mánadagur 22. oktober 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Signhild Joensen vann í gjár gullheiðursmerki í altjóða svimjikapping í Fraklandi. Dystur hevur verið í kurvabólti
her heima, og úti í heimi er HM í formil 1 um at verða avgjørt. Her eru stuttsøgdu ítróttartíðindini
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Brann og Gilli Rólantsson nærkast
aftur oddasessinum í norsku Elite
serien eftir at Rosenborg í gjár
snávaði við 0-0-javnleiki ímóti
Lillestrøm samstundis sum Brann
vann 2-1-comebacksigur á Sta
bæk. Gilli Rólantsson varð inn
skiftur tá støðan var 1-1 við góðum
korteri eftir at spæla. Tað eru fýra
dystir eftir at spæla, og næsta
sunnukvøld kl.20 er lagt upp til satt
oddabrak í Bergen, har júst Brann
og Rosenborg hittast.
Eftir 7-1-stórtap fyri Danmark
skuldu føroysku U17-genturnar
í gjár royna seg ímóti Ukraina í
EM-undankappingini, sum verður
spæld í Danmark í hesum døgum.
Hendan uppgávan skuldi eisini vísa
seg at gerast trupul, og føroysku
genturnar taptu dystin 4-1. Tað var
Fridrikka Klementsen, sum skeyt
føroyska málið fáar minuttir fyri
leiklok. Føroyar hava nú spælt
allar tríggjar dystirnar í bólkinum
og eru sostatt lidnar í kappingini.
Tær endaðu aftast í bólkinum, men
kunnu tó fegnast um at tær komu
á máltalvuna í øllum dystunum.
Fyrsti dysturin í kappingini endaði
við 5-1-tapi fyri Kekkia.
Finnur Justinussen var aftur
á máltalvuni, tá ið Næstved í gjár
hevði vitjan av Lyngby í næstbestu
donsku deildini. Eitt mál kom í
dystinum. Tað kom tíggju minutt
ir fyri leiklok, og tað var Finnur
Justinussen,
sum
skoraði
tað
málið og gjørdist sigursharri í
1-0-sigrinum. Við málinum í dag
hevur Finnur Justinussen skotið
10 mál í næstbestu donsku deildini.
Tað er mest í deildini saman við
Martin Koch Helsted (HB Køge) og
Sakari Tukiainen (Thisted). Næst
ved er væl við í oddastríðnum. Tað
er fýra stig til oddaliðið og beinleiðis
uppflyting, men einans eitt stig til
uppflytingarspælið. Næsti dystur
verður sunnudagin á útivølli ímóti
einum av oddaliðnunum, HB Køge.
FORMIL 1
Lewis
Hamilton
(Mercedes)
hevði møguleikan at tryggjað
sær samlaða HM-sigurin, tá ið
kappkoyring var í Austin í USA
í gjár, men soleiðis skuldi ikki
ganga hjá bretska koyraranum.
Hann bleiv nummar trý aftanfyri
Kimi Raikkonen (Ferrari) og Max
Verstappen (Red Bull), og tískil
má hann bíða í øllum førum eina
viku við at tryggjað sær HM-
sigurin
frammanfyri
Sebastian
Vettel (Ferrari), sum hann hevur
kappast við í alt ár. Danski Kevin
Magnussen (Haas) bleiv nummar
níggju í gjár, men fekk seinni frá
tikið stigini av tí at hann eina
løtu hevði ov nógv brennievni á
bilinum. Tríggjar kappkoyringar
eru eftir at koyra: Í Meksiko kom
andi leygardag og síðani Brasil og
Abu Dhabi.
HONDBÓLTUR
TM Tønder við føroyska Niklas
Simonsen sum ein av málverjunum
heldur
fram
sum
ósigrað
og
einsamalt oddalið í næstbestu
donsku deildini. Í gjár varð Odder
sent heimaftur við 29-23-tapi, og
sambært Jyske Vestkysten, so stóð
starvsfelagin hjá Niklasi í málinum,
Christian Trans, ein branddyst.
TM Tønder hevur fult stigatal, 14
stig fyri sjey dystir, og er tvey stig
frammanfyri Team Sydhavsøerne.
Næsti dystur hjá TM Tønder er
leygardagin í aðru viku á útivølli
ímóti Stoholm.
KA av Akureyri við føroysku
Áka Egilsnes og Allani Norðberg
á
liðnum
spældi
leygardagin
25-25-javnleik ímóti ÍR í bestu ís
lendsku deildini. Útjavnandi málið
skoraði KA í seinastu sekundunum
í hesum dystinum, har Áki Egilsnes
skeyt seks mál og Allan Norðberg
tvey mál. KA hevur fimm stig eftir
fyrstu seks dystirnar og er nummar
níggu av 12 liðum í deildini.
KURVABÓLTUR
Leygardagin hittust Sporðdrekin
úr Havn og Ravnur av Toftum í
føroysku landskappingini. Hesi
liðini spæla vanliga javnar dystir,
og einki undantak var hesaferð.
Tá farið var í fjórða og seinasta
fjórðing av dystinum, stóð á jøvnum
40-40. Tá dró Sporðdrekin tó frá
og vann dystin 51-44. Toppskjútti
hjá Sporðdrekanum var Magnus
Jakobsen við 21 stigum, meðan
Bjarni W. Zachariassen skeyt 18 stig
fyri Ravn. Næsta leygardag spælir
nýggja felagið úr Klaksvík, Hávur,
á fyrsta sinni heimadyst á nýggja
vøllinum í KÍ-høllini. Mótstøðuliðið
er Hamar.
SVIMJING
Signhild Joensen úr Ægir vann í
gjár gull á altjóða svimjistevnu í
Saint Dizier í Fraklandi. Hetta gjørdi
hon í 100 metra ryggsvimjing, har
hon svam teinin upp á 1:02.15 og var
fremst av øllum. Hon vann eisini
bronsu í 200 metra ryggsvimjing,
og so bleiv hon nummar fimm í
finaluni í 50 metra ryggsvimjing
við tíðini 28.89. Magnus Jákupsson,
sum svimur fyri Danmark, vann
silvur í 50 metrum ryggsvimjing
við tíðini 24.76.
Rebekka Trygvadóttir úr Ægir
vann leygardagin bronsu í 200
metrum bringusvimjing í sínum
aldursbólki (fødd 2004) á hesi
somu altjóða svimjistevnuni í Saint
Dizier, har hon í finaluni svam
teinin uppá tíðina 2:43.28. Hetta
skrivar svimjing.com.
Føroysk heiðursmerki í Fraklandi