Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Tað gongur væl hjá gøtumanninum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Finni Justinussen. Í alt heyst hevur Finnur Justinussen verið eyð­ sýndur fyri felag sítt, Næstved, og um vikuskiftið avgjørdi Finnur Justinuss­en aftur eina uppgerð fyri Næst­ved, tá Næstved á heimavølli vann 1-0 móti Lyngby, sum farna kapp­ingar­ár spældi í bestu donsku fótbólts­deildini. Málið hjá Finni Justinus­sen inniber, at Finnur Justinus­sen nú er toppskjútti í næst­bestu donsku fótbóltsdeildini eftir 14 umfør. Hevði ikki væntað so nógv mál Finnur Justinussen sigur við Sosial­in, at hann ikki hevði væntað at fingið so nógv mál sum hann nú hevur fingið, undan at kappingin í ár byrjaði. Tað kennist sjálvandi væl, at tað gongst so væl við málskjótingini. Eg má siga, at eg ikki hevði væntað so nógv mál uppá so fáar dystir, áðrenn at kappingin fór í gongd, so tað kennist eyka væl. Men nú eru vit tríggir sum hava skorað 10 mál higartil í ár, so kappingin um at vera toppskjútti er tøtt í løtuni, sigur Finnur Justinussen. Merkir ikki øktan áhugað Nógv eygu eru vend móti næst­ bestu donsku fótbóltsdeildini, og ein skuldi trúð, at eyka stórur áhugi er fyri Finni Justinussen, nú hann er toppskjútti í deildini. Men tað er ikki nakað, sum gøtumaðurin hevur givið sær far um. Eg haldi ikki at eg havi merkt størri uppmerksemi uttanifrá í seinastuni, ella tað er ikki nakað, sum eg havi givið mær far um. Men tað eru nógv eygu vend móti 1.division, so tað er ein fínur sýnis­ gluggi fyri ein hvønn spælara, sigur Finn­ur Justinussen. Verður í Danmark eina tíð afturat Finnur Justinussen hevur nú í nøk­ ur ár spælt í donskum fótbólti, og sam­bært áleyparanum væntar hann í øllum førum at vera eina tíð aftur­at. Sum er, mangli eg hálvtannað ár av míni lestrartíð niðri, so eg verið í Dan­mark í eina tíð afturat. Men mín sáttmáli við Næstved gongur út komandi summar, so tað taka vit har­frá, sigur Finnur Justinussen. Viljormur hevði ikki væntað at spæla Í bestu donsku fótbóltsdeildini hevði Viljormur Davidsen eitt hend­ ingar­ríkt vikuskiftið. Tá vikuskiftið skuldi byrja fríggjadagin, var út­ gangs­støðið hjá Viljormi David­sen, at hann skuldi hava leik­bann til heimadystin móti FC Keyp­man­ na­havn um vikuskiftið, men seint fríggjadagin boðaði DBU frá, at reyða kortið sum Viljormur David­ sen fekk móti Sønderjyske, var strikað. Tí spældi Viljormur David­ sen sum vant fyri Vejle um viku­ skift­ið. Viljormur Davidsen greiðir frá, at hann fríggjadagin fekk at vita, at hann allíkavæl slapp at spæla móti FC Keypmannahavn. Eg fekk fríggjadagin at vita, at reyða kortið sum eg fekk móti Sønder­jyske, var broytt til eitt gult kort. Tí slapp eg at vera við móti FCK sunnudagin, og eg var sjálv­andi glaður um tað. Eg gitti ikki at teir fóru at broyta dómin, tí tað vóru gingnir 14 dagar síðani eg hevði fingið reyða kortið, og eg hugs­aði ikki at teir fóru at broyta tað so seint aftaná, sigur Viljormur Davidsen. Afturgangandi trupulleiki fyri Vejle Viljormur Davidsen og liðfelagarnir taptu uppgerðina móti FC Keyp­ manna­havn 3-1, men Vejle var á odda 1-0 í hálvleikinum, og hevði leiðslu­na langt út í seinna hálvleik. Vilj­ormur Davidsen sigur, at tað er aftur­gangandi fyri Vejle at spæla væl í partar av dystinum, men ikki at halda allar 90 minuttirnar. Vit vóru vælnøgdir við teir fyrstu 60 minuttirnar av dystinumm, har vit vóru betra liðið. Men so skora FCK uppá eitt hornaspark, har teir hava marginalarnar á teirra síðu, tí bólturin rakar tveir av okkara spælarum, áðrenn hann dett­ur fyri føturnar hjá einum av teim­ um. So fáa teir momentum, og skora eitt mál til 2-1 beint aftaná. Móti endanum royna vit at sasta alt uppá at fáa 2-2, men ístaðin skora teir til 3-1 í yvirtíðini. Sum heild eru vit ok nøgdir við dystin, men vit skulu læra av hesum, tí vit spældu væl ein stóran part av dysti­num, men manglaðu at spæla væl í allar 90 minuttirnar. Tað sama hendi eisini móti Brøndby og FC Midtjylland, har vit hava stýr á teim­um størsta part av dystinum, men missa alt uppá fáar minuttir, sigur Viljormur Davidsen. Gilli og Brann væl við í meistarastríðnum Av øðrum útisetum er í løtuni størst spenningur hjá Gilla Rólants­ son Sørensen í Noregi. Gilli og liðfelagarnir í Brann liggja í løtuni á øðrum plássið í bestu norsku deildini – tvey stig aftanfyri Rosen­ borg á fremsta plássinum, nú fýra umfør resta í. Men í komandi dysti­ num kann Brann fara framvið Rosen­borg á stigatalvuni, tá innan­hýsis uppgerð er um norska meistara­heitið. Í 2-1 sigrinum hjá Brann um vikuskiftið, byrjaði Gilli R. Sørensen á bonkinum, og kom á vøllin seinasta korterið. Jóan Símun skoraði og Heini vann Tveir aðrir útisetar spældu eisini um vikuskiftið. Í Týsklandi kom Jóan Símun Edmundsson enn eina­ferð á máltalvuna fyri Arminia Biele­feld, sum á heimavølli tapti 3-2 móti Greuther Fuerth, meðan Heini Vatnsdal spældi allan dystin fyri Fremad Amager móti FC Helsingør í einum dysti, sum Fremad Amager vann 2-0. andre@sosialurin.fo Gøtumaðurin avgjørdi um vikuskiftið uppgerðina móti Lyngby, og er nú toppskjútti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, meðan Viljormur Davidsen brádliga fekk loyvi at spæla við móti FCK Útisetar: NÚ ER FINNUR TOPP­ SKJÚTTI Í NÆSTBESTU DONSKU DEILDINI FÓTBÓLTUR