mánadagur 22. oktober 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Leygardagin var toppdystur á
skránni í Høllini á Hálsi, tá ið
mansliðini hjá Neistanum og VÍF
brustu saman. VÍF var ósigrað
undan dystinum, og hevði bert mist
eitt stig tá ið liðið spældi javnt við
Kyndil.
Neistin hevði verið fyri einum
ósigri, eftir at liðið hevði tapt móti
Kyndli seinasta vikuskifti, og einki
var at ivast í at neistamenn høvdu
hug at taka oddasessin aftur.
Tað vóru eisini teir bláu, ið løgdu
best út. Neistin spældi við høgari
leikferð og fekk nógv mál burtur
úr skjótum álopum. VÍF kundi
kanska takka Mladen Mjerimacka í
málinum fyri at munurin ongantíð
gjørdist størri enn fýra mál í fyrra
hálvleiki. Júst um tað mundið – tá
ið støðan var 11-7 til Neistan fóru
fyri fyrstu ferð teir báðir Sjúrður
Olsen og Magnus Müller at gera
um seg á bakkunum. Áðrenn hetta
høvdu vestmenningar fyri tað
mesta dúva á Filip Jojic, men nú
fekk hann úr stuðul frá hinum
í
bakketuni.
Samstundis
sum
Mladen Mjerimacka helt fram at
stórbjarga í málinum, fekk VÍF vent
gongdini so at støðan gjørdist 13-13 í
hálvleikinum, og neistamenn vóru
ávaraðir um hvat VÍF kundi finna
uppá.
Vóru ábendingar um at Mladen
Mjerimacka fór at spæla ein góðan
dyst, so var tað veruliga staðfest
fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.
Sama hvat neistamenn royndu, so
fingu teir ikki bóltin inn um sterka
málverjan. Í hinum endanum fór
Sjúrður Olsen at stýra álopinum,
og VÍF kundi draga frá.
15 minuttir inni í seinna hálv
leiki var støðan vorðin 13-19, og
alt tóktist avgjørt. Nú fóru neista
menn aftur at skora mál við jøvn
um millumbilum, men tað hjálpti
lítið, tá ið teir tríggir bakkarnir hjá
VÍF, Sjúrður Olsen, Filip Jojic og
Magnus Müller hildu fram við mál
skjótingini.
Dysturin
gjørdist
ongantíð
spennandi
og
vestmenningar
kundu leggja ein trivaligan 23-29
sigur afturat góðu kappingar
byrjanini, har liðið bert hevur mist
eitt av fyrstu tíggju stigunum, og
liggur á odda í Okkaradeildini.
Tað er farið at
líkjast í Hoyvík
Í Hoyvík tók H71 móti Team
Klaksvík. Hvørki av liðunum báð
um hava fingið ynsktu kappingar
byrjanina, har H71 hevur verið fyri
tveimum greiðum tapum, meðan
klaksvíkingar bert hava vunnið ein
av fyrstu fýra dystunum í ár.
Klaksvíkingar
vóru
nakað
skerdir, og serliga var merkisvert
at Hørður Fannar SigÞórsson ikki
fekk spælt vegna skaða. Kanska
hetta hevði ávirkan á byrjanina
hjá klaksvíkingum, tí hon var stak
vánalig.
Einki eydnaðist hjá Team Klaks
vík, bóltar vóru tveittir burtur og
skot vóru brend. Hesum revsaði
H71 eirindaleyst, so at støðan gjørd
ist 8-0 til H71, tá ið fyrri hálvleikur
var hálvrunnin.
Men einki var avgjørt enn.
Hoyvíkingar fóru kanska at taka
sær av løttum, meðan klaksvíkingar
ikki góvu seg. Munurin minkaði
burtur í hvørjum, og tá ið komið
var til hálvleiks var støðan 14-12 til
H71, ið ikki kundi vera nøgt við at
munurin var so lítil.
Team Klaksvík kom eisini heilt
niður á eitt mál stutt inni í seinna
hálvleiki, men nærri kom útiliðið
ongantíð. H71 helt leikferðini uppi
og hetta tóktist at gerast ov tungt
fyri skerda Klaksvíksliðið, ið nú sá
leiðsluna fjara burtur aftur.
