Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LÝSINGARTORG Húsarhaldstól VASKIMASKINA ÚR 290,-PR. MÐR. FÁ EINA BLOMBERG VASKIMASKINU FYRI BERT 290,-KR PR MÐR, A+++ 7 KG, 1400 UMDR. LEVERING Í DAG. ÓKEYPIS ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. EINKI ÚTGJALD. MEGNA.FO TLF 251160 Pløgg Vetrarsøla í Vági Vetrarsøla við heimavirkaðum vørum verður í Vágs Skúla leygardagin 17. november kl 10-17 og sunnudagin 18 november kl. 14-17. Fleiri upplýsingar og tilmelding á tlf 275715 Vágs Matnøðrafelag Samband Samband Ein fittur sjeikur søkir samband við eina fitta diddu millum 50 - 63 ár. Eigi hús og bil Tlf 282092 Ymiskt Haruhagi til sølu 2018 Garðahagi Innari á Selatrað verður her við lýstur til sølu. Hagin er 4 merkur og liggur summam fyri Gjógvará. Boð kunnu skrivast til Jákup Joensen Hagastýrisformann á Tlf 254017 Puigdemont er farin avstað aftur og hvat so? Edmund Joensen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Eru føroyingar blivnir klók­ ari, ríkari, ella eru teir vorðnir hægri í metum í útheiminum, av eini vitjan, sum Tjóðveldi skipaði fyri Neyvan. Helst er umdømið minkað.    Eitt slíkt stunt er fyrst og fremst eitt egotripp hjá einum politikara úr flokki, sum als onga missión hevur á Fólka­ tingið, annað enn at gera seg sjálvan bemerktan, og til tað  verða hesi argandi tiltøk sett í verk. Danskir pengar  Tá kunnu teir tillutaðu donsku pengarnir gott brukast. Ørð­ vísi er við pengunum úr blokk­ stuðlinum. Teir eru tillutaðir til sjúkrahús í Føroyum, pen­ sión­ir, og almenn forsorg.  Tá er knappliga synd í vaski­konuni á Vesturbrúgv, tí at onnur í Føroyum móttaka hes­ar pengarnar. Tolið fólkaslag Danir eru eitt tolið fólkaslag. Teir lata ikki við seg koma. Teir gera bara “gode miner til slett spil” fyri frið skyld, væl vit­andi, at tað, sum Tjóðveldi royn­ir at gerða, sjálvandi argar spaniólar og sponsku stjórn­ ina.    Vassandi í Fólkatingið Fyrst at koma vassandi inn í Fólkatingið, og síðani til Før­ oya í Løg­tingið.  Grund­lóg­ar­ brot og eitt slag av uppreistri er ikki at spæla við. Helst hevur dipl­omatið­ið  tosað saman og orienterað, og fingið at vitað, at argandi hand­ ­ling­ar av ymsum slagi hjá rep­ ub­lik­anarunum eru vit so von við. Mátin, vit brúka, er ikki at lat­ast um vón fyri teirra provoka­tión­um. Tann sóttin lekist ikki. Flestu føroyingar  hoyra til og halda av romantiskum tjóð­ skapi, halda av tí, sum gott er, nýtt og gamalt føroyskt. Mál og mentan, matmentan, siðir og kvæðir og annað gott. Tjóðveldi og hetjudyrkan Hjá Tjóðveldi ræður hetju­ dyrk­an. Alt hjá teimum er so øði­ligt, stórt, sterkari, og alt sum er hent av framburði í Før­oyum er sjálvandi teirra heið­ur. Sjálvt føroysku klæðini kanna tey sær, og nú mangl­ ar  bara at síggja tey í húga­ skóm. Sundurlyndið og spjaðing er sjálvandi fylgjan av slíkum politikki. Slíkur politikkur, um nakar kann kalla tað so, ger okkum í Føroyum hvørki ríkari ella eydnu­ríkari. Umdømið okkara uttanlands fær helst eitt skot fyri bógvin eisini. Slíkt eiga fólk at skriva sær aftan fyri oyra, nu fólka­tings­ valið nærkast.   Málið í fjølmiðlunum Kristin Poulsen Sat og hugdi at Gekkinum fríggja­ kvøldið og hugsaði um, hvat ið vert­ ur­in hugsaði fyri sær. Arbeiðir í føroyskum sjón­varpi og nýtir javnan máliskur sum stille og roligt og alle tiders, sum um tað skal vera før­ oyskt??? Fólk, sum arbeiða í føroysku miðl­ unum, mugu fáa at vita, at tað hvílir ein stór ábyrgd á teim­um, og at tey eiga at nýta gott føroyskt mál, tí tað, sum sagt verður, hevur stóra ávirk­an – kanska serliga á tey ungu – og vit eiga øll somul at royna at lívga um tað føroyska málið. Havi onkuntíð havt at málinum, føroysk frásøgufólk hava nýtt, og eg haldi, at okkurt hevur nomið við, tí eg haldi, at nú verður ikki so ofta sagt aftara og fremra stong, men held­ur handara og næsta stong. Men eg skal skunda mær at leggja afturat, at vit eiga nógv frálík frásøgufólk! Hetta er bert ein vinarlig áheitan um at royna at nýta gott føroyskt mál. Hvussu okk­urt frásøgufólk ann­ ars málber seg í einari sending, er eitt heilt annað mál, men nógv duga sera væl at orða seg, so tað er ein fragd at lurta eftir teim­um. KJAK Leys størv á Landssjúkrahúsinum Læknaskrivari til Skurðdepilin á LS Umsóknarfreist 29 okt. 2018 Radiografur til Røntgendeildina Umsóknarfreist 26 nov. 2018 Maskinsmiður ella HVS-handverkari til Landssjúkrahúsið Umsóknarfreist 29 okt. 2018 Starvsfólk til køkin á LS Umsóknarfreistin er 12 nov. 2018 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo TROTABÚGV Í trotabúnum P/f Minor Rederi, Undir Bryggjubakka 21, 100 Tórshavn, skrás.nr. 5160, sks.nr. 3-22/2018, verður hildin endaligur skiftifundur fríggjadagin tann 9. november 2018, kl. 9.45, á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, til roynd av krøvum og staðfesting av uppskoti til roknskap og útluting við eini dividendu (býtispeningi) á 3,0821 % til vanlig krøv. Uppskotið við fylgiskjølum kann eftirskoðast á skrivstovuni hjá skiftirættinum. Fráboðaði krøv og onnur krøv, ið verða fráboðað eftir staðfestan av roknskapinum, kunnu ikki verða tikin við. Útgjalding verður 4 vikur eftir staðfestingina, um ikki kært er innan ta tíð. Sosialurin 341800 Flestu føroy­ ingar hoyra til og halda av romant­iskum tjóð­skapi, halda av tí, sum gott er, nýtt og gamalt føroyskt. Mál og mentan, matmentan, siðir og kvæðir og annað gott