Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122 Á FaroExpo fer Ragnar Ludvig Olsen, professari, at halda fyrilestur um, hvussu vinna kann fáast úr avskurði av fiski. Fyrilesturin verður fríggjadagin klokkan 13. Sagulað er endur- reist í Tjørnuvík - Vit fegnast um at hava verið við til at varðveita sagulagið, sum er partur av ríka mentanararvinum í Tjørnuvík, siga tey í Sunda kommunu Vilmund Jacobsen Fyrr í summar varð gamla sagulaðið, sum stend­ur tætt við bygda­ húsið í Tjørnuvík, end­ur­ reist. - Sagulaðið í Tjørnuvík er eitt tað elsta í land­in­ um, og tað varð brúkt av monnum til at saga reka­ við. Sagulagið í bygdini varð brúkt heilt fram til 1969.  Í Sunda kommunu vísa tey á, at kommunan eis­ini hevur sett upp kunnandi skelti, soleiðis at til ber at kunna seg um, hvussu sagulaðið varð brúkt. - Uppruna sagin er enn til, men verður í løt­ uni varðveitt sum privat ogn. Sjálv sagin stendur tí ikki í sagulagnum. Í Sunda kommunu fegn­ast tey um at hava verið við til at varðveita sagu­lagið, sum er partur av ríka ment­anarar­vin­ um í Tjørnuvík. Óstøðugt veðurlag og harður streymur Vilmund Jacobsen Fimm ísfiskalínuskip hava seinastu dagarnar fiskað undir Føroyum, og væntandi koma eitt ella tvey av hesum inn at landa í dag, og hini koma so helst seinni í vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey fríggjadagin at siga, at tvey frystilínuskip eisini fiska undir Føroyum. - Streymurin fer at harðna, og veðrið verður ikki av tí besta. Kanska verður onkur útróðrardagur hesa vikuna kortini – og útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap. Fríggjadagin vóru ikki færri enn sjey partrolarapør til fiskiskap. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur, men fiskiskapurin er smáligur, verður lagt aftrat. Av teimum smáu trolbátunum, var bara ein til fiskiskap fríggjadagin. Hesin royndi norðan fyri og landar væntandi í dag. Slagið er mest toskur, hýsa og so nakað av flatfiski. - Møguliga landar eitt garnaskip í dag. Hini trý garnaskipini, sum eisini eru til fiskiskap, landa væntandi seinni í vikuni. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Seinastu dagarnar hevur veðrið verið so ólagaligt, og eingin ivi er um, at óstøðuga veðrið ávirkan fiskiflotan, serliga tey smærru fiskiførini. KVOTUHÆKKING: ICES hevur nú almannakunngjørt mest loyvdu veiði fyri norðhavssild fyri komandi ár. Talan er um eina hækking á 53 prosent í kvotuni av norðhavssild So verður seyðurin mettur av sýnsfólki Seinastu dagarnar hava nógvar lokalar seyðasýningar verið kring landið, og spenningurin hevur verið stórur millum tey, sum hava havt seyð við á hesum sýningum Vilmund Jacobsen Á Búnaðarstovuni siga tey, at lands­seyða­sýn­ing­ in í ár verður eins og sein­astu árini, har sýns­ menn fara út í økini at sýna. - Fyri at luttaka í lands­ ­seyðasýningini, skal seyð­ urin hava fingið eina váttan upp á, at hann er sýnaður á lokal­ari sýning av trimum sýn­ar­um, har­ av tveir skulu vera góð­ kendir. Sama váttan, sum varð brúkt av sýns­monn­ um síðsta ár, verður brúkt aft­ur í ár. Lagt verður aftrat, at seyðurin skal vera frísk­ ur, og tað skal vera stað­ fest við ílegukanning, at seyðurin hevur mót­ støðu­føri móti ridlu­skriða, soleiðis sum greitt verð­ ur frá í reglugerðini fyri lands­seyða­sýn­ing­ina. - Landsseyðasýningin verður eins og seinastu ár­ini, at sýnsmenn fara út í økini at sýna. Hetta verður í tíðarskeiðnum 7. til 12. november. Á Búnaðarstovuni siga tey, at seyðurin skal meld­ast til lands­seyða­ sýn­ingina á Bún­aðar­ stov­uni í seinasta lagi mána­dagin, 5. november klokk­an 15. - Luttøkan á lands­ seyða­sýningini er ókeyp­ is, og tá meldað verður til, skal sýnsváttan send­ ast Búnaðarstovuni sam­ stundis. Valdir verða fimm góðkendir sýns­menn, um­framt ein sam­skip­ara og ein skriv­ara. Lagt verður aftrat, at tá tær lokalu sýning­ar­n­ ar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna tríggjar teir vakrastu veðra­gjól­ing­ar­ nar, tríggjar teir vakrastu veturgomlu veðrarnar og tríggjar teir vakrastu veðr­arnar, sum eru tvey ár ella eldri. - Samskiparin setir seg í samband við ein persón úr økinum, sum samlar vinnandi seyðirnar frá við­komandi sýning á ein­ um stað. Hetta er tó treytað av, at teir eru meld­aðir til lands­seyða­ sýn­ing­ina. Síðan fara valdu sýnsmennirnir út at sýna viðkomandi seyð­ ir, siga tey á Búnað­ar­ stov­uni. Lagt verður aftrat, at endaliga úrslitið fyri lands­seyðasýningina fyri 2018 verður kunn­ gjørt á Búnaðarstovuni fríggja­kvøldið hin 16. nov­ember klokkan 19. Myndin er tikin, tá lokal seyðasýning var á vestara armi á Skálafjørðinum um dagarnar