Um miðjan seinna hálvleik var
munurin vorðin ov stórur og H71
kundi lættliga spæla ein tryggan
30-24 sigur í hús.
Sostatt hava Føroyameistararnir
vunnið tveir greiðar sigrar á rað,
og hini liðini í kappingini fara nú
aftur at óttast at spæla móti H71.
Hoyvíkingar tykjast at vera væl
betur
fyri
nú
enn
við
kappingarbyrjan,
har serliga verjan og
skjótálopini
standa
sterk
í
dystarmyndini.
Klaksvíkingar vístu samstundis,
at teir duga at spæla hondbólt, men
tað var sjón fyri søgn at hópurin
er sera smalur, og liðið hevur ikki
ráð til skaðar. Kanska serliga ikki
til so umráðandi leikarar sum
Hørð SigÞórsson. Liðið vísti stóra
styrki at koma aftur í dystin eftir
vánaligu byrjanina, men sovorðin
brøgd krevja mikla orku, so at tað
er trupult at halda henni uppi ein
heilan dyst, og hetta var avgerandi
henda dystin.
StÍF tók Kyndil á bóli
Flestu feløgini óttast eisini Kyndil
fyri tíðina. Teir grønu úr Havn hava
eina sera sterka verju, og tað hava
millum annað oddaliðini, VÍF og
Neistin, eisini ásannað fyrr í kapp
ingini.
Men StÍf møtti somuleiðis upp
við sterkari verju og málverja, tá ið
liðið vitjaði Kyndil í Høllini á Hálsi
sunnudagin.
Endin var at StÍF vann 22-23
eftir
ein
tættan dyst, ið
enn einaferð prógvaði at øll lið
kunnu vinna á hvørjum øðrum í
ársins mansdeild.
Sum sæst á stigatalvuni, so
verður hørð kapping um tey fýra
plássini, ið geva atgongd til enda
spælið komandi vár, og tað er
trupult at peika á nakrar favorittar
í teimum einstøku dystunum.
SMS-deildin: Neistin
megnaði javnleik móti VÍF
Í SMS-deildini hava miðlarnir nú í
longri tíð rópt VÍF at vera favorittar
til hvønn dyst. Hetta er serliga
orsakað av sterku bakketuni við
Agnas Olsen, Liljuni Djurhuus og
Duritu Jojic, men seinastu tveir
dystirnar hevur onkur liður í ketuni
vanta. Fyri tveimum vikum síðani
varð Durita Jojic skadd í ósigrinum
fyri H71. Leygardagin var hon aftur
á liðnum, men hesaferð var eingin
Liljan Djurhuus at síggja.
Hjá Neistanum spældi høgri
bakkurin, Sofie Søberg, sín næsta
dyst,
og
hon
hevði
veruliga
stillað
kanónina
leygardagin. Samstund
is vóru eisini eitt nú Marjun
Danberg og Bára Hansen komnar
inn aftur á liðið, ið nú brádliga
líktist einum avbjóðara móti VÍF.
Dysturin endaði eisini við javn
leiki, 22-22, ið neistakvinnur helst
fegnast nakað meira um, nú tær
vístu at tær kunnu spæla móti
teimum bestu.
Kyndil vann aftur
Stak vánaliga byrjanin hjá Kyndli
er komin at enda. Eftir at liðið vann
fyrstu tvey stigini móti Neistanum
í síðstu viku, so komu næstu tvey
stigini í hús um vikuskiftið, tá ið
liðið basti StÍF við støðuni 25-22.
Á Strondum iðra tey seg um at
StÍF er ikki nóg væl fyri í avgerandi
løtunum, men kunnu gleðast um at
liðið vísir seg væl fram í løtum, men
nú skulu skjótt fleiri stig á talvuna
á Strondum, áðrenn tey fella í fátt.
Sigursrøðin hjá H71
heldur fram
Vinnarin av umfarinum í SMS-
Hjá kvinnum er fyrsti fjórðingur av kappingini farin afturum,
og tað er H71, ið hevur vunnið hendan fjórðingin í stórum stíli.
Hjá monnum er fyrsti fjórðingurin eisini um at vera
spældur, og VÍF líkist stóra vinnaranum, eftir at Mladen
Mjerimacka stongdi málið í toppdystinum um vikuskiftið
HONDBÓLTUR
VÍF OG H71
STRÚKA AVSTAÐ