmarks Nati­on­al­bank var væl goymd­ur í katakombunum hjá Rík­is­um­boðsmanninum. Haðani vórðu milli­ón­ir­ nar utt­an drál, so hvørt sum Rík­is­um­boðs­mað­ur­in fekk skrivliga áheitan frá gjald­ stov­an, fluttar á bankkonto hjá Før­oya Gjaldstovu í Før­ oy­um. Hetta var áðrenn edv- øld­in sum eitt óløgi breyt seg inn í almenna fyrisiting í Før­oy­um miðskeiðis í 1974. Arnskov var góður í ráð­ um. Tey bæði, Arnskov og kona hansara, Sheila, vóru liv­andi engagerað í lívinum í Havn, á Trøðum heima á Sandi – har tey áttu hús og mold – og í Føroyum. Sum ítriv var hann eisini am­a­tør­tel­e­gra­f­istur og so­ leið­is samskifti hann við sín­ ar starvs­brøður víða um. Tey bæði teljast millum tey anda­bornu, sum í meira enn eina hálva øld hava stim­ brað føroyska mentan. Tað eiga vit at takka teim­ um fyri. Á ríkisumboðnum virkaði hann m.a. við føroyskum lóg­ ar­savni, og sum eftirløntur tæn­ast­u­maður samskipaði hann, saman við fýra øðr­ um juristum, Lógbók fyri Føroyar, sum Føroya Lands­ stýri gav út í 1999 dagført til 31. des­ember 1­997. Við evnisyvirliti er hetta lóga­savn í 8 bindum og 2528 síðum ætlandi størsta bók­ verk skrivað og givið út í Før­oyum. Eitt satt bragd! Arnskov taldist mill­um tey stillu, dámligu, dugna­ ligu, ið byggja land. Tað sama kann sigast um konu hansara, Sheilu, og teirra tríggjar synir. Fólk við slíkum gávum verða saknað, tá ið tynnist í skar­a­num, sum drýpur høvur. Heri Mohr FØROYA MYNDAKALENDARI FYRI 2019 – fæst kring alt landið