mánadagur 22. oktober 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinasta freist at lata inn
fiskamerki til Havstovuna er
hin 9. november. Tey, sum lata
inn merki, fáa finningarløn og
eru við í lutakasti á 12.500
krónur.
Nú er líratíðin av
Tað ljóðar kanska
løgið at siga, at
líratíðin nú er av,
nú vit eru í seinnu
hálvu av oktober
- og tó er tað ikki
so løgið kortini
Vilmund Jacobsen
Líradagur er 26. august, og tá
plagdu menn, har skrápur
reiðrast, at draga líra. Skrápur,
sum er hin gamli fuglurin,
reiðrast í djúpum holum í
moldbakka ella urðagróti, og
líri varð drigin við stívum jarn
tráði við króki í endanum.
Eina ella tvær eftir, at menn
høvdu drigið líra, plagdu teir
at taka líra við lykt á kvøldi, tí
nú var ungin vorðin so mikið
búgvin, at hann byrjaði at
koma út úr holuni í myrkrinum
at royna sínar veingir.
Skrápur
reiðrast
nógva
staðni í Føroyum, tó ikki í so
stórum tali, sum eitt nú í Skúv
oy, Sandoy, Stóru Dímun og
ymsa aðrastaðni um landið.
Í Skúvoy samdust tey um at
byrja vertíðini í ár hin 10. sept
ember, og síðan varð gingið við
lykt eftir líra í eina viku. Sagt
verður úr Skúvoy, at har fingu
teir eins og undanfarin ár væl
av líra. Sama verður sagt úr
Stóru Dímun, har eisini nakað
av líra verður tikið við lykt á
kvøldi.
Blendast av ljósi
Onkur líri, sum flýgur úr bakk
anum í líratíðini um kvøldar
nar, blendast av ljósi og endar
á vegnum millum gøtuljósini.
Soleiðis er eitt nú á Sandi og
í Skopun, har fitt av líra, sum
er á flogi yvir bygdini, blendast
og dettur niður á vegirnar í
líratíðini.
Hetta hend
ir eisini av og á
í øðrum bygd
um, men neyv
an í so stórum
tali, sum eitt
nú á Sandi og
partvís í Skop
un,
har
tey,
sum eru ágrýtnast at leita,
kunnu finna einar 10, 20 ella 30
lírar í vertíðini.
Okkurt árið er onkur líri
fingin eftir vegnum í bygd
unum so seint sum 26. oktober
– ella heilar tveir mánaðir eftir
líradag.
TRANTKLUKKA: Hin 12. oktober í ár fann Markus Carlsson
hesa vøkru trantklukku í einum pakka við italienskum
víndrúvum. – Nógvar fremmandar trantklukkur eru
komnar til landið hesi seinnu árini, og fleiri av teimum
eru ikki greinaðar enn. Sama er við hesari, skrivar Jens-
Kjeld Jensen á sínari heimasíðu – www.jenskjeld@info
Betraði atløguviðurskifti
Nú eru atløguviðurskiftini í skipahavnini
á Hamranesi í Hvalba dagførd
Vilmund Jacobsen
Vega- og havnanevndin í
Hvalbiar kommunu hevur í
eina tíð arbeitt við at betra
um
atløguviðurskiftini
í
skipahavnini á Hamranesi í
Hvalba.
Fyrr í ár samtykti bygda
ráðið, at nýggj dekk skuldu
heingjast upp framvið øllum
bryggjukantinum, har skip
ini leggja at.
- Hetta ger tað tryggari hjá
fiskiskipunum at leggja at
bryggju, og sum heild koma
skipini at liggja betri.
Gunnhild Mortensen, for
kvinna í vega- og havna
nevndini hjá Hvalbiar komm
unu, sigur, at hetta er fyrsta
stigið til at dagføra viður
skiftini á Hamranesi.
- Tað eru arbeiðsmenn hjá
kommununi, sum við havna
fútanum hava gjørt arbeiðið
undir leiðslu av arbeiðsfor
manninum, siga tey í Hvalbi
ar kommunu.
Skjótt liðugt
á Agninum
Vilmund Jacobsen
Í eina tíð hevur verið ar
beitt við at breiðka og dag
føra teir 250 metrarnar av
Agninum á Nesi, og nú er
hetta arbeiðið um at verða
liðugt.
- Nú manglar bert at
asfaltera veg og gongu
breyt, og hetta verður gjørt
so skjótt, sum asfaltliðið er
klárt. Tað verður væntandi
seinast í hesum mánað
inum ella um mánaðar
skiftið, oktober/ novemb
er.
Í Nes kommunu siga
tey, at tað er entreprenør
fyritøkan, Falkon Entre
prenørar, sum standa fyri
hesum arbeiði, ið kemur at
betra um vegin niðan eftir
Agninum á Nesi.
Skúvoy er óiva besta lírapláss í Føroyum, og her
stendur skúvoyingur og svíðir góðan fong
Soleiðis situr líri, tá hann er vorðin blendaður
av ljósi og endar undir gøtulyktunum
- Fyrsta stigið at dagføra
viðurskiftini á Hamranesi eru nú
framd, sigur Gunnhild Mortensen